Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD Føroysku U17-landsliðini í flogbólti hjá gentum og dreingjum luttaka í hesum døgum í kapping í Danmark, og so hava teir føroysku útisetarnir í hondbólti eisini verið í dysti hetta vikuskiftið Pætur Albinus FÓTBÓLTUR 24. oktobur spælir før­oyska kvinnulandsliðið ímóti Týsk­landi í HM-undan­kapp­ ing­ini, har Føroyar hava tapt fyrstu tveir dystir­nar 8-0 ímóti ávikavist Kekkia og Íslandi. Føroyski lands­liðs­ venjarin, Pætur S. Clement­ sen, hevur úttikið 20 leikarar til dystin. Tær eru: Monika Biskopstø (AaB Aalborg), Birita Bergsdóttir Nielsen (B68), Birna T. Mikkelsen (EBS/Skála), Lív F. Arge (Øster­bro IF), Súsanna Maria Hansen (B36), Heidi Sevdal (EBS/Skála), Ásla Johanne­ sen (B36), Eyðvør Klak­stein (KÍ), Rannvá B. Andrea­sen (KÍ), Olga Kristina Hansen (Østerbro IF), Milja R. Simonsen (HB), Anna Suna­ dóttir Hansen (EBS/Skála), Katrina Akursmørk (KÍ), Ansy Sevdal (EBS/Skála), Jón­vá Hentze (HB), Margunn Lind­holm (EBS/Skála), Arn­ borg Lervig (ÍF/Víkingur). Laila Pætursdóttir (B68), Rebekka F. Benbakoura (HB) og Jóna Nicolajsen (B36). Belgiski venjarin, Tom Saintfiet, sum eitt tíðarskeið frá 2002 til 2003 stóð á odda fyri B71, er blivin útnevndur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Malta. Hetta verður starv nummar 21 hjá honum síðani 1997, og sigast má, at 44 ára gamli venjarin hevur ferðast víða. Hann var seinast lands­ liðs­venjari hjá Trinidad og To­bago, men hann hevur eisini verið venjari hjá eitt nú Zimbabwe, Etiopia, Yemen, Malawi, Togo og Bangladesh. Hjá Malta tekur hann við eftir Pietro Ghedin, sum síðani starvssetanina í 2012 hevur vunnið ein dyst, spælt tríggjar javnar og tapt 26. Gunnar Nielsen og teir í FH fáa nýggjan venjara til komandi kappingarár. Tað er greitt, nú Ólafur Kristjáns­ son, einans fáar dagar eftir at hann fekk sekkin í danska Randers FC, hevur skrivað undir sáttmála við íslendska felag­ið, har hann tekur við eftir Heim Guðjónsson. 49 ára gamli Ólafur Kristjáns­ son hevur sjálvur spælt útvið hálvt annað hundrað dyst­ir fyri FH, og hann hev­ur eisini verið við til, sum venjari, at vunnið ís­ lendska meistaraheitið við Breiðabliki. Seinastu trý árini hevur hann verið venj­ari í Danmark – fyrst FC Nordsjælland og síðani Randers FC, men tað gekst illa báðar staðir, og nú vendir hann altso heimaftur til barn­dómsfelagið. FLOGBÓLTUR Venjararnir, Romica Øster og Magnar K. Vang, hava út­tikið U17-landsliðið hjá gent­um, sum skal vera við í evropeiskari kapping í Ikast í Danmark næstu dagarnar og fram til 20. oktober. Hini londini í kappingini eru Danmark, Ongland, Svø­ ríki, Finland, Norra og Ís­ land. Leikararnir eru: Petra Sunadóttir Hansen (Drátt­ ur), Elsa Samuelsen (KÍF), Inga Helena Henriksen (SÍ), Eva Gunn Niclasen (SÍ), Sára Maria Johansen (TB), Maria Gøthe Magnusdóttir (Fleyr), Sára Rannváardóttir Vatn­ hamar (Fleyr), Bjørk Nolsøe Isak­sen (Fleyr), Barbara Kára­dóttir Durhuus (Fleyr), Hilda Bolstad Mortensen (Fleyr), Zoe Elisabeth Dick­ son (KÍF) og Hanna Ians­ dóttir Biskopstø (Fleyr). Eisini venjararnir hjá U17- manslandsliðnum, Rajko Petrovic og Hans Simon­sen, hava úttikið hópin, sum skal vera við í somu evro­peisku kappingini í Ikast í Dan­ mark hesar dagarnar fram til 20. oktober. Hini lond­ini í kappingini eru Dan­mark, Norra, Ongland, Svøríki, Fin­land, og Ísland. Leikar­ ar­nir eru: Ari í Haraldstovu Peter­sen (SÍ), Ragnar Weihe (SÍ), Hjørtur Joensen (SÍ), Jón Weihe Simonsen (SÍ), Oddur í Haraldstovu Petersen (SÍ), Dávið Hentze (Mjølnir), Ás­lak­ur Holm (ÍF), Hákun Weihe Heinason (Fleyr) Jón­ finn­ur Jógvansson Hansen (Fleyr), Niklas Samuelsen (Fleyr) og Julian Vest Nicla­ sen (SÍ). HONDBÓLTUR Tað verður Birgir Han­sen, sum restina av kapp­ingar­ ári­num fer at venja kvinn­ urnar hjá Neistanum. Tað veit KVF at siga. Hann tekur við eftir Danilo Gagliardi, sum Neistin skilti seg av við fyri einari viku síðani. Birgir Hansen hevur verið seinastu árini verið lands­ liðs­venjari og havt við venjara­útbúgvingar at gera, og hetta verður fyrstuferð síðani 2012, at hann verður venjari hjá einum felagi. Helgi H. Hoydal og lið­ felag­arnir úr Odder taptu um vikuskiftið annan dystin á rað, tá ið tað gjørdist til eitt 29-23-tap ímóti Randers HH. Tað var serliga fyrri hálv­leikur, sum gekst illa hjá Odder, tí tá vóru teir nevniliga aftanfyri 16-7. Helgi H. Hoydal skeyt tvey av mál­ unum. Eftir sigrar í fýra teim­um fyrstu dystunum og ein oddasess í næstbestu donsku deildini, so hevur Odder nú tapt tveir dystir á rað og er dottið aftur á sætta pláss, tó sama stigatal sum nummar fýra í deildini. Aðrir føroyingar hava eisini verið í dysti í næst­ bestu donsku deildini hetta vikuskiftið. Rói Berg Han­ sen og teir í FIF stríðast – teir hava einans eitt stig og taptu aftur hetta viksukftið. Hesaferð taptu teir stórt 36-20 ímóti HEI Skæring. Rói skeyt tvey mál. Jónas G. Djurhuus skeyt eitt mál, tá ið HØJ tapti 26-22 ímóti Skive, meðan Fríði Weyhe ikki kom á máltalvuna, tá ið Frederikshavn FI 28-16 ímóti Fredericia. Flestu før­oyingafeløgini eru nú undir miðjuni, men á ein­ um deildum 1. plássi er TMS Ringsted, har danin á føroyska landsliðnum, Nicklas Selvig, spælir. Hann skeyt hesaferð eitt mál í 28-20-sigri ímóti Stoholm. TENNIS Stóra kappingin, ein so­kall­að ATP 1000, endaði í Shang­hai hetta vikuskiftið. Mans­ finalan var ímillum teir báð­ ar høvdingarnar, Rafael Na­ dal og Roger Federer. Tað var 36 ára gamli Roger Federer, sum vann finaluna 6-4, 6-3 ímóti tí fimm ár yngra Rafael Nadal, sum annars er greitt betri innanhýsis og hevur vunnið 23 av teirra 38 innanhýsis dystum. Tá ið nýggjur heimsstyrkislisti verð­ur kunngjørdur í hesari viku­ni, er tað Rafael Nadal, sum er nýggjur nummar eitt í heiminum. Nevnast skal tó, at teir báðir heimseittararnir frá fyrr í ár, Novak Djokovic og Andy Murray, eru skaddir. ROYNA SEG ÍMÓTI STINNUM TJÓÐUM