Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen FM fagnaðurin varð avlýstur ella rættari útsettur í Runavík, tá ið Vík­ ingur tapti grannauppgerðina 2-1. Sum 18. juni í Sarpugerði so vann NSÍ 2-1, og sum fyrr í summar var tað aftur Árni Frederiksberg, sum skor­aði sigursmálið við framúr lang­skoti. B36 misti FM møguleikan, tá ið KÍ fór úr Gundadali við 3-1 sigri. Nú eru tað bara klaksvíkingar, sum kunnu seta roknistykki upp, ið hevur sum fasitt, at tað ber til at finna annan meistara enn Víking. Víkingur hevur 52 stig, og KÍ hev­ur 49 stig. Málmunurin hjá Vík­ingi er +30. Málmunurin hjá KÍ er +22. Í finaluumfarinum fær KÍ vitjan av NSÍ, og Víkingur fær vitj­ an av EB/Streymi. Tað er lítil ella rættari sagt eing­ in ivi um, at Víkingur fer at endur­ vinna FM heitið, og harvið fara fýr­ verkið og sjampanjan, sum í gjár vórðu lorað niður aftur í taskurnar, at koma til sín rætt leygardagin í Sarpu­gerði. Stóri spurningurin er, hvussu tað verður við silvur og bronsu­ krón­unum. KÍ hevur 49 stig, B36 hevur 47 stig og NSÍ hevur 46 stig. Mál­mun­ urin hjá B36 er +24, og hjá KÍ er hann +22. Harvið hava KÍ, B36 og NSÍ møguleika at vinna silvur, og øll hava møguleika at enda á fjórða plássi. B36 skal leygardagin spæla granna­uppgerð ímóti HB. Í gjár var tað merkisvert, at niður­flytararnir í ÍF vunnu 4-2 á útivølli ímóti EB/Streymi, og at 07 Vestur, sum er á níggjunda plássi og bíðar inntil leygardagin eftir, hvør lagnan verður, vann á heima­ vølli ímóti Suðringum. Málleysi javnleikurin á Skála ber við sær, at Skála nú er fremst í kapp­ingini um sætta plássið. HB er og verður nummar fimm. Hjalgrím kendi sigurin søtan B36-KÍ 1-3 Tað hava onkuntíð verið fleiri klaks­víkingar í Gundadali, enn tað vóru í gjár. Teir, sum vóru møttir upp, fegnaðust. Jóannes Bjartalíð setti hol á við stútara, áðrenn hann fór skaddur av vøllinum, Albert Adu økti til 2-0 við stútara, áðrenn spenn­ingur kom í aftur, tá ið Høgni Eysturoy hegnisliga fluktaði bóltin í KÍ málið eftir horna. Hetta var fyrsta málið ímóti KÍ síðani 24. august – 113 ára stovningardagin hjá KÍ - tá ið tað endaði 1-1 í Sørvági, og KÍ harvið misti sera avgerandi stig í FM kappingini. Uppspælið til 1-0 málið var meistarligt: -Vit vunnu bóltin aftarlaga, og so gekk tað skjótt. Eftir eitt tvey saman­spæl við Albert Adu legði eg inn­fyri, og so setti Jóannes Bjartalíð bóltin í málið. Vit vistu, at B36 fór at hava bóltin nógv, men vit vóru væl skip­aðir, og tað sást í okkara spæli, at vit høvdu lisið uppá lektiuna, sigur Hjalgrím Elttør, sum orsaka av skaða ikki hevur verið so nógv við seinastu ferðirnar, men sum ígjár var eyðsýndur. Og hann leggur aftrat: - S i g u r i n kennist sera søtur, tí fyri fýra mánaðum síðani taptu vit 5-1 á heimavølli ímóti B36. Tað ber til at rokna seg fram til, at vit kunnu fáa Víking aftur, men tað hugsa vit ikki um. Nú ræður um at vinna ímóti NSÍ, so vit kunnu tryggja okkum silvur krónurnar annað árið á rað. Í fjør vóru vit vón­brotnir um, at tað ikki endaði við gulli, tá ið vit leingi lógu so væl fyri. Sum tað hevur sæð út síðstu vikurnar, so fer tað at kennast sum um – um tað eydnast - at vit vinna silvur, sigur Hjalgrím Elttør. B36 stýrimaðurin á miðvøllinum Róaldur Jakobsen var vónbrotin: -Tað eydnaðist okkum ongantíð at fáa samanspælið at rigga nóg væl og í tí tempo, sum vit plaga at megna. KÍ vardi væl, og tað varð tungt hjá okkum, tá ið vit lógu undir 2-0. Tá ið Høgni Eysturoy eftir horna hevði minkað um munin við sera hegnisligum skoti, var tað neyðugt í síðstu løtu at spenna álopsbogan, og so skoraði Dion B. Splidt til 3-1, tá ið hann varð púra leysur. Vit fara at geva okkum fult og heilt ímóti HB. Hvat endastøðan verð­ur valdast eisini, hvussu tað fer at laga seg hjá NSÍ í Klaksvík, sigur Róaldur Jakob­sen Venjingardystur á Skála Skála-HB 0-0 Niðurstøðan hjá HB venjara­num Sig­fríða S. Clement­ sen var skjót og greið eftir mál­leysa javn­leikin á Skála: -Hetta var sum venj­ingar­dystur í oktober millum tvey lið, sum ikki hava nakað at spæla fyri. Ferð­in var lág, og møguleikarnir fáir og smáir, sigur HB venjarin. Skála venjarin er ikki heilt samd­ur við starvsfelagan á HB beinki­num: -HB hevði yvirvág fyrsta korter­ ið. So tóku vit yvir, og vit spældu okkum til møguleikar, sum kundu borið leiðslumálið við sær. Men so skal leggjast aftrat, at Andras Gango í málinum hjá okkum stór­ bjargaði fram ímóti dystarenda, tá ið HB hevði dupultan møguleika. Støðutalvan sigur, at vit hava møguleika at vinna sætta plássið, og tað ætla vit okkum at gera við sigri í Trongisvági leygardagin, sigur Pauli Poulsen, sum fyri síðstu ferð var ábyrgdarmaður á Skála beinkinum undir Mýruhjalla. ÍF beit frá sær EB/Streymur-ÍF 2-4 EB/Streyma venjarin Heðin Ask­ ham var vónbrotin av úrslitinum eftir 4-2 heimatapið ímóti ÍF. -Tað vóru ov nógvir, sum vóru sinni­liga farnir í heystfrí. Vit løgdu ikki so galið fyri, og vit spældu okk­ Effo-deildin: KÍ, NSÍ og B36 hava øll møguleika at enda á øllum plássunum frá tvey til fýra, og í botninum bitu tey bæði aftastu av álvara frá sær STÓRT STRÍÐ UM SILVURIÐ 07 VESTUR – REGIN DAVIDSEN Betra liðið vann trygt í dag! Og vit hava langt um leingi sett veruliga hol á málskjótingina. Nú mugu 1. deild hjá ÍF og KÍ spenna seg út leygardagin, so vera øll glað! NSÍ – JAN B. ANTHONIUSSEN Sorry, Víkingur. Not today! Vit skulu nokk hjálpa tykkum næsta vikuskifti. Tillukku við FM! Kanska vit bara taka silvurið, nú vit eru so gott í gongd! Góðir ! TB/FCS/ROYN – JANUS KJÆRBO Okur mugu bara tryggja okkum hatta 6. plássi leygardagin. So endar árið gott. SUÐRINGAR! ÍF – SÆBJØRN LEITI So vunnu vit aftur ein dyst!  Okkara menn vístu vilja til tað síðsta, sjálvt um vit fara ein túr niður í 1 deild. Koyr á ÍF! EB/STREYMUR – RÓGVI DAM Ordans hyggens, nógvir góðir brendir kjansir  Vit vóru betri, men tað skeiva liðið vann Saman standa vit sterk B36 – LISSI MOURITSEN Man er eitt pikkalítið sindur vónbrotin nú man hevur mist FM møguleikan ! Vit royndu og royndu men ikki gekk tað eftir ætlan ! Eg gleði meg til leygardagin