týsdagur 17. oktober 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. oktober 2017 · Nr. 121
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað eru meira enn tvey
ár
farin,
síðani
hendan
samgongan
setti
seg
á
taburettirnar í Tinganesi.
Eyðkenni fyri samgonguna
er, at tá ið mál av týdningi
hava verið til viðgerðar og
atkvøðugrediðsla hevur verið
í tinginum,, so hevur sam
gonnggan staðið saman, sum
ein maður.
Hetta hóast almenn vitan
hevur verið, at ikki øll vóru
samd.
Í hesum døgum sígjast ávís
tekin um, at broytingar henda
í samgonguni.
Samgonguleiðarin, Aksel
V. Johannesen, løgmaður, er
meira sjónligur enn hann hev
ur verið leingi og hann hevur
í seinastuni nakrar ferðir víst,
at tað er hann sum situr á
hægstu taburettini.
Stríð tók seg upp, tá ið
tað kom fram, at fyritíðar
pensjonistarnir fara at fáa
túsund krónur meira at liva
fyri næsta ár.
Hetta skuldi gerast soleiðis,
at tað endar við, at hetta
fer at kosta kommununum
25 milljónir krónur, meðan
landskassin sparir nýggju
milljónir krónur.
Øði kom í hjá kommunun
um og tað sama í Kommunu
felagnum. Tey funnsut øll at,
at tað er lætt at gjara pening
út, tá ið ein sjálvur ikki skal
gjalda.
Málið hoyrir undir lands
stýriskvinnuna við fíggjar
málum, men í seinastu viku
boðaði løgmaður frá, at hann
sjálvur í dag fer á fund við
Kommunufelagið fyri at loysa
hetta málið.
Á ein ella annan hátt fer
løgmaður inn á málsøkið
hjá landsstýriskvinnuni við
fíggjarmálum.
Eitt
sindur
óvanligt.
Nakað
líknandi
hendi
við málinum um manglandi
pengar á Landssjúkrahúsi
num.
Málið
kom
fyri
á
landsstýrisfundi og tá ið tað
var avgreitt, var tað løgmað
ur, sum boðaði frá, at Lands
sjúrkahúsið fær pengar, so
virksemi kann halda fram
árið út.
Tað var ikki tí, at lands
stýriskvinnan við heilsumál
um var ímóti, at peningurin
var játtaður, men tað var løg
maður sum fyrst og fremst
bar almenninginum boðini.
Onki er at ivast í, at tað er
trupult hjá løgmanni at fáa
øll í samgonguni – og Sonju
Jógvansdóttir – at hava áralag,
tí áhugamálini eru so ymisk.
Men tað kann ikki takast
frá samgonguleiðaranum, at
tað hevur hann megnað higar
til. Onkur hevur sjálvandi
skotið á, meðan onnur rógva,
men tá ið atkvøðast skal hava
árarnar peikað sama veg.
Tóku mál aftur
Løgmaður er vorðin meira
sjónligur sum samgongu
leiðari í seinastuni, men tað
er helst eisini tiltrongt. Stóru
málini eru eftir at samtykkja,
so neyðugt er við øllum at
kvøðunum í samgonguni.
Landsstýriskvinnan
við
almnnamálum tók tvey mál
aftur á tingfundi í gjár. Ongin
grundgeving fylgdi við, men
tað vísir seg, at hetta eru mál,
sum semjan ikki er um í sam
gonguni.
Eitt annað stórmál, sum
annars skuldi til fólkaatkvøðu
flaggdagin
næsta
ár
–
Stjórnarskipan Føroya -, er
útsett, tí formansskapurin
liggur á tí.
Formansskapurin hevur
fingið eitt upprit frá umsit
ingini um málið, men hóast
formansskapurin ætlaði at
vera liðugur at viðgera málið
í gjár, so skal tað fyri aftur á
fundi í formansskapinum í
morgin.
Um hetta er partur av
maktstríði er ikki til at siga,
men tað tykist líkjast slíkum,
tá ið Løgtingið steðgar og
dregur viðgerð út av einum
uppskoti hjá løgmanni.
Tíðin er meira enn hálv
runnin og val nærkast. Fyrstu
flokkarnir hava boðað frá
uppstillingarfundum.
Tað
plagar at geva politikarum val
fepur. Sjálvandi ikki so álvar
ligan fepur nú, men pannan
plagar at orna eitt sindur, tá
ið helvtin av valskeiðnum er
farin.
Men samgongan hevur
fleiri stórmál eftir at avgreiða
enn.
Fiskivinnunýskipanin
liggur í tinginum og verður
viðgjørd
í
vinnunevndini.
Stjórnarskipanin er løgd fram,
men har er formansskapur í
iva um hann skal mæla tingi
num frá at viðgera uppskotið
í núverandi líki.
Nýskipanin av pensjón
um er eisini eitt mál, sum
samgongan
ætlar
at
fáa
ígjøgnum í hesum valskeiði
num. Um tað fer at eydnast
veit ongin enn, men sum
nevnt so ofta fyrr: ynskir
løgmaður at samgongan at
kvøður sum hann vil, so ger
hon tað.
Tað vísa royndirnar higar
til.
TAÐ PRUTLAR UNDIR LOKINUM
-SAMGONGAN STENDUR SAMAN
Fleiri mál geva samgonguni trupulleikar í hesum døgum, men hóast
maktjavnvágin sær út til at broytast, so stendur samgongan saman
GREINING
Aksel V. Johannesen, samgonguleiðari og løgmaður,
er vorðin meira sjónligur í politikkinum
Eyðgunnn Samuelsen, landsstýriskvinna, tók mál
aftur, sum skuldu viðgerast á tingi í gjár
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna hevur havt
samráðingar við kommunurnar, men nú er tað
løgmaður, sum fer á fund við Føroya Kommunufelag
Tá ið atkvøðast skal, so stendur samgongan saman. Tað vísa royndirnar higartil