Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. oktober 2017 · Nr. 120 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Venjarin hjá mest vinnandi felagnum í føroyskum fót­ bólti – HB – eitur komandi ár ikki Sigfríður Skaale Clement­sen. Tað váttar Sig­ fríð­ur Skaale Clementsen fyri Sosialinum. Sigfríður Skaale Clementsen sigur, at fram­tíðin hjá sær sjálvum í løtu­ni er ógreið. Eg havi tosað við HB um fram­tíðina. Sáttmálin hjá mær gongur út eftir hetta kapp­ingarárið, og verður ikki longdur. Tað er greitt. Hvat framtíðin so fer at bjóða, dugi eg ikki at siga enn, sigur Sigfríður Skaale Clement­sen, ið sigur at leysir fyri­spurn­ ingar hava verið frá øðrum feløg­um, umframt at hann held­ur ikki útihýsir at fara í sivilt starv. Sostatt er greitt at HB aft­ur komandi ár fer at fáa nýggjan venjara. Síðani ár 2000 er talan um 17’inda venjara­skifti í stolta og søguríka felagnum, sum seinastu tvey árini, heldur skuff­andi, er endað á einum fimta plássi í Effo-deildini. Nøsin til hetta kappingarárið var sett hægri enn móti fimta plássinum, sum HB end­aði á í fjør, og undan kapp­ingarbyrjan var nógv lagt fyri at styrkja um hópin. Ein blanding av óhepni og vána­ligum innkeypum, hava tó gjørt at kappingarárið als ikki hevur verið, sum HB hevði ætlað, og er hetta helst høvuðs­orsøkin til, at HB til kom­andi ár velur at royna aðra loysn enn Sigfríður Skaale Clementsen. Øll bíða eftir Bagga Í løtuni valdar stór óvissa í heili sjey Effo-feløgum um venjaraspurningin til komandi kappingarár. Tað eru í Víkingi, NSÍ, HB, Skála, TB/FCS/Royn, 07 Vest­ur og AB. Sum støðan er í løtuni, hevur einki av teim­um sjey feløgunum sátt­mála við nakran venj­ara í 2018. Í HB verður í løtuni arbeitt miðvíst við venjara­spurn­ inginum, og leingi hevur ljóða at HB saman við NSÍ og Víkingi ætla sær nú­ ver­andi Víkinga venjarin, Sámal Erik Hentze, sum í ár helst fer at vinna FM-heit­ ið við Víkingi annað árið á rað. Tí er ógvuliga trupult at siga nakað um venjara­ spurningarnar í teimum trim­um feløgunum fyrrenn Sámal Erik Hentze tekur eina avgerð, tí hann tykist vera greitt fyrsta val hjá øll­ um trimum. 07 Vestur hevur havt danska vitjan Í vikuskiftinum hevur 07 Vestur havt vitjan av fyrr­ ver­andi danska Super­liga- venjaranum, Ova Christen­ sen. Sum skilst hevur Ove Christensen hugt eftir um­støðunum í felagnum, og sunnudagin var hann mill­um áskoðararnar tá 07 Vestur á heimavølli vann 3-1 móti samanlagda suður­ oyar­liðnum. Úr Vágum ljóð­ ar at tað ikki er heilt víst, at vágamenn ætla sær Ova Christen­sen sum nýggjan venjara. Har verður sagt at orsøkin til at 07 Vestur um vikuskiftið bjóðaði Ova Christen­sen til Føroyar var meira fyri at fáa øðrvísi eygir uppá hvussu felagið sá út, og hvar hann metti at felagið skal seta inn til komandi ár. AB fær nýggjan venjara Tað einasta sum er heilt greitt viðvíkjandi venjara­ spurn­ingunum er, at Sorin Ang­hel verður nýggjur venj­ari hjá uppflytarunum úr AB. Tá AB leygardagin spældi móti B68 á Tórsvølli, var Sorin Anghel millum áskoðar­arnar, og í næstum verður Sorin Anghel kunn­ gjørd­ur sum nýggjur AB venjari, har hann fer at av­ loysa Kára Reynheim, ið hev­ ur vant AB í ár. Sum skilst er Sorin Anghel longu byrj­aður at vera úti um seg, fyri at styrkja liðið hjá AB til kom­ andi ár. Ein av teimum sum hann hevur verið í sambandi við, er Pætur Petersen, sum í seinnu hálvu hevur verið út­leigaður til EB/Streym frá B36. Seinasta umfar verður leygar­dagin, og flestu feløg hava ársveitslu tá. Tá fæst helst svar uppá fleiri spurn­ ingar í teimum ymisku feløg­ unum til komandi kapp­ ingar­ár. andre@sosialurin.fo Tað hevur verið eitt sindur av spenningin í føroysku kappingini. Eina løtu sá út til, at tað kundi blíva avbera spennandi í øllum pørtum av kappingini, uttan hvar ÍF fór at enda. Tað vóru fleiri um boðið til FM, og harvið eisini um Evropa League luttøkuna, meðan 07 Vestur var um at fáa fatur á EB/Streymi, Skála og TB/FCS/Royn í niðurflytingarstríðnum. Tíverri hevur tað ikki sæð eins spennandi út í seinastuni. 07 Vestur mistið sambandið við liðini frammanfyri, HB datt niður í millum í Evropa-stríðnum, meðan KÍ, B36 og NSÍ upp á skift misti í FM-stríðnum. Tí standa vit eftir uttan tann heilt stóra spenningin, men tað samsvarar ikki heilt vi kappingina. Síðani byrjað var at spæla 27 umfar í 2005, so hevur 25 stig verið nokk til at yvirliva í bestu deildini. Tí kann eisini sigast, at 07 Vestur hevur gjørt eitt gott arbeiði við stigatalinum, men tað vísur seg bara ikki at verða nokk. Hinvegin, so sær út til at teir blíva bjargaðir av at B68 fær trupult við at vinna seg upp í bestu deildina. Víkingur kann í besta føri koma upp á 55 stig, sum ikki hevði givið gull seinastu trý árini, har vinnarin hevur ligið um tey 60 stigini. Sostatt kann eisini sigast, at kappingin hevur verið javnari enn vanligt og tað er spenningur undan hvørjum dysti. Tað er ikki allar landskappingar, sum kunnu reypa av tí! trondur@sosialurin.fo Har reyk spenningurin Sigfríður Skaale Clementsen verður ikki venjari hjá HB komandi kappingarár. Við Sosialin sigur Sigfríður Skaale Clementsen at sáttmálin hjá honum við HB gongur út eftir hetta kappingarárið, og hann verður ikki longdur HB SKAL HAVA NÝGGJAN VENJARA