Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur síða 16 Vána­ ligt viku­ skifti hjá útisetum síða t Suður­ oy langt afturút Tað er gott, at Sambandsflokkurin kemur við uppskoti um við­gerð­ ar­trygd, nú tað vísir seg, at pengar mangla í á Lands­sjúkr­a­hús­i­num og til at senda sjúklingar utt­an­lands í sjúku­viðgerð. Vit liva í einum vælferð­ar­sam­ felag, har trygd eigur at vera fyri hjálp, tá vit gerast sjúk. Sjálv­andi kann tað verða trupult at á­seta ná­ grei­n­iliga, hvussu nógv sjúku­við­ gerð­ir fara at kosta í einum fíggj­ ar­ári. Men av royndum vita vit tað – eins og vit vita, at tað kann ganga upp og kann ganga niður. Tí fara tað onkuntíð at mangla pengar í, tað má so vera. Men tá er neyðugt, at vit hava røttu amboðini – og ikki minst politiska viljan, til at loysa trup­ul­leik­ar­nar, tá teir koma. Tað skal ongantíð gerast ein trup­ul­leiki hjá sjúklinginum, at Lands­sjúkra­húsi­num tørvar peng­ ar, ella at ov lítið er sett á fíggj­ar­lóg­ ina til sjúkuviðgerðir utt­an­lands. Tí er tað eitt gott hugskot, sum Sambandsflokkurin nú kemur við – og sum hann hevur nevnt upp und­ir val fyrr, uttan at gera nakað við tað – at eingin skal bíða longur enn ein mánað frá tí, at illgruni um sjúku er staðfestur, og til viðgerðin verð­ur sett í verk. Men Sambandsflokkurin er ikki fræg­ari enn hinir flokkarnir í so máta. Tí Sambandsflokkurin hev­ ur einki veruligt gjørt við hetta mál. Bárð­ur Nielsen skýtur eftir Fólka­flokk­i­num og Tjóðveldinum, sum skóru av blokkstuðlinum úr Dan­mark fyri harvið at geva teim­ um skyld­ina fyri, at sjúklingar nú mugu bíða. Síðani blokkniðurskurðin hev­ur Sambandsflokkurin sit­ið í lands­ stýr­i­num í 11 ár – Bárð­ur Niel­sen hevur sjálvur sitið sum fíggj­ar­ mál­a­ráð­harri. Sam­bands­flokk­ur­in hev­ur havt løgmann í sjey av hes­ um ár­um. So tá Bárður leggur alla skuld­i­na á blokk­nið­ur­skurð­in, so er tað tað reina spinn. Hó­ast vit øll kunnu semjast um, at tað var púra ørt at kuta blokkin nið­ur í óðum verkum, so kunnu vit ikki harvið staðfesta, at tað er orsøkin til allar ó­lukk­ur. Fortreytirnar broyttust, men samfelagið koyrir enn – og vit hava stórt yvirskot á fíggjarlógini, og tingfólk brúka pengar til mangt fjant og fjas sum kundu verið betur farnir. Tað er fúl skomm fyri sam­ gong­una, um hon ikki beinanvegin finnur hasar pengar. Uppskotið um viðgerðartrygd er sera gott og eigur at verða sam­ tykt alt fyri eitt. Men arbeiðið nú kon­struk­tivt í staðin fyri hatta barns­liga fjasið við at ganga runt og skylda upp á hvønn annan. Tí tit eru øll akkurát líka ring! veitið trygd fyri viðgerð Veitst tú, hvussu bak­ljósið virkar? Kanska hevur tú onkuntíð koyrt aftan fyri bil við sløkt­ um bak­ljósi og undrast, tí tað hev­ur verið skýmligt. Tað kann skapa vandamiklar støð­ur, um bakljós ikki eru tendr­að í til dømis skýming, regni og mjørka, og bilar aft­ an­fyri ikki síggja teg. Í hesum døgum eggjar Ráð­ið fyri Ferðslutrygd tí fólki til at kanna, hvussu bak­ ljósini virka og at tendra tey. Ein partur av orsøkini er, at ES til í 1. juli 2016 bert setti krav um at framlyktir tendr­aðu sjálv­virk­andi, tá tú tendr­ar bilin. Hetta var gald­andi fyri bilar fram­leidd­ ir frá 2011. Ein av grund­gev­ ing­u­num fyri hesum var, at mink­aða nýtslan av bakljósi skuldi hava jaligt árin á um­ hvørv­ið við minni nýtslu av brenn­i­evni og harvið minni CO2-útlát. Nakrir bilar eru soleiðis inn­rætt­aðir, at bakljósini tendra sjálvvirkandi, tá tað tørv­ar. Í øðrum verður bil­før­ ar­in mintur á at tendra ljós­ið, til dømis við at tað ikki er ljós í tólborðinum. Trup­ul­lei­k­ in við summum av bil­u­num er, at bakljósini ikki tendra sjálvvirkandi, fyrr enn tað er rættuliga myrkt. Trup­ul­ leik­in sæst serliga í skýming, toku, kavaroki ella lutvís upp­lýst­um tunlum, við tað at her tenda bakljósini ofta ikki. – Tað er eyðvitað skjótt at gloyma, tá vit í mong ár hava ver­ið von við at ljósini tendra sjálvvirk­andi. Har­um­framt er tað ikki ólógligt at koyra við sløkt­um bakljósum, tá tað er ljóst. Truplul­leik­in kann so koma, tá tað til døm­is ským­ir, fer at regna ella tú koyrir inn í ein tunn­il. Tá er ikki altíð, at bak­ljósini tendra í bilum fram­leidd­ir millum 2011 og 1. juli 2016, sigur Brynhild Høgna­dótt­ir úr Ráðnum fyri Ferðslu­trygd. Frá 1. juli 2016 kom ES- regla í gilidi, sum álegði bil­fram­leið­arum, at bæði framl­jós og bakljós á øllum nýggj­um bilum skuldi tendra sjálvvirkandi. Reglan skal fyribyrgja vanlukkur sum standast av manglandi ljósi. Men enn koyra nógvir bil­ar á vegunum, sum eru fram­ leiddir áðrenn. ES reglur hava sløkt bakljósini Øll sjúk fólk skulu sjálv­ andi hava hjálp sum skjótast Í dag tekur Johnni Poulsen við sum nýggjur stjóri á Magn Nýggi stjórin kennir fyri­ tøkuna væl framm­an­und­ an, tí seinastu 11 árini hevur hann verið fíggjarstjóri á Magn. Undan tí hevur Johnni Poul­sen millum annað starv­ast sum fíggj­ar­leið­ ari á Strand­ferðsl­uni og inn­an bú­skap og stra­tegi í norðurlendsku tele­fyri­tøk­ uni Telia í Danmark. Hann tekur við eftir Hendr­ik Egholm, sum 1. ok­ tob­er tók við sum sam­taks­ stjóri í íslendska Skeljungi, ið er móð­ur­felagið hjá Magn. Hann er útbúgvin cand. merc frá Copenhagen Bus­ in­ess School, og hevur eisini tikið eftirútbúgvingar hað­ ani, á London Business School og á IMD í Sveis. Nýggi Magn-stjórin er mið­vingur, 47 ár, giftur og eig­ur tríggjar døtur. Johnni nýggjur stjóri á Magn Nýggi stjórin hjá Magn er 47 ára gamal og miðvingur Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Góð ráð Hevur tú bil, har bak­ ljós­ini ikki altíð tendra sjálv­virkandi: • Kanna, um til ber at inn­stilla bilin, so bakljós­ini altíð tendra, tá tú tendr­ar bilin • Ella ven teg við altíð at tendra bakljósini, tá tú tendrar bilin. • Sært tú ein bil uttan ljós aftan: Blinka eina ferð vil langljósunum fyri at minna bilføraran á at tendra bakljósini.