hósdagur 12. oktober 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 119
29
FRÓÐI BENJAMINSEN
Hevði torførar umstøður á
miðjuni, har hann og Shaki vóru í
undirtal. Eftir umstøðunum kemur
toftamaðurin væl frá uppgávuni,
men tað er sjáldan at hann hevur nakran
at spæla til. Tað merkir metingina hjá
honum, men spurningurin er um ikki tað
er spælskipanin, sum hevur skyldina.
GILLI RÓLANTSSON
Hevur okkara besta málmøguleika,
tá hann ger akkurát tað, sum hann
dugur best. Rennur afturum verjuna
og fangar ein bólt, fyri síðani at dribbla
til høgra beini og meddar til. Tað lá ikki væl
fyri í smáspælinum og spurningurin er um
ikki Gilli skuldi verið spældur í djúptina
hvørja ferð, fyri síðani at royna sjálvur.
KAJ LEO Í BARTALSSTOVU
Kom inn og skapti tveir teir
vandamiklastu málmøguleikarnar.
Eitt innlegg, har Sølvi Vatnhamar
er nær við, og tá hann skjýtur beint
omanfyri. Hevur sína heilt stóru styrki á
bóltinum og tað mangla vit í álopsstøðu,
men hevur samstundis ikki hegni til
verja í longri tíð við høvdinum á.
RENÉ SHAKI JOENSEN
Er eins og Odmar Færø á einum
8-talið. Spældi sannførandi á
miðjuni, har hansara skjótleiki
og vilji at vinna bóltin var okkum
góður. Hevur spælt seg á liðið seinastu
dystirnar. Hevur eisini eina renniorku,
ið ger at hann kann stuðla álopinum.
JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON
Hevur truplar umstøður í
spælskipanini við trimum í
miðverjuni, tí ongin framrættaður
miðvallari er at hjálpa honum. Tað
ger at hann blívur ov einsamallur sum
fremsti maður. Kom í onkrar líkinda støður,
men ov sjáldan blívur tað vandamikið.
Tykist missa mannin, tá málið kemur, men
talan er um økisuppdekking og tí kann
toftamaðurin illa lastast fyri málið.
KLÆMINT A. OLSEN
Kom inn seinastu løtuna og gjørdi
tað hann kundi. Fekk einki innlegg
at arbeiða við, men órógvaði tað
hann kundi løtuna hann var inni.
SØLVI VATNHAMAR
Kemur somuleiðis sera væl frá
uppgávuni sum tann høgri av
trimum teimum fremstu. Er
ágrýtin, tá bólturin skal førast fram.
Er við í tí mesta, tá føroyska liðið er í
álopsstøðu. Hevur eisini fleiri góðar
bóltnertingar í leypi av dystinum.
HALLUR HANSSON
Kom merkiliga illa inn í dystin.
Tað byrjar væl og tankin um, at
kunna skifta hann inn í einum
landsdystinum er góður, men
tað bleiv ongantíð betri enn fyrstu
løtuna. Ilt at siga, um hann bara ikki er
“innskiftari”, ella um tað er ein avleiðing
av nøkrum øðrum. Løgið at síggja hann
missa fleiri bóltar móti endanum.
LARS OLSEN
Partar av taktiska avrikinum eru góð.
Vit verja væl og hann tordi at tveita
Ára M. Jónsson fyri leyvurnar. Vinstri
bakkurin prógvaði, at hann er til reiðar
til landsliðsfótbólt. Men stóra avbjóðingin
í hesi spælskipanini hevur verið, at liðið
ikki skapar málmøguleikar. Tá so Ungarn
skoraði royndi hann at satsa í seinastuni,
men tað tóktist ráðleyst og illa fyriskipað, tí
spælararnir vistu ikki heilt hvat fór fram.
7
6
7
8
8
6
8
6
6