mánadagur 16. oktober 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Umsóknarfreistirnar
at
søkja um upptøku á hægri
útbúgvingum til Bachelor
eru rættiliga ymiskar frá
landi til lands og viðhvørt
eisini í landinum frá einum
útbúgvingarstovni til ein
annan.
Her er nakað av kunning
um vanligastu londini. Men
minst til at altíð kanna
freistirnar í góðari tíð, t.v.s.
eitt ár áðrenn lestrarbyrjan,
og gloym ikki at kanna
upptøkukrøvini samstundis!
Føroyar
Freistin fyri kvotu 2 á
Fróðskaparsetri Føroya er
15. apríl á midnátt.
Umsóknarbløðini
til
kvotu 2 eru tøk á leið 1. mars.
Søkir tú gjøgnum kvotu 2, er
tað samstundis ein umsókn
gjøgnum kvotu 1.
Freistin fyri kvotu 1 á
Setrinum er 1. juli á midnátt.
Danmark
Freistin fyri kvotu 2 er
15. mars kl. 12.00. Søkir tú
umvegis kvotu 2, er tað
samstundis
ein
umsókn
umvegis kvotu 1. Umsóknar
bløðini eru tøk einar 5-6
vikur
undan
umsóknar
freistini, t.v.s uml. 1. februar.
Freistin fyri kvotu 1 er 5.
juli kl. 12.00. Umsóknarblaðið
kann útfyllast online á:
www.optagelse.dk
Um tú ikki hevur danskt
NemID, skal tú undirskriva
og senda eina váttan við
posti ella e-mail til hvønn
einstaka
stovn/útbúgving,
ið tú søkir inn á. Henda
váttan kemur fram, tá tú
endaliga hevur góðkent tíni
útbúgvingarval.
Fyri at tín umsókn skal
vera viðgjørd, skal váttanin
vera frammi innan 15. mars
klokkan 12.00, um talan er
um kvotu 2 og innan 1. juli kl.
12.00, um talan er um kvotu 1
Noreg
Vanliga
er
freistin
15.
apríl. Les meira á www.
samordnaopptak.no
Svøriki
Vanliga er freistin 15. apríl.
Les meira á www.antagning.
se
Finnland
Umsóknarfreistirnar
eru
ymiskar
frá
stovni
til
stovns. Vanliga eru um
sóknarfreistirnar til hægru
útbúgvingarnar (kandidaa
tti/kandidat) millum januar
og mai. Umsóknarbløð fáast
á lærustovnunum.
Stóra Bretland
Føroyingar hava síðan 2007
verið roknaðir sum EU-
íbúgvar í Stóra Bretlandi.
Til ber at søkja gjøgnum
UCAS. Tað er møguligt at
søkja frá 1. september árið
fyri lestrarbyrjan og mann
søkir sum einstakur lesandi
og IKKI gjøgnum ein skúla.
MINST TIL at umsóknar
freistirnar
til
Oxford
og
Cambridge umframt lækna,
djóralækna og einstakar aðrar
útbúgvingar eru 15. oktober
árið fyri, sum tú ætlar tær
at byrja. Lesið meira á www.
ucas.com. Harafturat krevja
fleiri
lærustovnar
innan
læknavísindi í Stóra Bretlandi,
at nýggj lesandi hava meldað
seg til eina eyka roynd (BMAT
ella UKAT) ella at lesandi hava
søkt og fingið dispensatión
fyri eina tílíka roynd í seinasta
lagi
september
árið
fyri
lestrarbyrjan!
Vanliga umsóknarfreistin
fyri hægri lesnað í Stóra
Bretlandi er 15. januar, men
fleiri lærustovnar velja at
umhugsa umsóknir fram til
30. juni, um pláss eru tøk.
Aftaná hetta er “clearan
ce”, har tað ber til at søkja
tóm pláss fram til stutt áðr
enn lestrarbyrjan í sept.
Onnur lond
Ofta
verður
umsóknin
send beinleiðis til útbúgv
ingarstovnin
og
oftani
kann tað vera eitt hálvt ár
fyri lestrarbyrjan, men tað
kunnu vera tøk pláss heilt
fram til lestrarbyrjan.
Einstøk
universitet,
millum
annað
tey
heilt
kendu og virdu í USA hava
umsóknarfreist næstan eitt
heilt ár fyri lestrarbyrjan. Set
teg í samband við lestrarveg
leiðarar, International Office
ella Admissions Service á
staðnum, sum tú ætlar at
søkja til.
T.d. er umsóknarfreistin
til lækna- og tannlæknaút
búgvingar í Póllandi opin
frá vári til einaferð um
summari, tað er ymiskt frá
stað til stað. Fleiri staðni ber
til at søkja gjøgnum umboð
í Noregi ella beinleiðis á út
búgvingarstaðnum.
Ella set teg í samband
við Altjóða Skrivstovuna
– www.setur.fo/ASK - so
kunnu vit hjálpa tær at fáa
greiðu á umsóknarfreistum,
upptøkukrøvum og øðrum,
um tú ivast í onkrum.
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum.
Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu
viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri
útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum.
Umsóknarfreistir –
Nær skal søkjast?
ÚTBÚGVING
Spurningur 1.
Hvat skal havast í huga viðvíkjandi
vali av hægri útbúgving?
Svar:
Minnislistin til val av útbúgving.
Týdninarmikil ting at hugsa um, tá
útbúgving og lestrarstað skal veljast:
Hvar skal útbúgvingin vera?
Hvussu long skal útbúgvingin vera?
Umsóknarfreist og -tilgongd?
Fígging í samband við útbúgvingina?
Samspælið millum teori og praksis í
útbúgvingini?
Hvat er endamálið við útbúgvingini?
Hvussu er bygnaðurin í útbúgvingini?
Hvørjir eginleikar og hvørjar fortreytir
krevjast?
Hvørji eru tey útbúgvingarserstøku
upptøkukrøvini (atgongdsgevandi prógv,
meðalúrslit, lærugreinar)?
Hvørjir møguleikar eru fyri upptøku, um
mítt meðal er ov lágt?
Hvussu langt er innleiðsluskeiðið og er tað
tvinnað inn í frálæruna tað fyrsta árið?
Hvørji sosial tiltøk eru, so tað er skjótt at
koma inn í lestrarumhvørvið?
Kann eg gera lesturin lidnan á fleiri stigum?
Hvørjir frálæruhættir verða nýttir? Og
hvussu valfríir eru hættirnir?
Hvørjir eru próvtøkuhættirnir og hvussu
kunnu teir veljast?
Verða nýttir lesibólkar, lestrarferðir og
tvørfakligar verkætlanir?
Eru lesandi sett í starv til at hjálpa og
vegleiða, partvís við lestrarbyrjan, partvís
gjøgnum útbúgvingartíðarskeiðið?
Hvørjar møguleikar havi eg fyri
eftirútbúgving?
Spurningur 2:
Nær verður enska málroyndin
í Føroyum næstu ferð?
Svar:
IELTS royndin er ein av góðkendu
málroyndunum, sum útlendsk universitet
krevja. Nú ber til at taka IELTS-royndina í
Tórshavn leygardagin 19. mai 2018.
Tú teknar teg til royndina við at fara inn
á https://ielts.britishcouncil.org/edu. Far
til breddan til vinstru "Find Test Date"
og útfyll upplýsingarnar har, og fylg so
vegleiðingini á síðuni. Prísurin er 2.425 kr.
Melda teg til í góðari tíð, í seinasta lagi 8
dagar áðrenn royndina.
Úrslitini koma 2-3 vikur aftaná royndina.