hósdagur 12. oktober 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 119
26
TRÓNDUR ARGE – GROUPAMA
ARENA, BUDAPEST
Við met nógvum stigum í
eini undankapping, bjóðaði
Føroyar Lettlandi og Ungarn
av í seinastu dystunum í hesi
HM undankappingini. Á
Tórsvølli trýsta við Lettland
og skuldu havt vunnið,
men á vakra Groupama
leikvøllinum í Budapest,
standa vit eftir við ongum,
tá dómarin bríkslar fyri
seinastu ferð.
Annan dystin á rað í
Ungarn, er tað Dániel Böde,
sum er bøðilin. Hann skoraði
bæði málini, tá vit taptu 2-1
í 2015. Hesa ferð kom hann
ikki í hálvleikinum og fekk
eitt heppið mál, sum var ein
avleiðing av, at føroyska
liðið ikki megnaði at halda
upp á bóltin í nýggju
spælskipanini.
Fýra broytingar
Lars Olsen gjørdi fýra
boytingar frá málleysan
javnleikinum móti Lettlandi
leygardagin, umframt at
skifta spælskipanina. Sonni
Ragnar Nattestad og Hallur
Hansson blivu spardir, tí
teir eru júst komnir aftur
frá skaða. Somuleiðis blivu
Viljormur Davidsen og
Róladur Jakobsen valdir
frá. Ári Mohr Jónsson fekk
møguleikan, so Lars Olsen
kundi síggja hann í dysti,
meðan Róaldur Jakobsen
ikki hevur orkuna at spæla
tveir dystir upp í slag.
Rógvi Baldvinsson og
Odmar Færø fingu afturval
til trý-mansverjuna, sum
spældi móti Portugal og
Andorra seinast. René
Shaki Joensen kom inn á
miðjuna, meðan Ári Mohr
Jónsson kom inn á vinstra
vongbakkin.
Ungarn kroystir
Undan dystinum hevði
Ungarn tíggju stig, meðan
føroyska liðið á fjórða plássi
í bólkinum hevði níggju stig.
Tað er trýst á venjaranum
hjá Ungarn, Bernd Storck,
sum er ein dýrur maður. Tí
verður kravt av honum, at
hann kemur við úrslitum.
Eygleiðingar hjá Viggo
Jensen,
sepidara
fyri
landsliðið, og Tomislav
Sivic, fyrrverandi venjara
hjá feløgum bæði í Føroyum
og Ungarn, so er Ungarn illa
fyri í løtuni.
Hóast
tað,
so
var
Groupama Arena næstan
fullsett, tá spælararnir
runnu inn á vøllin. Serliga
handan annað málið vóru
nakir mælskir áskoðarar,
sum í løtuni hourdust
betri enn teir 153 skrásettu
áskooðararnir hjá Føroyum.
Verjan stóð sterk
Spælskipanin við trimum
í miðverjuni ger at tað
altíð er ein spælari fleiri í
brotsteiginum, tá bóltarnir
blíva sendir innfyri. Tí
gekk eisini væl at rudda
vekk. Odmar Færø stóð
serliga sterkur í myndini,
tí spælararnir hjá Ungarn
kláraðu als ikki at slepa
framvið honum.
Sum heild spældi verjan
ein sterkan dyst, tí Ungarn
kom
bara
til
onkran
hissini málmøguleika í
opnum spæli. Men sterka
verjuspælið hevði ein prís,
sum endaði við at kosta.
Manglar ein
spælstatión
Tú skal ikki hava klárað
teg serliga væl í rokning,
fyri at klára at avlesa, at
um ein spælari fleiri er í
verjuni, so er ein minni
longur frammi á vøllinum.
Í hesi spælskipanini er tað
framrættaði miðvallarin,
sum blívur spardur burtur
og tað merkir álopsspælið.
Í trimum dystum við
hesi spælskipanini hevur
føroyska landsliðið, at kalla
ongar opnar møguleikar
megnað at skapt.
Tað bleiv eisini støðan í
Budapest har okkara fleiri
ferðir vóru framvið, men
tað eydnaðist ikki at koma
til stóra málmøguleikan.
Til tað var Jóan Símun
Edmundsson ov einsamallur
í álopinum, meðan vertirnir
í løtum høvdu ov gott pláss
í umstillingini, tí Fróði
Benjaminsen og René Shaki
Joensen blivu í undirtal,
um annar fór framvið.
Tíbetur dugdu vertirnir
ikki at útnytta plássið í
umstillingum, men úrslitið
bleiv at okkara blivu trýstir
langt aftur á vøllin.
Tað gav fleiri deyðbóltar,
sum er ein styrki hjá Ungarn.
Teir otaðu seg nærri og
nærri, til tað gav mál níggju
minuttir fyri tíð. Talan var
um eitt heppið mál, sum
helst verður roknað sum at
søkja marginalarnar.
Óskipað trýst
til seinast
Tá so málið var komið, so
kom tað kanska nakað
seint. Føroyska liðið náddi
ongantíð at umskipa seg
og leggja trýst á. Føroyska
liðið kundi helst hava trýst
meir seinastu løtuna, men
tað órógvaði at Odmar
Færø mátti út við krampa. Í
hansara stað kom Klæmint
A. Olsen, sum síðani bleiv
sendur í álopið. Hesa løtuni
tóktust okkara spælarar ikki
heilt vita hvør spælskipanin
var, og hvussu skuldi fara
fram seinastu minuttirnar.
Eftir sita venjarar, spælarar
og áskoðarar við eini kenslu
av, at vit enn eina ferð havt
tapt tepurt fyri Ungarn, men
kundi havt fingið okkurt
heim við.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
FÓTBÓLTUR
Eitt mál upp á hornaspark bleiv munurin á
máltalvuni, tá Føroyar taptu seinasta HM
undankappingardystin á hesum sinni. Avrikið
í Budapest var á góðari leið, men spælskipanin
BÖDE
AFTUR
BØÐILIN
FLEIRI NÝGGJA MET
Føroyska landsliðið hevur sett fleiri nýggj met í hesi
HM-undankappingini. Liðið hevur fingið níggju stig, sum
er tveir fleiri enn metið seinast. Somuleiðis hevur liðið
hildið mál reint í fimm dystum. Tað er ongantíð eydnast
fyrr. Tó má havast í huga, at liðið ongantíð hevur verið
so sterkt, og bólkurin nokk ongnatíð verið so veikur.
Ungarn –
Føroyar 1-0: