hósdagur 12. oktober 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 119
28
Spælarametingarnar:
GUNNAR NIELSEN
Er eitt sindur íblandaður í málinum,
men tað er ilt at siga akkurát hvat
hann skuldi gjørt øðrvísi, tí áleyparin
fær fótin á bóltin heilt tætt undir
málinum. Spælir annars ein avbera góðan
dyst, har hann ger at kalla alt rætt. Fær
nevan á, tá hann skal. Kemur út og loftar í
øðrum førum og gevur verjuni tryggleika.
RÓGVI BALDVINSSON
Spælir eisini væl í verjustøðu, har
hann bara tí einu ferðina kemur í
trupulleikar, men bjargar støðuni við
eini glíðandi takling. Er tann stinnast
av miðverjunum á bóltinum undir trýsti. Ilt
at siga um hann eigur lut í málinum, men
hann er sentimetrar frá at fáa høvdið á.
ODMAR FÆRØ
Aftur dagsins spælari. Tað er
tríggjar ferðir út av trimum. Hann
er ótrúliga stinnur í tvídystunum
og ungarar sloppu at kalla aldrin
framvið honum. Leikluturin sum høgri
í miðverjuni av trimum passar honum
væl. Vann eina rúgvu av bóltum og
kemur eisini væl frá tí í avspælinum.
JÓNAS TÓR NÆS
Hóast hann hevur ávísar trupulleikar
í uppspælinum og avspælinum,
so má hatturin takast av fyri
høgra vongbakkinum, tí hann hevur
nú spælt 180 minuttir á tamb. Hann
legði eitt høgt trýst á vinstra bakkin,
sum upp til fleiri ferðir gav ella mundi
givið úrslit. Gevur eisini liðnum nógv
við sínum góðu longu innkøstum.
ATLI GREGERSEN
Er væl vardur sum tann mittasti
av trimum, men eitt sindur
ólíkt honum, so breyt hann fleiri
ferðir úr verjuketuni fyri at takla og
tað eydnaðist væl. Setti eisini høvdið
á fleiri innlegg. Kemur ikki eins nógv
í spæl við bólti í hesi uppstillingini.
ÁRI MOHR JÓNSSON
Spældi seg í hitan á landsliðnum við
einum sannførandi avriki. Vísti sína
styrki við skjótleikanum og ágrýtna
spælistílinum bæði við og uttan bólt.
Plássið sum vongbakkur passar honum
væl, tí hann kann sleppa í verjupartinum
og drøna avstað. Hevði ávísar trupulleikar í
smáspælinum, har ein einfølt innarasíðuna
hevði verið betri enn tofør uttarasíða.
7
7
8
7
7
7
Nýggjar spælarametingar:
1: Avrikið er út av lagi vánaligt
og kostar dystin
2: Avrikið er vánaligt og
dystaravgerandi
3: Avrikið er væl undir
miðal og tað sæst aftur á
liðavrikinum
4: Avrikið er undir miðal, men
ikki avgerandi
5: Avrikið er miðal og spælarin
røkir tær uppgávur hann
skal
6: Avrikið er beint yvir miðal
7: Avrikið er yvir miðal og tað
sæst aftur á liðavrikinum
8: Avrikið er væl yvir miðal og
spælarin er avgerandi
9: Avrikið er framúr og
spælarin er dystaravgerandi
10: Á landsliðið og seldur í
morgin!
FÓTBÓLTUR