Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR 1.DEILD Venjarin roknar við, at fleiri hava møguleika at røkka á besta liðið, um teir framvegis vera so nærlagdir, sum teir hava verið í ungdómsdeildunum Jóannes Hansen Við trivaligum 4-0 sigri í Suður­oy syrgdi næstbesta lið­ið hjá Víkingi leygardagin fyri, at tað vera tvey sett av heiðurs­krónum, sum verða hand­að í Eysturkommunu leygar­dagin. Næstbesta liðið fær umleið klokkan 14.30 silvur­krónur, áðrenn besta liðið um fimm tíðina fær gull­krónur og FM steypið. At Víkingur hevur tryggj­ að sær næstfremsta plássið í næstbestu deildini er merkis­ vert. Tað er eisini merkisvert, at eingin av teimum fimtan, sum hava spælt fjúrtan ferð­ ir ella fleiri enn tað, eru eldri enn 20 ár. Teir flestu eru 18- 20 ára gamlir. Venjari hjá ungu monnun­um er 31 ára gamli Jóhan Petur Poulsen, sum er upp­vaksin á Toftum og í síni tíð spældi við B68. Hetta er triðja árið, at hann hevur ábyrgd­ina av næstbesta Víkinga liðnum, og tí veit hann væl, hvørjar orsøkirnar eru til, at ungu menninir hava megnað úrslit, sum sjálv­sagt vekja sovornan ans, at tað verður fregnast um uppskriftina: -Hetta er úrslit av mið­ vísa barna- og ung­dóms­ arbeiðnum, sum teir í Víkingi settu sær fyri at gera, tá ið felag­ið varð stovnað. Hesir dreing­irnir og teir og tey, sum koma aftaná, hava altíð havt vælútbúnar og til­ komnar venjarar. Teir hava verið sera nærlagdir, og tað er sjón fyri søgn, at tað ber úrs­lit við sær, sigur Jóhan Petur Poulsen. Víkingaliðið hevur vunnið seks teir seinastu dystirnar við samlaða málmuninum 15-1. Skal tað roknast við, at fleiri av hesum dreingjunum fara at spæla á besta Víkinga lið­num um ikki so langa tíð? -Fleiri teirra hava longu snodd­að til besta liðið. Um teir framvegis vera so nærlagdir, sum teir hava verið higartil, so er tað sannlíkt, at vit næstu árini fara at síggja fleiri teirra í bestu deildini, heldur Jóhan Petur Poulsen. Teir fimtan, sum hava spælt mest, eru sambært faroe­soccer.com tvíburarnir Elias Lervig og Hans Jákup Ler­vig, Ási Rasmussen, Tonni Thomsen, Óla Kristian Jacob­sen, málverjin Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svens­ son, Petur í Túni Peter­sen, Mikal á Reynatrøð, Mag­ nus Heinason, Regin Jen­ sen, Pól Enok Hansen, Hjalti Strømsten, Fannhard Skora­ dal og Dávur á Reynatrøð. Í síðsta umfari skulu teir spæla á heimavølli ímóti Giza Hoyvík. B68 møguleikin Giza Hoyvík hevði leygar­ dagin vitjan av teimum næst­ bestu hjá KÍ. At klaks­vík­ ingar taptu 3-1 er ein partur av frágreiðingini uppá, at spurn­ingurin um uppflyting ikki verður svaraður fyrrenn eftir síðsta umfar. Hin parturin av frá­greið­ ing­ini er, at B68 tapti 2-0 ímóti AB. Orsaka av nógva vindi­ num var heimavøllurin hjá Giza Hoyvík fluttur úr Hoy­ vík og oman í Gundadal, og heimavøllurin hjá AB var fluttur av Argjum og á Tórs­ vøll. At B68 og KÍ einki fingu við sær úr høvuðsstaðnum ber við sær, at tað er góður møgu­leiki fyri, at tað bara verð­ur AB, sum fer at flyta upp. Um B68 skal vinna upp­ flyting, so skulu toftamenn vin­na triðja plássið frá KÍ, sum í síðsta umfari eigur heima­vøll ímóti AB. KÍ er trý stig og fjúrtan mál frammanfyri B68. Um klaksvíkingar megna at vinna stig ímóti AB, so verð­ur tað bara vinnarin av deild­ini, AB, sum flytur upp, og harvið sleppur 07 Vestur undan at flyta niður úr bestu deildini. Um AB umframt gull­ krón­urnar og steypið fyri at vinna næstbestu deildina eisini hevur sigurin við sær úr Klaksvík, so hevur B68 møgu­leika at flyta upp. Um AB vinnur t. d. 2-0 í Klaksvík, so skal B68 vinna 12-0 ímóti ÍF fyri at tryggja sær rættin næsta ár at spæla í bestu deildini. B68 og næstbesta ÍF lið­ ið hava spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum. Í fimta umfari vann B68 3-0 á Svanga­skarði, og í seytjanda um­fari vann B68 5-2 í Fløtu­ gerði. Meðan næstbesta liðið hjá ÍF fer at spæla á Toftum, fara teir í 07 Vestur at fyrireika seg í Fuglafirði at spæla ímóti besta liðnum hjá ÍF. Máltindurin Bjarki Nielsen AB 19 Aksel Danielsen KÍ 15 Jobin Drangastein AB 13 Rói av Fløtum HB 13 Hans J. Lervig Víkingur 12 27. umfar Leygardagin klokkan 12.30 KÍ-AB Víkingur-Giza Hoyvík B68-ÍF HB-Suðringar B36-NSÍ 1. deild støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 AB 26 20 4 2 86 18 +68 64 2 Víkingur II 26 15 5 6 51 27 +24 50 3 KÍ II 26 14 4 8 62 36 +26 46 4 B68 26 13 4 9 54 42 +12 43 5 HB II 26 10 6 10 60 48 +12 36 6 NSÍ II 26 11 3 12 65 59 +6 36 7 Giza Hoyvík 26 9 8 9 49 47 +2 35 8 TB/FCS/Royn II 26 9 4 13 48 68 -20 31 9 B36 II 26 7 6 13 80 59 +21 27 10 ÍF II 26 0 0 26 13 164 -151 0 ÍF-B36 1-3 (0-1) 0-1: Eli Christiansen 23. 1-1: Høgni á Lakjuni 78. 1-2: Hugin Samuelsen 82. 1-3: Hugin Samuelsen 90.  NSÍ-HB 2-1 (0-1) 0-1: sjálvmál 45. 1-1: Aron Knudsen 50. 2-1: Haraldur R. Højgaard 57.  Giza Hoyvík-KÍ 3-1 (1-0) 1-0: Niklas Fríði Jacobsen 33. 1-1: Steinbjørn Olsen 57. 2-1: Ahmed Keita 75. 3-1: Óli R. Hansen 90.  AB-B68 2-0 (1-0) 1-0: Rasmus Dan Sørensen 21. 2-0: Bjarki Nielsen 94.  Suðringar-Víkingur 0-4 (0-2)  0-1: Hans Jákup Lervig 41. 0-2: Pól Enok Hansen 45.+1. 0-3: Elias Lervig 79. 0-4: Hans Jákup Lervig 93. Nýtt ættarlið av víkingum bjóðar seg fram Jóhan Petur Poulsen hevur nú í trý ár verið venjari hjá næstbesta Víkinga liðnum