hósdagur 12. oktober 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 119
25
Anna og Johan Hendrik giftust
og fingu fýra døtur og fluttu til
Noregs. Johan Hendrik doyði
ungur.
Undirritaði kom sjálvur í 2002
tilvildarliga at hitta abbason hans
ara, Arna Samuelsen, á landsfundi
hjá Norsk Sømannsforbund, har
hann umboðaði sínar skipsfelagar.
Hann var ein av døgunum
ílatin eini T-skjúrtu við mynd úr
Føroyum. Hetta gav sjálvsagt høvi
til eitt føroyskt prát. Hann var
eisini við á hesi ættarstevnu. Tað
áhugavert, at alskurin til Føroya
arvast í fleiri ættarlið.
Systirin bleiv gott 100 ár
Ein systir, Elsebeth Fredrikke,
fødd 1882, flutti til Noregs í 1915
og búsettist í Skudeneshavn á
Karmoynni. Har livdi hon sítt
langa lív og doyði ógift 101 ára
gomul. Hon tók yngsta beiggja
sín Carl við til Noregs í 1915. Hann
var tá 12 ára gamal. Hon helt, at
beiggin hevði betri møguleikar
í Noregi enn í Gásadali. Hann sá
ongantíð mammuna aftur.
Carl fór til Amerika
Tað heilt nýggja er søgan hjá Carl,
sum greitt er frá henni í umrøddu
bók.
Sum ungur kom Carl at kenna
Mariu, dóttir ein fiskiskipareiðara.
Tey blivu trúlovað og vildu giftast.
Tað var dreymurin hjá Carl at
fara til USA og hava sína brúður
við sær. Men mamma Mariu hevði
júst tá fingið sítt tíggjunda barn.
Maria helt ikki, at hon kundi fara
frá mammuni, sum ikki var so væl
fyri. Hon bleiv eftir hjá mamm
uni, meðan Carl fór til USA. Tá ið
hann hevði forvunnið nóg mikið
av peningi, vildi hann koma heim
aftur og giftast við Mariu. Lítið
ánaðu tey tá, at tað fóru at ganga
11 ár, til hetta lat lat seg gera.
Carl kom til New York tann 4.
februar í 1929. Hann hevði brúkt
tað mesta av sínum uppsparda
peningi til ferðaseðilin. Nú ráddi
um at fáa arbeiði og forvinna pen
ing.
Tíbetur eydnaðist hetta hon
um skjótt. Hann skuldi ansa eftir
hitanum í einum stórum íbúðar
húsi og skuldi annars vera húsa
vørður. Hann skuldi eisini ansa
eftir, at rudda “skrell” í húsinum.
Eina ferð hevði hann beint fyri
nøkrum posum við skrelli, sum
hann fann í gongini. Knappliga
hoyrda hann eina konu rópa: “Hvar
eru mínir høsnarungar?” Tá hevði
hann beint fyri innkeypinum hjá
hesi konu. Tá bleiv hann heitur
um skallan og væntaði sær at fáa
sekkin. Men stjórin hjá honum
segði, at hann gjørdi púra rætt.
Hann skuldi halda gongina reina,
og tað hevði hann eisini gjørt.
Tveir mánaðir eftir at Carl kom
til USA byrjaði tann stóra fíggj
arkreppan, sum fekk so ógvusligar
avleiðingar, eisini í Føroyum.
Carl hevði í eini kirkju møtt
norðmannin Olaus Thompsen.
Olaus var stúrin um, hvussu hann
kundi varðveita síni hus, nú tað
stóð so nógv á. Sum trúgvandi
maður legði hann hetta fram fyri
Gud.
Loysnin var, at Carl fór at leiga
hjá Olaus, og hetta var ein loysn
fyri teir báðar.
Olaus gjørdist nú eisini førur
fyri at savna so mikið av peningi,
at hann kundi fáa konu og son
yvir til USA.
Carl gjørdi alt hann kundi fyri
at læra enskt. Hann lærdi eisini
maskinpassing. Hann fekk eitt
arbeiði inan maskinøkið, og tað var
meira enn heppið at fáa arbeiði.
Hann mintist seg hava sæð langar
bíðirøðir av arbeiðsleysum fólki,
sum fingu suppu fyri at halda
ringasta hungurin burtur.
Ein dagin var Carl á síni vakt.
Hann kundi ongan veg fara, heldur
ikki at fáa sær at eta. Hann fór í
lumman at vita, um hann hevði
nóg mikið fyri ein bita til matna.
Hann rópti onkran, sum arbeiddi
í dokkini og spurdi, um hann
kundi keypa sær ein sandwich.
Hann segði, at her er nóg mikið
av peningi fyri teir báðar. Mað
urin kom hvørki aftur við mati
ella peningi. Men Carl var so fyri
gevandi. Hann helt, at kanska
átti hesin maður minni enn hann
sjálvur.
Frætti frá mammuni
Carl fekk í apríl 1930 bræv frá
mammu síni í Gásadali, har hon
takkaði fyri tann pening, sum
hann hevði sent henni. Hon búði
tá hjá eini systir og systirdóttir í
Sandavági.
Mamman vildi so gjarna síggja
Carl aftur, og at tey kundu tosa
saman andlit til andlit. Kreppan
forðaði hesum, men Carl helt
áfram at vera stórsinnaður við
sína familju.
Marin og Carl skrivaðu fram
vegis saman, og Carl leskaði
framvegis mammuna, og hon vísti
eisini sítt takksemi. Framvegis eru
brøv til, sum hon skrivaði. Eitt
teirra endaði soleiðis:
Min Kjære elskede Søn, du er
min Trøst til Døden. Gud i Himmel
en lønne dig og bevare dig og give
dig 4 Fold igjen for det du vil gjøre
imod din kære Moder.
Carl hevði eisini nógv bræva
skifti við ættina í Noregi, og eru
tey endurgivin í bókini.
Endiliga maður og kona
Endiliga tann 12. juli 1937 kundu
Johan Carl Engelbrecht Henrik
sen og Marie Næss kalla seg mann
og konu. Tey giftust í Noregi, og
hildin varð eisini ein døgurði fyri
næstrafólkini. Men skjótt mátti
Carl avstað aftur til USA við ferða
mannaskipinum Bergensfjord til
New York. Carl mátti einsamallur
av stað. Hann visti heldur ikki tá,
hvussu langa tíð tað fór at taka
hjá Mariu at fáa pass og visum.
Maria var vaksin upp í eini
fiskivinnubygd á Karmøy, so
tá ið Carl kom til New York
keypti hann hús á Staten
Island, ein oyggj, sum er ein partur
av býnum New York. Hann helt,
at Maria kanska fór at kenna tað
meira heimligt at búgva á eini
oyggj.
Fyrst í november var passið og
innferðarloyvi hjá Mariu klárt.
Hon segði síni familju farvæl og
fór við Stavangerfjord til New
York. Ferðin gekk væl og komið
varð fram 26. november 1937. Har
vóru nógv fólk, sum tóku ímóti
teimum komandi, og eitt av hesum
var Carl.
Maria gjørdi skjótt av at læra
seg enska málið og gerast ein part
ur av fólkinum. Á heysti 1938 fingu
tey sítt fyrsta barn, Marion Eline.
Tilsamans fingu tey fýra børn.
Tríggjar døtur komu undan.
Eina ferð aftur til Føroya
Í 1971 fór hann til Noregs, har hann
framvegis átti ein hóp av næstr
ingum, sum hann fegin vildi hitta.
Í hesum sambandi varð skipað
fyri, at hann úr Noregi skuldi fara
ein túr til Føroyar. Her hann ikki
hevði verið, síðani hann sum 12 ára
gamal fór til Noregs.
Hann fór til Føroyar við flog
farinum úr Bergen, og í Vágunum
tók systirsonurin, Malmberg
Simonsen, ímóti honum. Tað var
ein serlig kensla at kunna seta
føturnar aftur á sína føðioyggj
aftaná so langa tíð.
Ikki var tað minni kensluborið
at koma til Gásadals og síggja
húsið, har hann var føddur. Tá var
eingin vegur sum nú.
Nú hevur so ættin verið aftur
í Føroyum og í Gásadali, har alt
er so nógv broytt. Teimum bleiv
vístur allur blíðskapur, sum kundi
vísast. Tað er neyvan ivi um, at ein
slík ættarstevna skapar nýggjar
ambassadørar fyri Føroyar úti í
heimi.
Komandi partur
Í komandi viku eru 50 ár síðani Njarðlingur
sakk, og manningin var 40 tímar í skaddum
bjargingarbáti.
Dia Henriksen við posti
Vitjan úr USA. Døtur Carl við monnum.
f.h. Mathias Haglund, Evelyn Henriksen Haglund, Edna Christine Henriksen Erland, Robert
Arthur Erland. Mitt í myndini er skyldmaðurin, Mikkjal, sonur Malmberg, sum vísti teimum
runt í Føroyum. Mikkjal fylti 70 ár í september. Ynskt verður honum tillukku
Carl fór fyrst til Noregs
og síðani til USA
Bókin um Carl,
sum dóttirin
hevur skrivað