mánadagur 16. oktober 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Eg havi ongantíð verið í USA, og eg havi onkuntíð hugsað
at farið tann vegin, tí tað er eitt land, sum er eina vitjan vert
Hvønn føroyskan sang dámar tær serliga væl?
– Mær dámar sera væl sangin Um tú vilt gleði vinna. Yrkingin hjá Mikkjali
á Ryggi hevur ein góðan boðskap.
Eyðun Klakstein
Tórður Mikkelsen hevur síðani á
heysti 2013 gjørt sendingina Við
Tórði á túri í Kringvarpinum. Í
sendingini vitjar Tórður bygdir,
bygdaløg, býlingar, avtoftað bú
pláss, einstøk tiltøk og annað
kring landið, og málið er altíð
tað sama. Hann vil vita meira
um fólkini og lívið á staðnum.
– Forvitnið drívur meg, og
eg vil lýsa tað veruliga lívið
kring landið. Eg vil hitta fólk í
eygnahædd á teirra heimstaði,
og síðani gera eina viðkomandi
reportajsu
burturúr,
sigur
Tórður Mikkelsen.
Hann
hevur
síðani
1989
starvast í loftmiðlunum. Fyrst
var tað í Útvarpinum, frá 1998 í
Sjónvarpinum, og seinastu árini
í Kringvarpinum, sum umfatar
bæði Útvarpið og Sjónvarpið.
Í næstan 30 ár hevur hann
verið virkin miðlamaður, sum
fólk flest munnu kenna fyri
sendingar, ítróttafrásagnir ella
annað.
Út millum fólk
Tórður Mikkelsen fór á sín
fyrsta túr á heysti í 2013. Upp
runin til sendingina Við Tórði
á túri var ein onnur sending, Í
bygdalagnum, sum Elis Poulsen
gjørdi. Elis gjørdist sjúkur, og tá
var Tórður spurdur, um hann
vildi skiftast við Elis at gera
sendingina. Teir skiftust eitt
stutt skifti, og so yvirtók Tórð
ur sendingina. Tá hevði hann
eisini hug at gera sítt egna
konsept, sum bleiv til sendi
røðina, sum nú er landskend
undir navninum Við Tórði á túri.
– Mær dámar sera væl at fara
út til fólk, út um landið, og tað
havi eg gjørt nógv av gjøgnum
árini. Tí var eg sjálvandi klárur
at fara undir hesa sendingina,
tá ið eg fekk møguleikan, sigur
Tórður Mikkelsen.
–
Upprunaliga
hugskotið
var at fara út á tey smáu pláss
ini, sum vit ikki hoyra so nógv
um í gerandisdegnum. Eg vitji
støðini og royni at lýsa dagliga
lívið, tankar og annað, og tað er
sjálvandi púra avgerandi, at eg
hitti fólk á staðnum, sigur hann.
Fyrsta sendingin var úr Funn
ingsfirði, síðani úr Ánunum, úr
Svínáum,
Kollbeinagjógv
og
Lopra.
– Hetta eru pláss, sum eg
og nógv við mær vita lítið um,
men sum vit kanska ofta koma
framvið. Tí fekk eg hug at vitja
hesi støð, og við tíðini havi eg
eisini vitjað meira forkunnug
pláss, avtoftaðar bygdir, býlingar
og annað. Konseptið mennist og
broytist, og eg eri sera tilvitaður
um, at tað sendingarnar ikki
skulu tykjast verða einstátt
aðar endurtøkur – hvørki hjá
mær ella hjá lurtarunum, sigur
Tórður Mikkelsen.
Hann
hevur
eisini
gjørt
nakrar sendingar úr útlondum
– úr Ísrael, Kuba og Kenya.
Góð við heimplássið
Við Tórði á túri fer nú undir
fimta veturin, og framvegis eru
nógv hugskot um støð og fólk
at vitja.
– Hesi árini havi eg funnið út
av, at fólk bera heimaplássið í
hjartanum. Tey vilja fegin greiða
frá, og eg eri væl komin at vitja
tey og teirra bygd, sigur Tórður
Mikkelsen.
– Hóast eg havi gjørt nógvar
sendingar, eri eg framvegis altíð
spentur til næstu sending. Eg
havi tíbetur fingið ta gávuna, at
eg kenni ikki hetta arbeiðið sum
eina endurtøku, men heldur sum
eina nýggja uppgávu hvørja
ferð. Eg veit væl, at tað er skjótt
brenna út í hesum fakinum,
serliga um tú gert somu sending
ella somu uppgávur í longri tíð,
men eg eri takksamur fyri, at eg
ikki kenni hetta sum endurtøku
ella nakra plágu. Eg fari altíð líka
spentur undir næstu sending,
sigur Tórður Mikkelsen.
– Eg royni at gera sending
arnar ymiskar, og tað ber altíð
til at finna okkurt serligt, okkurt
sereyðkenni við einari bygd ella
einum plássi. Øll hava sítt, og tí
verða sendingarnar ikki so eins
táttaðar. Eg royni eisini at skifta
ímillum ymisk sløg av bygdum
ella støðum at vitja, og av og á
kann eg fara í Stakkin, á Sjó
mannadag ella á Bindifestival.
Vanliga brúkar Tórður Mikk
elsen ein staðkendan persón at
greiða frá bygdini ella staðnum,
og síðani vitjar hann eisini
ymisk fólk.
– Eg geri onkra avtalu, áðrenn
eg fari av stað, men eg vil eisini
hava, at ein partur er impulsivur.
At eg kann banka uppá hjá
fólki, sum ikki vita av, at eg
komi at vitja tey. Eg vil gjarna
hava, at tað eisini er ein nerv í
sendingunum, at tað kennist
ektað, og at alt ikki er planlagt
frammanundan, sigur hann.
– Eg leggi meg eftir at
brúka nógv ljóð í sendingun
um, tí fyri útvarpssendingar er
ljóð tað, sum myndir eru fyri
sjónvarpssendingar. Eg royni
altíð at gera samrøður við fólk,
har tey eru, tí eg vil ikki flyta tey
til viks ella á eitt meira friðarligt
stað.
Væl móttikin
Hóast Tórður Mikkelsen, sum
tann
spyrjandi
og
forvitni
útvarpsmaðurin, fer á gátt hjá
MÆR
DÁMAR
FÓLK
– Eg havi áhuga fyri fólki, og eg kenni meg hepnan at ferðast soleiðis
kring landið og henta lavrber, sigur blíðsnýðaði útvarpsmaðurin Tórður
Mikkelsen. Hann vitjar út í krókarnar í landinum, hittir fólk á gøtuhornum,
og stundum bankar hann bara ófráboðað á dyrnar við mikrofonini í hondini