Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. oktober 2017 · Nr. 121 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Hetta fer at styggja tey út­ lendsku ferðafólkaskipini úr Føroyum. Jónsvein Lamhauge, havna­meistari í Havn, tekur ikki undir við tankanum um at nú skal eitt serligt avgjald leggj­ast á ferðafólk, sum koma higar við útlendskum ferða­fólkaskipum. Sum vit áður hava greitt frá, umhugsar samgongan nú at leggja eitt serligt av­ gjald á ferðafólk, sum koma higar við útlendskum ferða­ fólk­um. Málið var komið so langt, at tað varð lagt fyri lands­ stýrisfund, men tá varð tað tikið aftur, tí Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnu­ málum, segði, at tað var ikki búgvið at taka støðu til. Av tí sama vildi hann ikki siga, hvussu stórt avgjald, hann hugsaði um at leggja á tey, men spurningurin verður tikin upp aftur, tá ið deildin hjá Visit Faroe Is­ lands, sum skal arbeiða við at menna ferðavinnuna innan­oyggja í Føroyum, fer til verka. Men Poul Michelsen legði aftur­at, at eftir hansara tykki er rúm fyri at leggja eitt av­ gjald á hesi ferðafólkini. Fáa ongan lut í menningini Tað er fyrst og fremst Havn­ in, sum fær ágóðan av teim­ um mongu, útlendsku ferða­ fólka­skipunum, sum koma til Føroya. Tað koma eini 40-60 út­ lendsk ferðafólk til Før­oya hvørt summar, og aft­ur næsta ár hava 44 ferða­fólka­ skip boðað frá, at tey leggja at í Føroyum á rundferð í Norður­atlantshavi við ferða­ fólki. Hann sigur, at talið á útlendskum ferða­fólka­skip­ um í Føroyum er at kalla tað sama á hvørjum ári, so her á landi er ongin menning á tí økinum. –  Aðrastaðni um okkara leið­ir, er øgilig framgongd í hesum slagnum av ferða­ vinnu, men vit fáa einki burt­ ur av hesi menningini. Bæði í Íslandi og í Orkn­oyggj­um, fáa tey nógv fleiri ferða­ fólkaskip enn vit fáa. Jónsvein Lamhauge sigur, at eisini skipini, sum koma til Føroyar, kundu verið væl fleiri í tali. Men tað er ein bein­leiðis avleiðing av at vit drepa grind, at ikki fleiri skip koma hendavegin. –  Fleiri feløg, sum fáast við hetta slagið av ferða­ vinnu, hava boðað frá, at tey koma ikki til Føroya so leingi vit drepa grind, sigur Jón­svein Lamhauge. Her er talan um skip, sum annars sigla upp á Orkn­ oyggjar og Ísland, men tey stýra so uttan um Føroyar, tí at vit drepa grind, sigur hann. Ferðamannaskipini eru í harðari kapping og tey eru haru­bangin fyri at enda í fjøl­miðlunum fyri nakað ringt. Tí vilja tey heldur ikki upp á nakran máta setast í sam­bandi við grindadráp, og so­statt stýra tey bara uttan um Føroyar, fyri at sleppa und­an trupulleikanum, sigur hann. Hann sigur at tískil hevur grinda­drápið stórar av­ leiðing­ar fyri hetta slagið av ferða­vinnu. Tað verður kort­ ini ikki hann sum sigur, at vit skulu gevast at drepa grind fyri tað. – Men vit sleppa ikki und­ an, at vit rinda ein prís fyri tað, leggur hann afturat. Hann sigur, at sostatt eru vit, longu sum er, í eini ógvu­ liga viðbreknari støðu. –  Men fara vit nú eisini at leggja enn størri avgjøld á ferðafólk við útlendskum ferða­fólkaskipum, eri eg stórliga bangin fyri, at tað verður dropin, sum fær bikar­ið at flóta yvir, og at tað fer at forkoma hesum slagi av ferðavinnu í Føroyum, sigur havnameistarin í Havn. Hann sigur, at vit hava eitt gott fordømi úr Alaska, har tey eisini hildu, at tey fingu ov lítið burt­ur úr ferða­fólkunum við teimum út­lendsku ferða­fólka­skip­ un­um. So í 2008 gjørdu tey av at leggja eitt avgjald á einar 250 krónur á hvørt ferðafólk. –  Avleiðingin var, at hendan vinnan datt full­ komi­liga niðurfyri í Alaska, tí ferðafólkaskipini hildu upp­ at at sigla har, sigur Jónsvein Lamhauge. Longu aftur í 2010 varð av­gjaldið munandi lækkað aft­ur, og tað hevur fingið nak­að av gongd á aftur. – Men hóast avgaldið varð lækk­að, er hetta slagið av ferða­vinnu í Alaska kortini bara ein viðfáningur av tí, hon var áðrenn avgjaldið HETTA FER AT STYGGJA FERÐAFÓLK ÚR FØROYUM FERÐAVINNA Skulu vit fáa meiri burtur úr útlendskum ferðafólkum, skal tað gerast við at hava meiri at selja teimum, og ikki við at druka tey í avgjøldum Tey koma ikki til Føroya so leingi vit drepa grind Tey eru harubangin fyri at enda í fjøl­miðl­ un­um fyri nak­að ringt Tað býður teim­ um ímóti at rinda ein skatt, sum tey einki fáa aftur­ fyri