mánadagur 16. oktober 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120
Kaldari sjógvur
gevur meira fisk
Veðrið hevur verið ólagaligt,
men nú sær heldur frægari út, og
streymurin verður brúkiligur
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin, tá tey á Fiska
marknaði
Føroya
gjørdu
sínar metingar fyri fiskatil
feingi hesa vikuna, vóru fýra
línuskip til fiskiskap – eitt í
íslendskum sjógvi og trý
undir Føroyum, sum fiskaðu
longu og brosmu.
Í dag landar eitt línuskip,
og kanska landar okkurt
línuskip aftrat seinast í hesi
vikuni ella fyrst í næstu viku.
Uppundir endan av sein
astu viku vóru eingi útróðr
arlíkindi, tó at streymurin
var brúkiligur.
Nógv línuskip hava ligið,
men væntandi er, at fleiri
fara at loysa teir næstu dag
arnar.
Nú sær frægari út til veð
ur, og væntandi er eisini, at
onkur útróðrardagur verður
í hesi vikuni.
Higartil í heyst hava
útróðrarmenn
ikki
latið
nakað serligt at fiskiskap
inum, men góðar vónir eru
um, at fiskur verður at fáa,
tá sjógvurin verður kaldari.
Sunda kommunu
bjóðar nú busskoyring
til næmingar, sum
ganga í Skúlanum
við Streymin og sum
búgva longri burtur
enn ein kilometur frá
skúlanum.
Suðuroy
er langt
afturút
Vilmund Jacobsen
Skattainntøkurnar
hjá teimum sjey
kommununum í
Suðuroy fyrstu níggju
mánaðirnar í ár klára
slett ikki at fylgja góðu
gongdini í samfelagnum
annars. Suðuroyggin
liggur langt afturút, og
sjálvt Sandoyggin klárar
seg munandi betri,
tá ræður um vøkstur
í skattainntøkum.
Av teimum sjey komm
ununum í Suðuroy,
eru tað bara tríggj
ar, sum fyrstu níggju
mánaðirnar í ár
hava havt ein lítlan
skattavøkstur, og samlað
fyri alla Suðuroynna
er vøksturin á einans
1,2 miljónir krónur.
Hóast tað er hugtungt,
at Varðin Pelagic, sum
brann hin 9. juni í ár,
ikki hevur kunnað tikið
ímóti makreli og sild
í vertíðini, so er tað
kortini ikki persóns
skatturin í Suðuroy, sum
er minkaður nevnivert.
At einki virksemi er
á Varðanum Pelagic,
kemur serliga at merkj
ast aftur í minkandi
havnar-og vørugjøldum
og í partafelagsskatti hjá
Tvøroyrar kommunu.
Kristin Michelsen,
borgarstjóri í Tvøroyrar
kommunu, fegnast um,
at stóra uppsjóvarvirkið
nú verður bygt uppaftur.
- Felagið, sum eig
ur meginpartin av
Varðanum Pelagic, hevur
søkt Fiskimálaráðið um
at sleppa at flyta part av
eginkvotunum av sild til
2018, og Felagið Nótaskip
hevur eisini reist
sama ynski mótvegis
Fiskimálaráðnum.
Borgarstjórin sigur seg
vóna, at Fiskimálaráðið
fer at ganga hesum
umbønum á møti,
soleiðis at eisini Suður
oyggin, tá Varðin Pelagic
er bygdur upp aftur,
kann fáa lut í hesum
tilfeingi, sum so stórar
nøgdir eru av í løtuni.
- Eg veit ikki, um hetta
fer at lata seg gera,
tó at hetta ikki er
ókent millum okkara
samstarvslond,
men eg vóni, at
landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum fer at
ganga hesum ynskjum á
møti, sigur borgarstjórin.
FÓLKAVØKSTUR: Í Sjóvar
kommunu fegnast tey um stóra
prosentvísa fólkavøksturin í
kommununi seinasta árið. -
Lutfalsliga er vøksturin serstakliga
stórur í Sjóvar kommunu og
Sørvágs kommunu við ávikavist
5 og 4,7 prosentum. Lagt verður
aftrat, at størsta prosentvísa
minkingin er í Hovs kommunu
og Hvalbiar kommunu.
Tríggir mans framleiða
oljutangar í Vági
- Eftirspurningurin eftir oljutangum er nógv øktur, og
tað eru fleiri, sum skifta frá innitangum til jørðtangar,
sigur Magnus Mørk Hjelm á Tangavirkinum í Vági
Vilmund Jacobsen
Tangavirkið er eitt lutfalsliga
stórt arbeiðspláss í Vági,
og nú virkið hevur fingið
nýggjan og stóran handil við
fjølbroyttum vøruúrvali við
høvuðsdenti í hvs-útbúnað,
er hugsandi, at søluparturin
fer at veksa.
Gjøgnum
árini
hevur
smiðan loyst nógvar ymiskar
uppgávur og hevur verið
partur av nógvum størri og
smærri verkætlanum - ikki
bara í Suðuroy, men eisini
kring um landið.
Tangavirkið er kent sum
hvs-veitari, og smiðjan er
kend fyri sína framleiðslu av
eitt nú rekkverkum, trapp
um, dragarum og ymiskum
øðrum úr jarni og stáli.
Sum navnið sigur, fram
leiðir smiðjan eisini tangar,
serliga oljutangar til set
húsamarknaðin, men eisini
ymiskar serbygdar og stórar
tangar.
- Vit hava í minsta tríggjar
mans, sum burtur av eru í
framleiðsluni av oljutangum,
og eftirspurningurin eftir
jørðtangum er nógv størri
enn eftirspurningurin eftir
innitangum. Allir jørðtangar
verða klæddir við glastrevju,
sigur Magnus Mørk Hjelm.
Hann vísir á, at nógvir
oljutangar
eru
rættiliga
gamlir, og nú kunngerð er
galdandi, sum sigur, at lekar
ikki verða dekkaðir, um tang
in er eldri enn ávíst áramál,
eru tey mong, sum velja at
skifta oljutangan út.
-
Tá
tangin
verður
skiftur, eru tað fleiri, ið hava
innitanga, sum heldur velja
at keypa sær ein jørðtanga.
Magnus Mørk Hjelm sig
ur, at tangaframleiðslan í
Vági fer fram í gomlu smiðj
uni, meðan annað smiðju
arbeiði verður gjørt í kjall
aranum í bygninginum, har
nýggi handilin er í erva.
Tangavirkið framleiðir
bæði oljutangar til
sethúsamarknaðin og
ymiskar serbygdar tangar
Mynd: Vilmund Jacobsen