mánadagur 16. oktober 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Víkingur kundi við einum
sigri tryggjað sær FM heitið
uttan hjálp aðrastaðni frá. Tá
KÍ vann í Gundadali, so hevði
eitt stig eisini verið nokk,
men tað endaði við, at FM
veitslan bleiv útsett, tí Árni
Frederiksberg annan dystin
á rað móti Víkingi skorar av
gerandi málið.
Vit hava eitt FM-stríð,
men spenningurin er lítil, tí
Víkingur er trý stig fremst
og hevur ein málmun, sum
er átta mál betri enn KÍ.
Dysturin við Løkin var
ikki uttan dramatikk, tá
Andreas Lava Olsen fekk
reytt kort móti endanum.
Veitslan er útsett
Víkingur hevur í longri tíð
verið á FM-kós og tað hevur
bara verið ein spurningur
um nær. Longu undan lands
liðssteginum hevði Víkingur
møguleikan at tryggja sær
gullið, men bæði B36 og KÍ
vóru innanfyri mark, tá um
farið var liðugt.
Hesa ferð skuldi meira
ganga galið enn rætt, fyri ikki
at vinna FM. Men næstan alt
gekk galið. Víkingur tapti og
KÍ vann. Endaði dysturin í
Gundadali við javnleiki, so
var FM heima. Fyri Víking
kemur tað tó væl við, at tað
var KÍ og ikki B36, sum vann
í Gundadali. Tað ger, at tað er
helst bara á pappírinum, at
KÍ kann vinna FM. Trý stig
og átta mál er so gott sum
óhugsandi, at innheinta upp
á eitt umfar.
Vinna
FM á
heimavølli
Í seinasta umfari hevur
Víkingur
heimvøll
móti
EB/Streymi, meðan KÍ er á
heimavølli móti NSÍ. Vík
ingur hevur vunnið báðar
dystirnar móti EB/Streymi
fyrr í ár, so tað er nógv sum
bendir á, at tað verður FM
veitsla
í
Gøtu. Seinast
vann
Víkingur
FM á Argjum.
Víkingur verður uttan
Adeshina Lawal og Andreas
Lava
Olsen.
Andeshina
Lawal fekk sítt fjórða gula
kort í ár, meðan Andreas
Lava Olsen fekk beinleiðis
reytt kort móti dystarenda.
trondur@sosualurin.fo
ÁRNI SPENTI
AFTUR BEIN
FYRI VÍKINGI
Árni Frederiksberg útsetti FM veitsluna, tá hann
við góðum skoti tryggjaði NSÍ sigur á Víkingi.
Úrslitið hevur við sær, at KÍ framvegis hevur
ein møguleika at heita Víking í seinasta umfari
FM veitslan útsett: