Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR um til møguleikar. Hóast vit vóru aftanfyri 3-0 í hálvleikinum, so kendu vit tað ikki vera heilt vón­ leyst, og tað kom spenningur í, tá ið vit eftir lítlari løtu minkaðu um munin til 2-1, tá ið Ari Mohr Olsen skoraði eftir innlegg frá Pæturi J. Peter­sen, og tá ið Pætur J. Petersen so minkaði um munin til 3-2. Men teir øktu beinanvegin til 4-2, og so megnaðu vit ikki at svara aftur. ÍF eigur nógvar góðar spælarar. Í ár hevur tað ikki gingið eftir vild hjá teimum, men ímóti okkum eydn­ aðist hjá teimum, sigur EB/Streyma venjarin. Niðurflytingin er veru­leiki, men sjálvsagt vóru teir í ÍF leguni væl nøgd­ir við avrikið og úrslitið við Marg­áir: -Tað er altíð hugaligt at vinna, og tað er týdningarmikið fyri felagið og framtíðina, at kappingarárið endar væl. Pedro stútaði okkum fram­um beinanvegin eftir frí­spark, og Ari Ó. Ellingsgaard økti um leiðsluna við skoti av brots­teigar­ marki­num. Dygst undan steðginum var Kristoffur Jakobsen, sum var fremstur, fyrstur á returbólti, og tað var hugaligt at bíða eftir seinna hálv­leiki og at vera frammanfyri 3-0, sigur Niels Pauli Danielsen hjá ÍF. Hann ásannar, at teir kendu seg eitt sindur kroystar, tá ið EB/ Streym­ur minkaði um munin til 3-2: -Tíbetur var tað bara ein lítil løta, so skoraði Bogi Reinert Peter­ sen til 4-2, tá ið EB/Streymur legði nógv fyri í royndini at javna, og so eydnaðist at halda tørn. Hetta var fyrsti ÍF sigurin síðani 24. august, tá ið heimadysturin ímóti HB endaði 2-1. Høgni og teir liva í vónini 07 Vestur-Suðr­ingar 3-1 07 Vestur vann 3-1 á Dunga­sandi ímóti Suðringum. Teir á vestur­lið­ num fegnast um sigurin, og teir ætla sær at runda kappingarárið væl av, tá ið teir leygardagin fara til Fuglafirðar: -Stóri spurningurin er, um vit næsta ár skulu spæla í bestu ella næst­bestu deildini. Tað er greitt, at vit eru og vera nummar níggju. Niður­flytingin er treytað av, hvussu tað fer at laga seg hjá B68 í næstbestu deildini. Tað vita vit stutt frammanundan, at vit skulu á vøllin í Fuglafirði. Vit vóna, at vit ikki flyta niður. Tað er lagt nógv í fyrireikingarnar til hetta liðið, og tað gongur rætta vegin. Um vit flyta niður, verður neyðugt at byrja av nýggjum, um tað verður, sum tað plagar at vera, tá ið lið flytur úr bestu og í næstbestu deildina. Vit vóna, at tað skal bera til at halda fram við menningini í bestu deildini, sigur 07 Vestur miðvallarin Høgni Egilstoft Nielsen. Miðverjin Martin Tausen stútaði longu í triðja minutti til 1-0, eftir at liðformaðurin Holgar Durhuus hevði lagt innfyri við frísparki úr høgru. Lítla løtu, eftir at hann varð skiftur inn, umsetti Jón Krosslá Poulsen brotsspark til mál og so var 1-1. -Vit høvdu gott mót, tá ið vit fóru út aftur til seinna hálvleik. Men so vóru vit óhepnir beinanvegin at gera sjálvmál eftir horna úr vinstru, og so varð tað tungt, og tá ið Søren B. Nielsen miðskeiðis í seinna hálvleiki økti til 3-1 eftir flatt innlegg úr høgru frá júst innskifta John Fredriksen, varð brekkan ov tung hjá okkum. Men vit ætla at enda við heimasigri ímóti Skála og harvið við at vinna sætta plássið, sigur Jón Krosslá Poulsen hjá Suðringum. NSÍ-Víkingur 2-1 (1-1) 1-0: Jann Benjaminsen 10. 1-1: Gert Hansen 36. 2-1: Árni Frederiksberg 83. Dómari: Ransin N. Djurhuus NSÍ: Karstin Hansen – Bárður J. Hansen, Jens Joensen, Per Langgaard, Jan Ó. Ellingsgaard (Hans Marius Davidsen, 88.) – Betuel Hansen, Karl Løkin - Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Jann Benjaminsen (Petur Knudsen, 77.) – Klæmint A. Olsen Gult kort: Árni Frederiksberg Venjari: Anders Gerber Víkingur: Elias Rasmussen – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Fróði Benjaminsen – Gunnar Vatnhamar (Andreas Lava Olsen, 74.), Sølvi Vatnhamar, Hans Pauli Samuelsen (Philip Djordjevic, 74.) - Adeshina Lawal (Sorin Anghel, 83.) Gult kort: Adeshina Lawal, Philip Djordjevic Reytt kort: Andreas Lava Olsen 92. (beinleiðis reytt) Venjari: Sámal Erik Hentze Skála-HB 0-0 Dómari: Kári J. á Høvdanum Skála: Andras Gango - Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Valerian Iobashvili, Leivur Joensen – Ólavur Mikkelsen (Jan I. Hansen, 79.), Pætur Dam Jacobsen, Hákun Edmundsson, Jákup Johansen (Jann Martin Mortensen, 83.) - Michal Przybylski– Brian Jacobsen (André Olsen, 24.) Gult kort: eingin Venjari: Pauli Poulsen HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Johan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson – Heri H. Mohr (Hans Jákup Annfinsson, 64.), Tróndur Jensen, Daniel Johansen (Hjalti K. Djurhuus, 72.), Adrian Justinussen (Símun Samuelsen, 46.) – Sebastian Pingel, Øssur M. Dalbúð Gult kort: eingin Venjari: Sigfríður Clementsen 07 Vestur-Suðringar 3-1 (1-1) 1-0: Martin Tausen 3. 1-1: Jón Krosslá Poulsen br 28. 2-1: sjálvmál 50. 3-1: Søren B. Nielsen 71. Dómari: Alex Troleis 07 Vestur: Ivan Stojkovic – Petur G. Dalbø, Torstein Mýlingstind, Martin Tausen, Jóannis á Steig – Holgar Durhuus (Jákup S. Olsen, 86.), Pål Fjelde, Høgni Egilstoft Nielsen, Janus Svabo Samuelsen (Ásbjørn Heðinsson, 89.) – Ken Fagerberg (John Fredriksen, 66.) Søren B. Nielsen Gult kort: John Fredriksen Venjari: Sigtór A. Petersen Suðringar: Marius Berntzen – Eirikur Magnusarson, Mats Walberg, Jón Áki Jacobsen, Teitur Olsen (Jonn Marni Lindenskov, 86.) – Heri Kjærbo, Anton Holse – Rógvi Joensen, Stefan Radosavljevic (Andrias Sørensen, 86.), Teitur Krosslá Mortensen (Jón Krosslá Poulsen, 24.) - Búi Egilsson Gult kort: eingin Venjari: Maurice Ross Máltindurin Adeshina Lawal Víkingur 17 Klæmint A. Olsen NSÍ 16 Patrik Johannesen B36 16 27. umfar Leygardagin 21. oktober kl. 15.15 KÍ-NSÍ ÍF-07 Vestur Víkingur-EB/Streymur HB-B36 Suðringar-Skála B36-KÍ 1-3 (0-1) 0-1: Jóannes Bjartalíð 28. 0-2: Albert Adu 60. 1-2: Høgni Eysturoy 63. 1-3: Dion B. Splidt 95. Dómari: Eiler Rasmussen B36: Rói Mørk Hentze – Høgni Eysturoy (Jógvan Skeel Nolsøe 82.), Odmar Færø, Andrias H. Eriksen, Erlendur Magnusson – Eli Falkvard Nielsen, Róaldur Jakobsen – Christian R. Mouritsen (Magnus Holm Jacobsen, 61.), Meinhard E. Olsen, Benjamin Heinesen (Lukasz Cieslewicz, 74.) – Patrik Johannesen Gult kort: Patrik Johannesen, Odmar Færø Venjari: Jákup á Borg KÍ: Meinhardt Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen (Ólavur Niclasen, 76.), Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð (Dion B. Splidt, 37.), Hørður H. Askham, Jákup B. Andreasen, Hjalgrím Elttør – Albert Adu (Aksel Danielsen, 89.), Páll A. Klettskarð Gult kort: Jákup B. Andreasen, Jonas Flindt Rasmussen, Albert Adu, Dion B. Splidt, Ísak Simonsen Venjari: Mikkjal Thomassen Effo-deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 Víkingur 26 15 7 4 61 31 +30 52 2 KÍ 26 13 10 3 47 25 +22 49 3 B36 26 13 8 5 61 38 +23 47 4 NSÍ 26 13 7 6 56 32 +24 46 5 HB 26 10 8 8 42 30 +12 38 6 Skála 26 7 9 10 29 40 -11 30 7 TB/FCS/Royn 26 8 5 13 31 43 -12 29 8 EB/Streymur 26 8 5 13 32 48 -16 29 9 07 Vestur 26 7 4 15 32 58 -26 25 10 ÍF 26 3 3 20 22 68 -46 12 VÍKINGUR – JOHN REID NYBO Bara ikki gott nokk! Vit eru betri enn hvat vit vístu til handan dystin! Vit mugu og skulu avgera hettar FM komandi leygardag! Drívið á dreingir! WLYV KÍ – KRISTIAN JOENSEN Flott arbeiði av okkara monnum, vit takka NSÍ fyri hjálpina. Nú seta vit okkara álit á EB/Str. Vit hava áður vunnið stórt á NSÍ, so hví í ikki leygardagin ? Koyr á K SKÁLA – BJØRG OLSEN Ein dystur har sum so einki stóð uppá spæl hjá hvørgum av liðunum. Tó royndu bæði liðini at vinna dystin. 6. plássið eiga vit so, eina løtu í hvussu er. Síggjast við Stórá komandi leygardag, um tað ikki verður stormur.️ Go Skála.️ HB – MARGIT STÓRÁ Langt av landi skotin, sá tí ikki dystin (ongin stroyming). Soltið úrslit, rokni heilt sikkurt við fleiri stigum komandi leygardag :)