Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 15 ÁR SÍÐANI HANNOVER Tað er í dag 15 ár síðani Føroyar taptu 2-1 í Hannover móti Týsklandi, sum júst hevði vunnið silvur í HM endaspælinum 2002. Helst minniligasta løtan í dystinum er, tá Hjalgrím Elttør stutt fyrr tíð rakar stongina. Hann spælir enn og spældi væl í gjár. Eftir tríggjar málleysar javnleikir, er KÍ aftur á sigurskós. Við flottum 3-1 sigri á B36 hevur felagið lagt seg á annað plássið, meðan B36 verður skumpað niður á triðja pláss. B36 hevði bæði meiri bóltin og fleiri vandamiklar støður, men KÍ tók av sínum møguleikum Tróndur Arge – Gundadalur Klaksvíkingar tóku av møgu­leikunum, tá teir í gjár vunnu 3-1 á B36 i Gundadali. Ser­liga fyrsta málið var eitt meistaraverk, har KÍ fór í eitt skjót­álop, sum endaði við at Jóan­nes Bjartalíð legði KÍ á odda. Sigurin hevur við sær, at KÍ er á øðrum plássi. B36 hevði bóltin meir, men tað manglar tað síðast, áðrenn tað blívur ordiliga vanda­mikið. B36 hevur tapt teir stóru dystirnar og tað hev­ur nú kostað teimum FM møgu­leikan. Stór nøvn uttanfyri Bæði liðini vóru uttan lykla­ spælarar. Fyri KÍ sat Semir Hadzibulic uttanfyri við leikbanni, meðan Lukasz Cieslewicz byrjaði á bonki­ num fyri B36, tí hann hevur verið sakkur í eina tíð. Fyri B36 stóð ungi Rói Mørk Hentze í mál, meðan Tórður Thom­sen fekk blómutyssi í seinasta heimadystinum fyri B36 á hesum sinni. Hann verð­ur ikki partur av hópi­ num komandi kapp­ingar­ár. KÍ hevur seinastu dystir­ nir spælt nakað sum minnir um 4-4-2, har Jóannes Bjarta­ líð liggur í høgru, meðan Páll A. Klettskarð og Albert Adu eru í álppinum. Hørður Ask­ ham spældi aftur á miðjuni. Fyri B36 var Meinhard E. Olsen á plássinum hjá Lukasz Cieslewicz. Skjótálop á høgum stigi Tað var ikki nógv millum lið­ ini í fyrra hálvleiki, men B36 hevði bóltin meir, með­an KÍ alíkavæl kom til vanda­ miklar støður. Tá hol kom á, var tað talan um eitt framúr skjót­álop. B36 hevði deyðbólt og sendi innfyri. KÍ fekk fatur á bóltinum og fór í skjótálop. Bólturin end­aði úti í vinstru hjá Hjargrími Elttør, ið legði bóltin inn fyri Jóannes Bjarta­líð, sum stútaði bóltin í málið. KÍ hevur ikki skorað í trimum dystum, men tað var ikki til at síggja í hesum álopi­num, tí talan var um eitt fram­úr álop. Løtu seinni mátti Jóannes Bjarta­líð takka fyri seg, tí hann fekk eitt trælær og kláraði ikki at spæla víðari. Góð verja KÍ hevði undan dystinum ikki latið mál inn síðani 24. august, tá Søren Nielsen skoraði upp á beinleiðis frí­spark fyri 07 Vestur. Síðani hev­ur liðið spælt fimm dyst­ir og einki mál er komið í gjøgnum. Tá so KÍ økti um leiðsluna við góðum stútara frá Albert Adu, so var ilt at síggja B36 kunna fáa nakað burturúr. Eftir 500 minuttir kom tó mál­ið ímóti. Høgni Eysturoy rak­ar bólt­in óvanliga væl, tá horna kemur innfyri. Hann lyftir bóltin heilt upp í handara mál­horn. Ein løtu livdi B36 í vónini um at fáa okkurt burturúr dystinum, men KÍ verja stóð fyri hvørja fer. KÍ hevur nógv fólk framman­ fyri brotsteigin og tí sleppa mótstøðuliðið ikki til skot. Tað eydnaðist eisini væl hjá KÍ í gjár, sum sam­stundis eisini megnaði at svara aftur. KÍ tók av Við støðuni 1-0 kundi KÍ bíða eftir B36 og fara í mót­ álop, tá tað passaði teim­um. Tað dugdi KÍ væl. Dion B. Splidt kom inn fyri Jóannes Bjartalíð, sum mátti av vølli­ num við skaða í læri­num stutt eftir at hann hevði skorað. Sami Dion B. Splidt átti horna­sparkið, tá Albert Adu stútaði KÍ upp á 2-0. Síðani mink­ar Høgni Eysturoy um muinin, men hóast eitt ávíst trýst, so blívur tað ov sjáld­an vandamikið, tá B36 er álopsstøðu. Tað endaði við, at KÍ fór aftur í mótálop og hesa ferð bleiv Dion B. Splidt spældur púra leysur og skoraði til 3-1. Í so máta kundi tú sagt, at hetta var ein dystur, har KÍ tók av. Tað hava teir ikki gjørt tríggjar teir seinastu dyst­irnar. Høvdu teir bara funn­ið eitt mál í tveimum av mál­leysu javnleikunum, so hevði KÍ verið oddalið, men so­leiðis kundi tú eisini sagt um onnur lið. B36 tók ikki av og her k a n s t tú eisini finna nakar dyst­ir, sum teir kun­nu iðra seg um. Millum ann­að hevur B36 tapt tvær ferðir móti Víkingi. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... KÍ á silvurplássinum: B36 TÓK IKKI AV – TAÐ GJØRDI KÍ