Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Hóskvøldið 19. oktober klokkan 19 verður tiltakið “sambinding/ inter­ twining” í Skúlanum á Giljanesi. Tiltakið, sum er eitt samstarv mill­um Reyða Kross Føroya og komm­unurnar í Vágum, hevur til enda­máls at savna tilflytarar og før­oyingar í sama rúmi til tess bet­ur at kenna og skilja ymiskar mentanir. Mett verður, at í Vágum eru fleiri enn 100 tilflytarar uttan úr heimi. - Vit vóna, at bæði tilflytarar og heimafólk taka væl undir við til­takinum, ið verður skipað við kunn­ing, práti og kaffi, siga tey í Vága kommunu. Granskingarverkætlan Tað verður borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hart­ mann Niclasen, sum fer at bjóða vælkomin, og síðan fer Erika Hayifield, adjunkur, at greiða frá áhuga­verdari gransk­ingar­verk­ætl­ an um útlendingar í Føroyum. Erika Hayifield fer at tosa um tað at navigera í einum samfelag við tøttum sosialum sambondum.  Søguliga hava Føroyar verið eitt lutfalsliga homogent fólk, hvat uppruna viðvíkur. Seinnu árini er talið av útlendingum tó vaksið nógv, og hesi eru alsamt meira sjónlig í samfelagnum. Avbjóðandi og fjálgandi Í Vága kommunu verður víst á, at í Føroyum hava vit sterk sambond, og samfelagið er merkt av tøttum vina- og familjunetverkum. - Tá fólk so koma, sum ikki hava sín uppruna her á landi, kann tað bæði vera avbjóðandi og fjálgandi, at Føroyar eru eitt so lítið land, og fólk kennast væl. Erika Hayifield fer við støði í tilfari frá tveimum verkætlanum at lýsa samspælið millum tað kenda og tað ókenda, tá mentanir møtast. “Bonde­ røven” í Østrøm Vilmund Jacobsen Í kvøld verður høvi at møta Frank Erichsen, sum vit kenna úr kendu donsku sjón­varps­ send­ingini, "Bonde­røven", í Østrøm í Havn. Hann fer at halda fyrilestur og greiða frá um lívið hjá sær og familjuni á Kastanie­gaarden. Bonderøven fer at greiða frá, hví hann og konan hava valt at liva eitt lív, har fremsta málið er sjálvbjargni. Vit hava í sjónvarpinum sæð, hvussu tey liva í ger­andis­ degnum, dyrka jørðina, fáa matin til vega við støði í gaml­ ari brúkbarari siðvenju. Tiltakið í Østrøm, sum byrj­ ar klokkan 19.30, verður vænt­ andi liðugt um 22-tíðina, og tað er fyritøkan bituff, sum skipar fyri. ARBEIÐIÐ er í gongd at orða ein nýggjan barna- og ungdómspolitikk fyri Eysturkommunu, og í hesum sambandi verður skipað fyri verkstovum fyri øllum viðkomandi áhuga­ bólk­um. Skipað verður fyri tilsamans sjey verkstovum, sum vara í hálvan dag hvør. Eftir illveður fara skipini nú útaftur Væntandi er, at nøkur av skipunum, sum hava loyst eftir illveðrið fríggjadagin, koma inn aftur at landa seinni í hesi vikuni Vilmund Jacobsen Fríggjadagin, tá veðrið gjørdist rætti­liga ólagaligt, brutu fleiri skip túr av, og millum hesi vóru fleiri partrolarar. Partrolarar, sum fiska upsa, hava annars havt brúkiligan fiski­ skap, men skipini fáa í løtuni lítið av øðrum fiskasløgum. Ein djúpvatnstrolari fiskar tosk og hýsu og kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í hesi vik­uni. Tveir fiska svartkalva og frysta fiskin umborð. Fríggjadagin lógu allir teir smáu trolbátarnir, men ætlandi loysti onkur um vikuskiftið, tá veðrið batnaði. Væntandi kemur onkur av trol­bátunum, sum eru farnir út­ aft­ur, inn aftur at landa seinni í hesi vikuni. Trolbátarnir fáa mest av toski og hýsu. Fríggjadagin lógu øll garna­ skip­ini við bryggju. Tey eru ann­ ars øll á svartkalvaveiði, og vænt­ andi er, at tey, sum eru farin út aft­ur, koma inn aftur at landa síðst í hesi vikuni. Í morgun seldi Fiska­ marknaður Føroya 21 tons av fiski fyri góðar 340.464 krónur. Størstu einstøku nøgdirnar vóru hýsa, longa, brosma og toskur Avbjóðandi og fjálgandi tá ymiskar mentanir møtast Erika Hayifield fer við støði í tilfari frá tveimum verkætlanum at lýsa samspælið millum tað kenda og tað ókenda, tá mentanir møtast Í Vágum eru fleiri enn 100 tilflytarar uttan úr heimi. Mynd: Tilvildarlig