Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120 fólki, sum ikki hava fingið eitt preið framman und­an, verður hann altíð væl mót­ tikin. –  Fólk eru sera fyri­kom­ andi og vinarlig, og tað kem­ ur næstan ikki fyri, at tey bera seg undan. Tað lætt­ir um hjá mær, at fólk vita, hvør eg eri og kenna send­ ing­ina. Tí er tað ikki ein heilt frammandamaður, sum bankar á dyrnar, sigur Tórður Mikkelsen. – Tað fellir mær sera lætt at fara út til fólk, og eg haldi, at tað er spennandi. Eg verði lætt hugtikin av fólki og teirra søgu, og eg haldi eisini, at lurt­ararnir kunnu verða fasin­eraðir av fólkunum, sum eg tosi við, og støðunum, sum eg vitji, sigur hann. Tórður Mikkelsen er end­ að­ur í mangum saman­hangi, sum hann ikki visti um, ella ætlaði at koma í. – Mær dámar væl at okk­ urt kann henda, sum eg ikki hevði roknað við, og tá ið fólk eru so opin og fyrikomandi kann eg sleppa við til ymiskt, sum eg ikki hugsaði um. Eitt kvøldið, eftir at eg hevði vitjað í Skálafirði, ringdi ein maður til mín og segði, at um eg skuldi uppliva bygd­ina, so mátti eg fara at vitja í bindi­ klubb­anum, sum var tað kvøldið. So leyp eg av­stað, og eg var væl mót­tik­in, tá ið eg kom á gátt, greiðir hann frá. Øll hava eina søgu Tórður Mikkelsen hittir nógv van­lig fólk – skilt soleiðis, at tað ikki eru fólk, sum eru frammi í álitisstørvum innan politikk, vinnu ella umsiting – og hetta er eisini nakað, honum dámar sera væl. – Mær nýtist ikki at tosa við politikarar, vinnulívsfólk ella onnur, sum eru frammi í sam­felagnum. Tað er áhuga­ vert at hitta vanlig fólk, tí tað er ein lívssøga í hvørjum ein­asta menniskja, og tað er spennandi at hoyra tey greiða frá, sigur hann. –  Eg leggi meg eftir at fáa ymisk fólk við í send­ ing­arnar, so at tað ikki bert verða eldri menn, sum greiða frá, men eisini kvinn­ur, ung og børn. Eg vil fegin tosa við fólk av báðum kyn­um í ymiskum aldri. Tað verð­ur ofta sagt, at ungfólk lurta ikki eftir útvarpi, men eg má siga, at eg fái nógv­ar við­ merk­ingar um send­ing­ar­nar frá bæði yngri fólki og børn­ um, so helst rakar hon breitt. Tórður Mikkelsen heldur, at júst hetta er hansara drív­ megi í sendingunum. –  Mær dámar væl leik­ lut­in sum tann spyrjandi út­varps­maðurin, og tá ið tú ar­beiðir við hesari sjangr­ uni, skerpast tú eisini. Eg royni altíð at vera spyrjandi og opin, og kemur okkurt óvæntað fram í onkrari samrøðu ella vitjan, meti eg tað sum eina styrki fyri send­ ing­ina. Eg vil ikki hava ov nógv fastlagt framm­an­und­ an, men royna at finna fram til tað, sum rørist millum fólk kring landið, sigur hann. – Eg havi áhuga fyri fólki, og mær dámar væl fólk. Eg kenni meg hepnan at ferðast so­leiðis kring landið og henta lavrber, sigur Tórður Mikkel­sen. UNDIR FÝRA EYGUM UM Tórð Mikkelsen Tórður Mikkelsen er 59 ára gamal og ættaður av Toftum. Hann er giftur Poulu úr Klaksvík, og tey búgva í Hoyvík. Tey eiga tvey børn. Tórður byrjaði yrkisleiðina á Oyggjatíðindi, sum tá var lokalblað í Eysturoynni, og síðani fór hann á Dimmalætting at starvast. Í 1989 fór hann í starv í Útvarpinum, og í 1998 flutti hann í Sjónvarpið. Tórður hevur sostatt starvast í 28 ár á stovninum, sum nú eitur Kringvarp Føroya. Tórður hevur starvast innan ymisk øki í Kringvarpinum, men seinnu árini hevur hann serliga fingist við at gera sendingina Við Tórði á túri. Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? – Eitt, sum eg geri nokk so fitt av, tá ið eg havi frí, er at vitja fólk. Hvør er besti lutur, sum tú eigur? – Kikarin. Heimanífrá kann eg kika yvir á heimbygdina Toftir, og hevði eg havt sterkari kikara, kundi eg kent fólk aftur á vegnum. – Mær nýtist ikki at tosa við politikarar, vinnulívsfólk ella onnur, sum eru frammi í samfelagnum. Tað er áhugavert at hitta vanlig fólk, tí tað er ein lívssøga í hvørjum einasta menniskja, og tað er spennandi at hoyra tey greiða frá, sigur útvarpsmaðurin Tórður Mikkelsen Mynd: Álvur Haraldsen