Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. oktober 2017 · Nr. 121 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eitt peningaoyðslut býráð á flogi Beate L. Samuelsen Fríggjadagurin 13. okt­ober er dagurin, tá Tórshavnar bý­ ráð fyri eina kvart mió. kr. og trim­um fólkum skal imponera restina av heiminum við einum bási á Is­lands Brygge Herfyri samtykti Tórshavnar býráð við einum títlingabresti at brúka eina kvart millión krónur til trý fólk í ein dag at luttaka á um­ hvørvis­messuni Climat Planet á Islands Brygge. Fyri meg og fleiri aðrar borgarar í kommununi er hetta eitt peninga­ oyðsl av eini aðrari verð. Tað er eingin undanførsla, at Havnar kommuna noyðist at lut­ taka, bara tí at landsstýrið, SEV og Atlantic Airways eru við á Climat Planet. Tað líkist heldur ongum. Tað man nokk verða fríggja­dag­ ur­in 13. oktober, sum dregur, eftir sum hetta er dagurin, Tórshavnar bý­ráð skal imponera restina av heim­inum við einum bási. Hetta er nevni­liga eisini dagurin, tá Keyp­ manna­havn er karmur um árligu ment­anarnáttina. Har ruku so kr. 250.000,- av skatta­krónum okkara til for­kvinn­ una í Náttúru- og Um­hvørvis­ nevnd­ini, tekniska stjóran og leið­aran á Byggi- og Um­hvørvis­ nevnd­ini. Hvør pungar út? Tann kvarta milliónin hevði gjørt størri mun, um hon varð nýtt til eldraøkið, hóast eg væl veit, at messupengarnir eru tiknir av eini umhvørviskonto. Egentliga høvdu vit svølgt Climat Planet-bitan og roynt at sodna hann í tvær vikur. Men tað gekk bara til útvarpið týsdagin kom við tí næsta skotinum, at fleiri av okkara býráðslimum nú vóru farnir til landsdyst í fótbólti í Budapest, - ikki so nógv fyri at hyggja at fótbóltsdysti, heldur ikki fyri at sparka, men fyri at hyggja eftir fótbóltsvøllum. Løgið, at ferðin júst skuldi fella saman við einum landsdysti uttan­ lands. So er tað, man spyr seg sjálvan: Hvør betalir? Eru tað aftur skattaborgararnir í Tórshavnar kommunu, ið punga út? Nei, eg spyrji bara. Kann ikki hugsa mær, at nakar privatpersónur stendur sum inn­ bjóðari. Og hvar skal ein nýggjur fót­ bóts­vøllur liggja? Vit hava so nógvar fótbóltsvøllir í hesum lítla landi, at vit heldur áttu at fingið umboð fyri útlendskar kommunur at komið hendavegin at hugt eftir teimum. Má viðganga, at eg hevði væntað mær meiri av hesum býráðnum borgarunum at gagni. Bárður Nielsen í andsøgn við veruleikan Bárður Nielsen ger enn eina forkølaða roynd at svara løgmanni aftur á Vága­portalinum í gjár um uppskotið til eina stjórn­ar­ skipan, har tað stendur eftir, at maðurin er komin í and­søgn við veruleikan og tað, sum flokkur hansara und­an hansara formanstíð hevur staðið fyri. Annars er stórur partur av greinini briksl og gamalkendur val­ret­orikkur, sum ikki skal við­merkjast her. Hans Pauli Strøm Tað eru tó tvey við­ ur­skifti, sum Bárð­ ur nevn­ir, sum eiga at fáa aft­ur­svar. Annað er um leilk­lut Sam­bands­ floks­ins í stjórn­ar­skip­an­ar­ar­beið­ in­um, og hin er um skrivið frá danska forsætis­mála­ráð­harranum í samband við fram­lagda uppskotið til eina stjórn­ar­skip­an. Tilgongdin síðan 1999 Alt síðan 1999 hava allir flokk­ ar verið partur av ein­ari tilgongd við fyrst eini grundlóg og síðan eini stjórn­arskipan. Fyrstu ár­in fram til 2004 vórðu flokk­arnir við løgtingslóg tvungn­ir til at vera partur av hesum arbeiði. Tað er tó mín greiða fatan, at hó­ast hetta alt var partur av full­veldisarbeiðinum hjá tá­verandi samgonguni, so var arbeiðið við slíkum stjórn­arskip­ anarlig­um spurn­ing­um gevandi og kon­struktivt fyri all­ar flokk­ar - eisini fyri Sam­bands­flokkin. Í 2004, tá Sambands­flokk­urin sam­an við Fólka­flokkinum og Javn­að­ar­flokkinum skipaði sam­ gongu, so varð arbeiðs­setn­ingurin broyttur til at ar­beiða við einari stjórn­ar­skip­an innanfyri ríkis­fel­ ags­skapin, og sum ikki var part­ur av nakrari loys­ing­ar­ætlan. Hetta vóru sam­gongu­flokkarnir samdir um - eisini Sambandsflokkurin og Bárður Nielsen sum lands­stýris­ mað­ur. Hetta end­aði so við, at lands­stýrið fekk handað seinna Flagg­dags­álitið, sum seinni varð sent løg­tinginum. Nøkur ár eftir hetta, varð álit í 2011 skrivað av einari grein 25-nevnd, har Sam­ bands­flokk­urin átti tvey umboð, Helga Abra­ham­sen og Jasp­ur Vang seinni Edvu Jacob­sen. Her var flokk­urin part­ur av meirilutanum, með­an Tjóð­veldi ikki tók undir við hes­um. Tá nú sitandi samgonga ella rætt­ari løgmaður leggur uppskotið fram við enntá linari orðing í for­ mæl­inum enn í 2011, fer Bárður í svart og sigur, at flokkurin ong­an­ tíð hevur tikið undir við hes­um ar­ beiði. Er tað nakar, sum hevur havt møguleikar at siga frá, longu aftur í 2004. so var tað Bárður Nielsen, men frá honum hoyrdist einki. Tað má sigast at vera ein løgin nið­urstøða, nú at siga, at hetta fer flokkurin als ikki at góðtaka. Ser­ liga tí, at spurningurin um loysing ella samband als ikki er part­ur av arbeiðinum. Men serliga fyri tey í flokk­inum, sum løgdu sítt drúgva íkast í arbeiðið m.a. Helgi Abra­ham­ sen og floksformaðurin Kaj Leo Jo­ hanne­sen, má tað kenn­ast løgið, at alt teirra ar­beiðiði var til fánýtis. Ikki sørt minnir Bárður um ann­ an tingmann floks­ins, sum í síni tíð skræddi lógar­uppskotið á tingsins røð­arapalli. Skrivið frá Lars Løkke So var tað skrivið frá for­sæt­is­ mála­ráðharranum. Tað sentrala og av­ger­andi í skrivinum er hetta, at "for­slaget ikke rejser væs­ent­lige for­fatn­ings­retlige over­vejelser." Brotið, sum Bárð­ur sipar til, er ein áminn­ing frá Løkke um, at gera tit nú broytingar í Løg­tinginum, so skulu tit minnast til, at hetta má ikki koma í stríð við gald­andi rætt­ ar­reglur. Hann bind­ur um heilan fing­ur, tí eisini hann skal standa til svars yvir fyri sínum parla­menti. Men tað, sum hevur týdning er, at upp­skotið, sum tað ljóðar nú, ikki "rejser væsentlige for­fatn­ings­ret­ lige over­vejelser." Skilji væl, at hetta ikki er ein ynski­støða fyri Bárð, at Løkke stuðlar uppskotinum, men ikki for­maðurin í Sam­bandsflokkinum. Hetta er 1948 umaftur, tá danska stjórn­in mælti til Heima­stýris­lóg­ ina, meðan Sam­bands­flokkurin ikki tók undir við henni í fyrsta um­fari, tí teir vildu aftur í amtstøðuna. Fyri at undirstrika sína hjálp­ ars­leysu niðurstøðu, so vísir Bárð­ ur Nielsen til eitt notat frá tveim­ um ad­vokatum. Til hetta er bert tað stutta at siga, at advokat­ar­ nir siga tað, sum arbeiðsgevarin ynskir at fáa sagt. Her kundi eg víst til, at ein av okkara fremstu løg­frøðingum, sum ikki ar­beiðir privat, hevði beint øvugtu nið­ur­ støðu sum hesir advokatarnir hjá Bárði Nielsen. Hann helt enntá, at Sam­bandsflokkurin átti at fingið pengarnar aftur. Bárður kallar grein sína "Tú veitst, hvar tú hevur Sam­bands­ flokk­in." Men álav­aratos, so rokni eg ikki við, at Sambandsflokkurin veit, hvar hann hevur sín egna for­ mann í hesum máli. Myndlistamaðurin og føroyavinurin P.O. Hansen, 90 ár 17. oktobur Í meira enn hálva øld hava Føroyar og føroyska náttúran verið miðdepil hjá danska myndlistamanninum P.O. Hansen ”Føroyar hava gjørt list mína til tað hon er í dag” sigur listamaðurin. P.O. Hansen var sín fyrsta túr í Føroyum í 1966. Hesin túrur kom í lag tí ein vinmaður hansara ið var giftur føroyskari konu hevði bjóðað honum við sær; leiðin gekk til Kunoyar. Aftaná ein mánað í Føroyum varð P.O sannførdur um, at her mátti hann koma aftur. Í Føroyum fann hann listasniðið ið hóskaði til hansara listarliga sinnalag og gjørdi list hansara til tað hon er í dag. Síðani tá hevur P.O. at kalla verið í Føroyum hvørt summar. Her fylti hann sær tekniblokkin vit skitsum – ella minnislepum, sum hann sjálvur nevnir tær. Heima í verkstovuni í Odense verda minnisleparnir umsettir til oljumálningar og akvarellir. Tað eru nøkur ár síðani P.O. seinast var í Føroyum . Hann er vorðin gamal og heilsan er farin at bila. Men hann er framvegis virkin og málar enn við Føroyum í sinninum. ”Allar mínar myndir eru samandráttur av upplivingum úr Føroyum, eg lýsi meg sjálvan gjøgnum Føroyar” sigur hann. P.O. Hansen hevur verið á øllum oyggjunum í Føroyum men tað er serliga Mykines og Fugloy sum hava havt stóran týdning fyri hansara list. Manga løtu hevur hann sitið vit sjóvarmálan í Fugloy vit tekniblokki og litkriti. Óteljandi málningar sum standa lið um lið á verkstovuni í Odense eru prógv um týdningin Føroyar hava havt fyri P.O. í hansara listarliga virksemi. Í longu yrkisleið síni hevur P.O. havt nógvar framsýningar, bæði í Danmark og hinum norðurlondunum. Í 1994 var Norðurlandahúsið karmur um fyrstu og einastu framsýning í Føroyum. ”Endamálið við mínum túrum til Føroyar hevur ongantíð verið at promovera meg sjálvan. Føroyingar eru nær náttúruni alla tíðina, hví skal eg so plága teir við mínum málningum” sigur P.O. vit einum brosi. Í samband vit at P.O. Hansen verdur 90 ár 17. oktobur sýnir hann fram í Nordatlantisk hús í Odense frá 7. september til 05. november. KJAK NØVN