Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120 Árni Gregersen Sirið Stenberg, landsstýriskvinnna við heilsumálum, fekk ein eins stóran skelk og flestu onnur, tá ið tað kom fram í endanum av farna mánaði, at Landssjúkrahúsinum manglar seks milljónir krónur og at allar planlagddar viðgerðir eru útsettar. -Vit fylgja sjálvandi við og fáa at vita hvussu støðan er og seint í summar fingu vit at vita, at játtanin helst fór at halda, sigur hon. Hetta hóast lønarvøksturin í fjóðra ársfjóðrinjgi ikki var innroknaður, so var mett tá, at játtanin var nóg stór til virksemi í ár. -Vit vita sjálvandi, at hendingar kunnu gera, at meira peningur verður brúktur, men sum sagt, seint í summar, var hetta ikki nakað, sum vit væntaðu, sigur Sirið Stenberg. Hon vísir á, at til dømis konfliktin á føðideildini hevur kostað eyka og so nevnir hon ymiskt annað, sum kann gera raksturin dýrari. -Tildømis er tað dýrt tá ið sjúklingar skulu av landinum við eykaflogfari, men tað er eisini dýrt við nýggjum viðgerðum og nýggjum heilivági. Hetta tilsamans kann gera, at játtanin ikki er nóg stór, sigur Sirið Stenberg. Heilsuverkið fer í dag á fund við fíggjarmálaráðið um, hvat kann gerast nú, so manglandi játtanin ikki gongur út yvir sjúkligarnar. Landsstýriskvinnan kundi ikki áðrednn blaðið fór til prentingar, siga hvat fór at henda, men fylg við á in.fo. Har fylgja vit við málinum eisini. -Fáa vit bíðilistan burtur, so kostar hetta ikki nakað eyka, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Miðflokkurin hevur eisini funn­ist hvassliga at tí sum hendir og kemur við einari møguligari loysn, eru tað pengar, sum amngla: -Flyt pengar frá Búskapar­ grunn­inum til heilsuverkið. Tað sigur formaðurin í flokk­ inum, Jenis av Rana. Sambært honum, er tað serliga óskilj­andi, at sjúklingaviðgerðir verða avlýstar og útsettar, tá tað sam­stundis er stórt yvirskot á fíggj­arlógini. Yvirskotið í ár verður væntandi 158 milliónir og komandi ár táttar yvirskotið í eina hálva milliard. Tað er tó serliga avsetta upp­ hædd­in til Búskapargrunnin, sum skurrar í oyrunum hjá Mið­flokk­ inum. Setast skulu 23 mió., kr. í grunnin í ár og 263 komandi ár. Formaðurin í Miðflokkinum heit­ir tí í tíðindaskrivi á lands­ stýrið um at heilsuverkið fær pening til raksturin frá Búskap­ar­ grunninum. Krevur viðgerð Tíbetur er tað soleiðis við al­menn­ um pengum, at tað ber ikki til at flyta millum ymisk økir, uttan so at hetta fær viðgerð og tingið – ella tingsins vegna fíggjarnevndin - sigur gott fyri flytingini. Tí krevur tað politiska við­gerð at flyta fleiri pengar til heilsu­ verkið. Tað tekur sjálvandi tíð, men tað gevur ikki fyribils nakað svar, hví heilsuverkið er endað í slíkari støðu. Seks milljónir eru sjálvandi nógv­ir pengar, men tá ið tað er úr einari pulju sum tewlir millum 1000 og 1500 milljónir, so eru seks milljón­ir ikki serliga nógv. Rætt skal tó vera rætt: sjálvar viðgerðirnar á Lands­sjúkra­hús­ in­um kosta góðar 450 milljónir krón­ur. Setti sjúkrahússstjórin, Ronnie Midjord, hevur sagt, at trupul­leik­ arnir á føðideildini í summar, hava kostað Landssjúkrrahúsinum nógv­ar pengar. Jarðmøðurnar vóru í stór­an mun sjúkrameldaðar í summ­ar og neyðugt var hjá Landssjúkra­hús­ inum at skaffa danskar vikarar inn. Hetta hevur verið ómetaliga dýrt. Arbeiðskonfliktir eru altíð nakað, sum leiðslan á einum stovni skal loysa. Og talan var um eina konflikt millum harðamøðurnar og sjúkrarøktarfrøðingarnar. Konfliktin var drúgv og hon er ein stórur partur av meir­út­ reiðslunum á Landssjúkra­hús­in­ um í ár. Royna at finna eina loysn í dag Arbeitt verður við at finna eina loysn á pengamanglinum hjá Landssjúkrahúsinum Hóast Landssjúkrahúsð hevur góðar 450 milljónir til sjúklingaviðgerð, so mangla knappliga seks milljónir í. Stríðið á føðideildini er ein stórur partur av tí,sum er brúkt ov nógv. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, væntað i heldur ikki, at ov lítið fór at vera av pengum eftir tí, sum hon fekk av vita seint í summar.