Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tað er langtsíðani at føroysku fótbóltsútisetarnir hava havt eitt so vánaligt vikuskiftið, sum hetta vikuskiftið háttaði seg. Tað eydnaðist ongum av útisetunum at fáa ein, meðan fleiri profilar als ikki vóru á vøllinum fyri síni feløg André Olsen Fyri føroysku fótb­ólts­úti­ setarnir hevur hetta viku­ skiftið verið eitt av teimum ring­astu vikuskiftunum í langa tíð. Felags fyri allar úti­setarnar var, at eingin av teim­um megnaði at fáa ein sigur hetta umfari, meðan fleiri av teimum størstu pro­ filunum als ikki vóru á vølli­ num fyri síni feløg. Millum profilarnar, ið als ikki vóru á vøllinum hetta vikuskiftið vóru Gilli Rólants­son Sørensen, Jóan Símun Edmundsson og Sonni Ragnar Nattestad. Gilli sat uttanfyri við skaða Talan skuldi annars upp­ runa­liga vera um føroyinga­ upp­gerð í bestu norsku deild­ini, tá Molde og Brann sunnu­kvøldið brustu saman. Men hvørki Sonni Ragnar Nattestad ella Gilli R. Sørensen vóru í hópun­ um hjá Molde ella Brann sunnukvøldið. Meðan Sonni Ragnar Nattestad ikki ordu­ liga er komin inn í hitan hjá Molde enn, mátti Gilli R. Søren­sen sunnukvøldið sita uttan­fyri við skaða. Eg havi trupulleikar við baklærinum, og fysio­tera­ peut­urin ráddi mær frá at spæla dystin móti Molde sunnu­dagin. Eg vænti tó at vera klárur aftur komandi viku­skiftið, tá vit fáa vitjan av Rosenborg, sigur Gilli R. Søren­sen. Heldur ikki Jóan Sím­ un Edmundsson var á vølli­num fyri OB hetta viku­skiftið. Jóan Símun Edmunds­son sat allar 90 minutt­irnar á bonkinum, tá OB sunnudagin vann 1-0 á heimavølli móti verandi donsku meistarunum úr FC Keypmannahavn. Jóan Símun Edmundsson hevur sum heild ikki orduliga havt við­vind seinastu mánaðirnar fyri OB, eftir at hann í vár annars var stóri profilurin í hópi­num hjá OB. Hallur og Viljormur fingu skuffandi úrslit Einastu føroysku útisetarnir sum um vikuskiftið vóru við frá byrjan fyri síni feløg, vóru Hallur Hansson og Vilj­ ormur Davidsen, sum byrj­ aðu inni fyri ávikavist AC Hor­sens og Vejle. Fyri teir báð­ar var talan um skuffandi fót­bóltsvikuskiftið. Tað sá annars lovandi út hjá Hallur Hansson og AC Hor­sens, tá teir leygardagin spældu móti Hobro. AC Hor­sens var bæði á odda 1-0 og 2-1 í heimadystinum móti Hobro, umframt at AC Horsens í 83 minuttir av dystinum spældu við ein­um manni í yvirtali. Men allíka­ væl eydnaðist tað Hobro at stjala eitt stig við sær úr Hor­ sens, tí dysturin endaði við 2-2 javnleiki. Hallur Hansson spældi fyrstu 73 minuttirnar fyri AC Horsens. Viljormur Davidsen og Vejle eru seinastu vikurnar dragn­aðir í oddastríðnum í næst­bestu donsku deildini. Sunnu­dagin tapti Vejle 3-1 á heimavølli móti Esbjerg, soleið­is at Vejle nú liggur á øðr­um plássi í næstbestu deild­ini. Í 3-1 ósigrinum móti Esbjerg sunnudagin spældi Viljormur Davidsen 57 minuttir, áðrenn hann var av­loystur av svenska Victor Wernersson. Jákup Thomsen fekk debut og tvey mál kolldømd Á odda í næstbestu donsku deild­ini í løtuni, er lið, við føroyskari umboðan. Tal­an er um Thisted FC, har U-21 lands­liðsleikarin, Jákup Thom­sen, í løtuni er út­ leig­aður til. Sunnudagin fekk Jákup Thomsen sín­ar fyrstu minuttir fyri Thi­sted. Men heldur ikki hjá Jákup Thomsen og Thisted eydn­ aðist tað sunnudagin at fáa ein sigur. Thisted spældi 2-2 javnleik á heimavølli móti Brabrand. Merkisvert við dystinum hjá Jákup Thom­ sen var annars, at Jákup Thom­sen tvær ferðir fekk bólt­in í málið til 3-2 undir dysti­num, men at bæði mál­ ini vóru kolldømd. andre@sosialurin.fo VÁNALIGT VIKUSKIFTIÐ HJÁ FÓTBÓLTSÚTISETUNUM Gilli R. Sørensen var sunnudagin ikki við í hópinum hjá Brann móti Molde. Gilli væntar tó at vera klárur komandi vikuskiftið, tá Brann fær vitjan av Rosenborg Hóast ein mann í yvirtali í 83 minuttir av dystinum leygardagin, eydnaðist tað ikki Halli Hansson og AC Horsens at fáa trý stig í heimadystinum móti Hobro