mánadagur 16. oktober 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Grundleggjandi
tænasturnar
í
norðurlendsku
vælferðarsamfel
øgunum umfata fyrst og fremst
heilsutænastuna.
Ein tænasta, sum kostar nógv,
men sum vælferðarsamfelagið rað
festir høgt, tí tað skapar eina trygd
millum landsins borgarar.
Í Føroyum siga vit, at okkara
heilsutænasta skal vera á leið á
sama støði, sum í hinum norður
londum. Ikki at okkara egna heilsu
verk skal veita allar tær somu
tænasturnar, men at verkið við
samstarvsavtalum tryggjar okkum
somu tænastur, sum hini londini
hava.
Sum skot úr byrsumúl kom
fram her 1.oktober, at Heilsuverkið
– les Landssjúkrahúsið - eftir at
níggju mánaðir eru farnir av fíggj
arárinum, hevur brukt allar játtað
ar pengar.
Avleiðingarnar eru beinanvegin
ógvusligar.
Allar planlagdar skurðviðgerðir
verða ikki gjørdar og er sjúkan ikki
lívshættislig, so verður ongin við
gerð framd nú og fram til nýggárs,
Torført er at skilja, hvør ber
ábyrgdina av, at hetta er komið so
fyri.
Fyribilssetti stjórin, Ronnie Mid
jord, sigur, at hann hevur fingið
greið boð frá politiska myndug
leikanum, sum í veruleikanum er
landsstýriskvinnan við heilsumál
um, Sirið Stenberg, at játtanin skal
haldast.
Tað er til at skilja, at játtanin
skal haldast. Tað sum ikki er til at
skilja og ikki fæst skil á, er hvør
tað er sum hevur brúkt ov nógvar
pengar og hví tað júst skal raka
ætlaðar skurðviðgerðir.
Rakar sjúklingar meint
Onki er at ivast í, at excel-arkið
roknar
rætt.
Spurningurin
er
bert um røtt tøl eru sett inn í
kolonnurnar, men rokniskipanin
tekur onki atlit til teirra, sum
endiliga skuldu fáa hjálp seinastu
tríggjar mánaðirnar í ár.
Remi Olsen av Argjum hevur
egna handverkarafyritøku. Hann
hevur ein skaða og hevði endiliga
fingið tíð at fara undir skurð í dag,
men í farnu viku fekk hann at vita,
at hetta er avlýst.
Maðurin hevur egna fyritøku. Í
hesa tíðini, hann hevur bíðað eftir
at sleppa frama,t hevur hann roynt
at arbeiða, men er hann komin til
at snara sær skeivt ella annað, so
hevur hann fingið so nógva pínu,
at hann hevur verið noyddur at
gevast.
Ein slíkur maður skal nú aftur
bíða í fleiri mánaðir áðrenn hann
aftur fær tíð at verða lagdur undir
skurð.
Okkum kunnugt eru tað fleiri
sum eru endað í líknandi støðum.
Ùtsetingarnar raka sjálvandi tey,
sum skulu viðgerast, men hetta
rakar eisini avvarðandi.
Politiskar reaktiónir
Politiska skipanin er rættuliga tung
í vendingini og tað vísir seg ofta, at
politiskir flokkar ikki reagera fyrr
enn teir sita í andstøðu.
Í hesum málinum er Sambands
flokkurin nú í ferð við at gera eitt
uppskot, sum skal tryggja, at øll
sleppa framat á sjúkrahúsinum
í seinasta lagi ein mánaða eftir
at staðfest er, at talan er um eina
sjúku.
-Vit halda, at vit eiga at gera
hetta nú.. Hetta er nakað, sum
gagnar bæði sjúklingunum, men
sjálvandi eisini teirra avvarandi og
sjálvum samfelagnum, sigur Kaj Lo
Holm Johannesen úr Sambands
flokkinum.
Hann hevur eins og formaðurin
í flokkinum víst á, at hetta við
bíðilistum í veruleikanum bert
er at útseta pínuna – bæði hjá
sjúklingunum og ta búskaparligu
pínuna.
Sjálvt um ein risastórur partur av inntøkunum hjá landskassanum fara til
heilsumál er steðgur komin í, nú seks milljónir eru brúktar ov nógv
KOM ÓVART
AT LS
HEVUR BRÚK
FYRI
SEKS
MILLJÓNUM