hósdagur 12. oktober 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 119
24
Óli Jacobsen
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
Á
teimum ættarstevn
um, sum eru so van
ligar nú á døgum, er
ofta luttøku av ættar
fólki frá fleiri og fjarum londum.
Hesi ættarfólk hava ofta eina
áhugaverda søgu, sum tá kann
koma fram.
Hetta var eisini galdandi fyri ta
ættarstevnu, sum Henriksenættin
í Gásadali hevði tann 5. august.
Tey hittust fyrst í Miðvági, har
tað var myndaframsýning og
framløga um ættina. Síðan var
farið til Gásadals at síggja upp
runan hjá teimum. Um kvøldið
var hugnaløta í bygdarhúsinum
í Miðvági.
Tey, sum hittust, vóru eftir
komarar hjá Jóannes Henriksen í
Gásadali og konu hansara Marin f.
Hentze, ættað úr Skopun.
Millum luttakararnar vóru
eisini ættarfólk úr Noregi og USA.
Skrivað bók um abban
Ein teirra, Evelyn Henriksen
Haglund, hevur skrivað eina bók
um abban, Carl, sum fyrst fór til
Noregs og seinni til USA. Bókin
kallast “All Honour to our Father”,
“Allur heiður til okkara Faðir”. Tað
skilst, at “Faðir” her bæði merk
ir tann jørðiska faðirin og tann
himmalska. Bókin er merkt av ein
um kristnum hugburði hjá ættini.
Í bókini greiðir Carl eisini frá
síni egnu søgu úr Føroyum. Tískil
fæst her eitt áhugavert ískoyti til
hesa ættarsøguna.
Fekk boð um deyða
mannin aftan á
jarðarferðina
Marin og Jóannes áttu 10 børn.
Carl var yngstur. Hann var
føddur tríggjar vikur eftir, at
pápin doyði við sluppini Grace
í 1903. Tá ið teir vóru á heimveg
undan Íslandi, hendi tað óhapp
mikkjalsmessudag, at Jóannes,
sum var kokkur, fekk eitt stykkið
av krosstrænum í høvdið, meðan
teir skiftu klyvara í rokstormi.
Jóannes kom so illa til skaða, at
hann doyði dagin eftir. Hann varð
jarðaður í Vestmanna, og Marin
fekk ikki boðini um, at maðurin
var deyður, fyrr enn eftir jarðar
ferðina, tá ið manningin fór til
Gásadals at bera henni boðini.
Tá var eingin trygging, men her
hendi tað, sum var tað mest vanliga
í Føroyum, at tey nærmastu tóku
um endan.
Í hesum førinum var tað Jacob
Henriksen, nevndur Lítli Jákup
(1852-1922), beiggi Jóannes. Jákup,
sum tá var 55 ár og ógiftur, tók á
seg forsyrgjaraábyrgdina, til børn
ini vóru undankomin.
Skjótt rakti vanlukka aftur
hetta heim. Næstyngsti sonurin,
Johannes, fekk hálsasjúkuna dift
eritis og doyði trý ár gamal. Carl
fekk eisini sjúkuna, men hann hór
aði undan.
Beiggin Petur, var 17 ára gamal,
tá ið hann datt oman í Sibba
skorum í Gásadali tollaksmessu
dag 1904 og doyði. Hann hevði
verið saman við bróðrinum, Jóan
Jákupi, og øðrum og arbeitt upp á
eitt neyst. Tá ið teir skuldu heim
um hálvgum fýra tíðina og vóru
komnir uppá eina rók, gleið Petur
útav og niður á eina aðra rók og
fall av henni í havið.
Elias Frederik f. 1893 vaks
upp í Vestmanna, men búði ung
dómsárini í Gásadali. Hann var
stýrimaður á skipi, sum sigldi til
Suður Amerika. Hann gjørdist
sjúkur, helst av malaria, og doyði
umborð. Hann er grivin í Baltimore
í USA í kirkjugarðinum hjá norsku
kirkjuni. Hann bleiv bara 29 ára
gamal. So sigast kann, at Marin
fekk eina harða lagnu.
Við posti í fleiri ættarlið
Í Gásadali búðu um hesa tíðina um
50 fólk. Sambandið við umheimin
var fyrst og fremst til gongu. Alt
mátti berast, og tað sama var við
posti. Víst kom ein lending, men
hon kundi bara brúkast í allar
besta veðri.
Tann kendasti postmaðurin
var sonur Marian og Jóannes,
Jacob Andreas, vanliga kallaður
Dia. Hann var føddur í 1895 og
doyði í 1983.
Dia fór at ganga við posti í
1915, eftir at eldri brøður hansara
høvdu virkað fyri at fáa regluligt
postsamband til Gásadals.
Fram til 1955, tá ið vegur kom
til Bíggjar, var gingið allan vegin
til Sørvágs, og tá tók hann eisini
postin til og úr Bø. Fyrstu tíðina
var gingið tvær ferðir um vikuna
og seinni tríggjar ferðir. Ferðin tók
tveir tímar hvønn vegin.
Tá ið Dia fylti 80 ár var skrivað
um hann:
Nakað sum sum øll gásadalsfólk
og bíggjarfólk kunnu takka
honum fyri, er tað stóra beinasemi,
hann altíð hevur víst, tá ið eitt ella
annað, sum vantaði, skuldi verða
keypt. Hetta kundi vera matvørur.
Hann bar seg aldri undan. Sjálvt tá
ið líkindini vóru ring gjørdi hann
tænastuna við gleði og fyri einki.
Dia sum altíð hevur verið
álítandi maður, vanrøkti aldri
postin, sjálvt um tað mangan var
útideyðaveður, og hevur hann røkt
poststarvið framúrskarandi væl.
Dia hevði eisini serliga góð evni
at hjálpa upp á sjúk kríatúr og
ofta vóru boð send eftir honum.
Solberg, sonur Dia (1924-2011)
tók við postinum í 1976. Í 1993 tók
systirsonurin, Karl Mikkelsen, við
postinum.
Tað lætti nú eitt sindur um
gongdina til Gásadal, at tað varð
gjørt eitt rekkverk, har tað var
brattast og mest vandamikið.
Brøðrasamkoma í Gásadali
Brøðrasamkoman fekk tíðliga
í farnu øld fótafesti í Gásadali,
Johan Henrik Henriksen, f. 1885,
sonur Marina og Jóannes, var ein
tann fyrsti í samkomuni.
Um heystið 1909 fór Johan
Henrik til Havnar at læra til skip
ara hjá Jens í Dali. Ein lærari
har var Amandus Andreasen úr
Noregi, sum í nøkur ár var bú
settur í Føroyum. Amandus var
trúgvandi maður, og tá ið Johan
Hendrik bleiv trúlovaður við
dóttir hansara, Onnu, fór Johan
Hendrik at ganga somu leiðina.
Várið 1910 tók Johan Henrik
skiparaprógv og fór til skips við
Little Emma, sum hann førdi frá
1911 til 1917. Sagt var um hann, at
hann var ein sera evnaríkur mað
ur.
Hóast fáir, so hava føroyingar megnað at spreiða seg um allan heimin.
Henda frásøgnin er um lagnur í Gásadali, sum endaðu í USA
Elin og Johannes Henriksen í Gásadali. Ættarstevnan
var hjá teirra eftirkomarum.
Gásadalur sæddur frá Skarðinum
ÚR GÁSADALI TIL
NOREGS OG AMERIKA