mánadagur 16. oktober 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Føroyska
landsliðið endar
HM-undankappingina
á útivølli móti
Ungarn, har Føroyar
tepurt tapa 1-0.
Talan er um bestu
undankapping hjá
Føroyum nakrantíð.
Ongantíð áður
hava Føroyar fingið
so nógv stig, og
ongantíð áður hava
Føroyar so ofta hildið
málið reint.
Tað mesta tykist
avgjørt í Effo-
deildini, har Víkingur
annað árið á rað
fer at vinna FM-
heitið. Eisini tykist
mestsum avgjørt, at
næstaftasta liðið – 07
Vestur – í ár ikki fer
at flyta niður. Hetta tí
at bert ein uppflytari
finst.
Sigfríður Skaale
Clementsen heldur
ikki fram sum venjari
hjá HB komandi
kappingarár. Síðani
ár 2000 er talan um
17’indu ferð at HB
skiftir venjara.
Kvinnurnar hjá H71
vinna fyrsta sigurin í
bestu kvinnudeildini
í søgu felagsins, tá
H71 óvæntað vinnur
móti Neistanum á
heimavølli.
Evnaríki Neista
leikarin, Teis Horn
Rasmussen, má
komandi mánaðirnar
sita uttanfyri hjá
Neistanum, av tí at
hann hevur brotið
skinnabeinið.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
- TB/FCS/Royn venjarin, Maurice Ross, eftir
ósigurin móti 07 Vestur sunnudagin.
HB heimasíðan eftir 0-0 javnleikin
móti Skála sunnudagin.
Longu frá fyrstu minuttunum sást týðuliga
hvat skálamenn vildu hava, og tað fingu
teir eisini. 0-0 og enn eitt stig móti HB.
Eitt sætta pláss er tað maksimala sum vit kunnu
fáa burturúr hesum liðnum, og vit eru langt
frá fimm teimum ovastu liðunum í Føroyum.
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Árni Frederiksberg
Aldur: 25
Starv: Fótbóltsspælari (NSÍ)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Bjarki Danielsen,
2. Jóhan Petur Poulsen,
3. Magnus Tausen,
4. Ove Christensen,
5. 9 stig,
6. Sonni Larsen og Jeppe
Borch,
7. Mislata CF,
8. Karstin Hansen
Hvussu kendist tað at
skora avgerandi málið
í grannadystinum móti
Víkingi uppá eina perlu?
Tað er altíð ein góð kensla at
skorað ímóti Víkingi, og at tað
útsetur FM eina viku ger tað ikki
verri.
Við at vinna í Klaksvík
kunnu tit tryggja tykkum
heiðursmerki? Hvat hevur
tað at siga fyri NSÍ at enda
millum trý tey ovastu?
Tað hevur alt at siga – ein tóm
kensla um vit enda á einum 4
plássið.
Hvussu eru tit í NSÍ
annars nøgdir við hetta
kappingarárið?
Málsetningurin var at fáa ein
gullmedalju í ár, hana hava vit
fingið, tó sum omanfyri nevnt
eru vit sera vælnøgdir um vit fáa
eina medalju avtrat. Um ikki er tað
góðkent atlíkavæl.
Tað eru røddir sum vilja
hava teg á landsliðið.
Undan kappingarbyrjan var
støðan hjá tær, at tú ikki
vart tøkur til landsliðið
orsakað av útbúgving.
Um Lars Olsen sendir
boð eftir tær komandi
ár, hvør er støðan so?
Støðan verður óbroytt.
Títt kappingarár
persónliga. Enn eitt
kappingarár við nógvum
málum og uppleggum.
Hvussu ert tú nøgdur við
títt egna kappingarár?
Sum so okay nøgdur – tó havi
eg verið skaðadarvaður síðstu
nógvu vikunar og hetta ávirkar
enn, 8 mál og uml. 10 upplegg er
nøktandi í mun til 21 dystir.
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Dómari dømdi sunnudagin fyri fyrstu ferð ein Effo-
dyst, tá EB/Streymur og ÍF sunnudagin hittust.
Hvussu eitur dómarin?
2 Óvæntað tryggjaði Víkingur sær silvur heiðursmerki
í 1.deild í ár. Hvussu eitur venjarin hjá Víkingi í
1.deild?
3 Hvussu eitur formaðurin í flogbóltssambandinum?
4 Hvussu eitur danski venjarin, sum um vikuskiftið
hevur verið á vitjan hjá 07 Vestur?
5 Hvussu nógv stig fekk føroyska fótbóltslandsliðið í
júst farnu HM-undankappingini?
6 Hondbóltssambandið hevur sett danskt venjarapa
hjá monnunum. Hvussu eita donsku venjararnir?
7 Hvussu eitur spanska felagið, har føroyska Eyðvør
Klakstein spælir fyri?
8 Hvussu eitur leikarin á myndini?
Myndin hesa vikuna:
Her fer Andreas Lava Olsen reytt kort