Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað eru eini 40- 60 út­lendsk ferðafólkaskip á Havn­ini hvørt summar Áki Bertholdsen – Hetta verður ein vanlukka! Bogi Andreasen, bý­ráðs­ lim­ur í Havn, og for­mað­ur í vinnunevndini hjá Tórs­ havn­ar bý­ráð, er alt annað enn feg­in, nú landsstýrið um­hugsar at leggja eitt ser­ ligt avgjald á øll tey ferða­ fólkini, sum koma til Før­oyar við útlendskum ferða­fólka­ skip­um. Tað eru eini 40-60 út­ lendsk ferðafólkaskip á Havn­ini hvørt summar og ein­støk skip leggja eisini at aðr­a­staðni í Føroyum. Bogi Andreasen sigur, at longu sum er, rinda útlendsk ferða­fólkaskip Tórshavnar Havn ymisk gjøld fyri at koma til Havnar og tey rinda eis­ini fyri hvørt ferðafólk. – Tað eru ferðafólkaskip, sum rinda einar 200.000 krón­ur fyri at koma higar, so fyri havn­irnar hevur tað stór­an týdning av varðveita Men hann vísir somuleiðis á, at tað nýggja avgjaldið, sum nú verður umhugsað, skal beint í Landskassan og so­statt fáa kommunurnar, og tey, sum annars fáast við ferða­vinnu, ongan ágóða at fáa av tí. Formaðurin í Vinnu­ nevnd­ini sigur, at verður eitt av­gjald afturat lagt ferða­fólk við útlendskum ferða­fólka­ ski­p­um, er hetta tað sama sum at avtaka hetta slagið av ferða­vinnu. – Hetta er tað sama sum at biða tey útlendsku ferða­ fólka­skip­ini stýra langt utt­ an um Føroyrar, sigur Bogi Andre­asen. – Tað verður sagt, at vit eru ser­støk tjóð. Men vit eru kort­ini ikki so serstøk, at ferða­fólkaskip ikki klára at stýra uttan um okkum, verða vit ov gramm at leggja av­gjøld á tey, sigur Bogi Andre­asen. Og hann ivast heldur ikki eina løtu í, ger landsstýri álv­ara av hesum, fer tað at verða avleiðingin, at ferða­ fólka­skip­ini fara at sigla utt­an um Føroyar. Hetta eru í hvus­su so er royndirnar, onn­ur hava gjørt sær, sigur formaðurin í Vinnunevndini. Tað verður ein vanlukka fyri okkum Áki Bertholdsen Tað er nú greitt, at ósemjan í­millum leiðsluna á Lands­ sjúkra­hús­i­num og ljós­møð­ ur­nar, sum stakk seg upp fyrr í ár, hevur kostað Lands­ sjúkr­a­húsinum tríggjar milli­ ón­ir krónur. Ljósmøðurnar vóru stak ó­nøgdar við at bygn­að­ar­ broyt­ing­ar vórðu settar í verk á Landssjúkrahúsinum í ap­ríl í ár, sum førdi við sær, at pinkubarn­a­deild­in fór í tvey, har ein sjúkra­røkt­ar­ frøð­ing­ur skuldi gava leiðsl­ una av barsilsdeildini og ljóðs­móð­ur­in leiðsluna av føði­deild­ini. – Vit hava valt at lata leið­andi ljósmóðrina hava leiðslu­ábyrgd av viðgongu og føð­ing, har tær hava sína spíðs­kom­pe­tansu. Deild­ar­ sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ing­urin fær leiðslu­ábyrgd av barsil og ov tíð­liga føddum og sjúkum pinku­børn­um, har røktin og fyri­byrg­ing er í hásæti, sigur hann og heldur fram: Avleiðingin var, at ein stór­ur partur av ljós­møðr­u­ num vórðu sjúkrameldaðar og av­leið­ing­in av tí var, at tað var neyð­ugt við nógvum fremm­and­um avloysarum. Og Ronnie Midjord virk­ andi stjóri á Lands­sjúkra­ hús­i­num, sigur, at hendan ó­semjan hevur kostað Lands­sjúkr­a­hús­i­num tríggj­ ar milliónir krónur í løn til sjúkra­meld­aðar ljósmøður og til av­loysarar. Herfyri kom so eisini fram, at játtanin til Lands­ sjúkra­hús­ið fer ikki at halda í ár, og at allar viðgerðir, sum kunnu bíða til næsta ár, verða tað. Ronnie Midjord sigur, at fyri at vartðveita raksturin skuldi Landssjúkrahúsið hava átta milliónir afturat í ár, men síðani eru sparingar sett­ar í verk fyri tvær mill­ iónir, tað, ið eftir er av ári­ num. Ósemja kostaði Landssjúkrahúsinum tríggjar milliónir krónur Ó­semjan á føðideildini á Landssjúkrahúsinum hevur kostað tríggj­ar milliónir krónur í løn til sjúkra­meld­aðar ljósmøður og til av­loysarar