Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. oktober 2017 · Nr. 121 Starvið sum fíggjarleiðari Fíggjarleiðarin er ráðgevi hjá borgar stjóranum og býráðnum, starvið er bygnaðarliga skipað sum partur av ovastu umsitingarligu leiðslu undir borgarstjóranum. Høvuðsuppgávurnar eru at: · Vera skrivari til fundir hjá býráðnum og fíggjarnevndini. · Fyrireika býráðs- og fíggjarnevndar fundir. · Fylgja upp, at mál sum eru samtykt av býráðnum verða sett í verk. · Hava eftirlit við fíggjarligum viður skiftum og fylgja upp bæði við víkjandi rakstri og byggi- verk ætlanum. · Gera fíggjarligar greiningar, hagtøl v.m. sum grundarlag fyri fíggjarstýring. · Tryggja, at fyrisitingin kann veita politisku skipanini professionella og fakliga ráðgeving. · Tryggja dagligu arbeiðsgongdirnar í fyrisitingini. · Umboða kommununa í starvs bólkinum hjá kommunufelagnum. · Vegleiða og ráðgeva í sambandi við starvsfólkamál. · Tryggja eitt gott samskifti við borgarar, vinnulív og viðskiftafólk. Útbúgving og royndir Vit vænta at tú: · Hevur viðkomandi útbúgving. · Dugir væl at samskifta og málbera teg á føroyskum bæði í skrift og talu. · Leiðsluroyndir umframt royndir við fíggjarstýring í almennari umsiting verða mettar sum fyrimunir í samlaðu metingini. Persónligir eginleikar Vit vænta av tær, at tú hevur fylgjandi eginleikar: · Ert fleksibul og hevur góð samstarvsevni. · Ert framsíggin, ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt. · Ert før/-ur fyri at ganga á odda, taka avgerðir og leggja øðrum lag á, bæði í góðum, og tá ið á stendur. · Ert siðilig/ur og vísir øðrum álit og virðing. Setanarviðurskifti Starvið sum fíggjarleiðari verður lønt sambært sáttmála millum KAF og BLF, AKF ella Starvs- mannafelagið. Fíggjarleiðarin vísir beinleiðis til borgar stjóran. Dagliga arbeiðsplássið er á kommunu skrivstovuni á Oyrarbakka. Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Heðin Zachariasen, borgarstjóra á tlf. 21 21 82 ella skriva teldupost til hedin@sunda.fo. Starvið verður sett av býráðnum, eftir tilmæli frá fíggjarnevndini. Umsókn Skrivligar umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. november 2017 kl. 12:00. Setanar samrøður verða væntandi í viku 46. Umsóknir skulu sendast til: sunda@sunda.fo ella við posti til: Sunda kommunu Oyrarbakkavegur 3 FO-400 Oyrarbakki Merkið umsóknina „fíggjarleiðari“ Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið. Fíggjarleiðari til Sunda kommunu Sunda kommuna Sunda kommuna er ein kommuna í framgongd. Fíggjarætlanin fyri 2018 javnvigar við umleið 90 mió. kr. Kommunan hevur umleið 50 rakstrarstøð, ið m.a. fevna um fyrisiting, trivnaðarøkið, eldraøkið, dagstovnatilboð, tekniskaøkið og havnir. Eldraøkið VEKS og barna verndar- tænastan í VEKS eru skipað í samstarvi við Vestmanna-, Kvívíkar- og Eiðis- kommunur. Sunda kommuna hevur umleið 95 fólk í starvi, og arbeiða hesi á ymiskum stovnum hjá kommununi. Býráðið er mannað av 11 býráðslimum. Politiska arbeiðið er skipað í trimum nevndum. Hesar nevndir eru fíggjarnevnd, tekniska nevnd og trivnaðar nevnd. Fyrisitingin hjá Sunda kommunu er á Oyrarbakka. 11 fólk eru í starvi, harav 3 eru í barna- verndar tænastuni hjá VEKS. Sunda kommuna søkir eftir fíggjar leiðara at byrja 1. januar 2018 ella eftir nærri avtalu. Starvið fevnir í høvuðs heitum um at vara av fíggjarligu, fakligu og fyrisitingarligu stýringini í Sunda kommunu.