týsdagur 17. oktober 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. oktober 2017 · Nr. 121
Bergtóra Vang Nicodemussen
1. november 1929 – 24. august 2017
Bergtóra deyð!
Soleiðis
ljóðaðu
boðini
vit
fingu
bartalsmessudag, tá Bergtóra í Gøtuni inni á
Bø í Kaldbak doyði, 87 ára gomul.
Hugurin leitaði aftur til brúdleypið
hjá henni og John 8. apríl 1951. John var
hvønn dag uppi hjá okkum í Sølgørðum
eftir mjólk, tí hann vaks upp hjá Petronellu
mostir síni og handilsmanninum Petur
Mohr Reinert, sum onga kúgv hevði. John
var altíð so tíðindafróur og dugdi væl at
greiða frá áhugaverdum hendingum, og tá
hann viðhvørt tók onkran tíma í skúlanum
fyri gomlu lærarinnuna Petronellu dámdi
okkum væl. Bergtóra og John skuldu giftast,
og vit vóru øll spent til hetta brúdleyp, sum
var hildið í Stórhúsi við Skriðubakka við
fínum borðhaldi. Har vóru skyldmenn hjá
John av Saltnesi og Toftum, og teir høvdu
spurt Petronellu, um teir kundu sleppa
at skipa føroyskan dans. Petronella var
dóttir Óla Petersen, sum var sonur Jóannes
Petersen, lærara í Saltnesi, sum eisini hevði
sonin Fríðrik Petersen, próst. Petronella var
frammaliga í heimamissiónini, men hon segði
tað vera í fínasta lagi at dansa føroyskan
dans í brúdleypinum hjá tí nú ættleidda
systursoninum. Har varð tí dansað á teimum
ferniseraðu gólvunum í Stórhúsum, og var
tað ikki bara brúðarvísan, sum varð kvøðin,
men eisini Sinklars vísa slapp upp í part. Fyri
mong kaldbaksbørn var hetta fyrstu ferð, tey
vóru uppi í føroyskum dansi.
Nógv ár seinni vendi kvæðagranskarin
Marianna Clausen sær til mín og segði, at
hon var komin fram á eina fonografupptøku.
Ein fonografur er eitt einfalt tól, sum kann
taka upp og endurgeva ljóð. Thomas Edison
uppfann tað í 1877, og tað varð nýtt um
allan heim, til grammofonin kom fram við
plátum, sum vóru lættari at hava við at gera
enn vaksrullurnar á fonografinum. Men her
stóð, at henda rullan var tikin upp í Kaldbaks
skúla í 1927/28 av Hakon Grüner-Nielsen (1881-
1953), einum dana, sum starvaðist á Dansk
Folkemindesamling og hesi ár hevði tikið upp
820 løg á 475 fonografvaksrullur. Einki stóð
um, hvør ið hevði sungið og kvøðið.
Tá hetta fór fram, hevði faðir mín verið um
20 ár og búði í Kaldbak. Eg spurdi hann tí um
hann visti nakað um hesa hending. Jú, tað
var ikki sørt, segði hann. Ein av teimum, sum
har høvdu verið uppií, var Bernhard í Gøtuni.
Pedda á Gørðum var eisini við. Teir høvdu
gott mál og plagdu at syngja fyri, tá teir fóru
til útróðrar saman við sær. Hann legði afturat,
at stóra álitið í dansinum í Kaldbak var inni á
Bø, og serliga í Innistovu.
Bernhard, abbi Bergtóru, var bóndasonur
úr Innistovui
Tí fór eg til Bergtóru og spurdi hana, um
hon visti nakað um hetta. Hon segði, at abbin
mangan hevði tosað um hesa hending. Tað var
Petronella, sum hevði biðið hann um at koma
út í skúlan til hesa upptøku. Umframt Pedda
og Petronellu fingu tey Marin í Sølgørðum við
sær. Men illa gekk, tí fonografurin brotnaði,
og Bernhard helt, at einki var komið burturúr,
so lagið var ringt, tá hann kom inn aftur í
Gøtuna. Men nú kundi eg siga Bergtóru frá,
at tað var ikki sørt komið upp á fonografin,
og tey løg, abbi hennara hevði sungið áðrenn
hon var fødd, vóru nú skrivaði niður og komu
út í bók.
Bergtóru fyri at takka fingu vit sostatt
bjargað einum parti av Kaldbaks søgu, sum
annars var farin í gloymskunar hav.
Í bókini eftir Marionnu Clausen Andlig
vísuløg í Føroyum upptikin 1902-2002 eru tí
hesi kingoløg úr Kaldbak:
Fader vor udi himmerig. Einasta upptøka
yvirhøvur av hesum lagi.
Gak under Jesu kors at stå.
Jeg beder dig min Herre og Gud.
Nu kom her bud fra englekor.
O Gud vor fader i evighed.
Som den gyldne sol frembryder.
Udi min angest og nød.
Eftir hetta slapp Bernhard at kvøða
danskar vísur, men bert tvær komu upp á
fonografin og standa nú prentaðar í bókini
Vísuløg í Føroyum. Tær vóru: Liden Grimmer
og Hjelmer Kamp og Indtagelsen af Riberhus.
Hetta var sjálvandi lítið av miklum av tí
hann dugdi, og einki er at siga til, at hann var
misnøgdur við at tólið brotnaði.
Bernhard
(1876-1948)
var
bróðir
innistovubóndan August á Bø, og ein annar
bróðir var Hans á Gørðum. Bernhard giftist
við Hansinu (1889-1955) sum var vaksin
upp í húsunum í Gøtuni. Faðir hennara var
Jóannes, ættaður úr Sørvági, men ættleiddur
av fastur síni og manni hennara, sum búðu í
Gøtuni. Jóannes flutti til Havnar í 1895 og búði
í Rættará. Hann var grótmaður og var ein av
teimum, sum laðaði núverandi býráðshúsini
í Havn, trappurnar á Kristiansborg og brúnna
um Hoydalsá har gamli Sundsvegurin
endar. Hansina var eftir í Kaldbak og arvaði
húsini í Gøtuni frá abbasystur síni og manni
hennara. Bernhard fekk eitt kúfóður av
innistovubønum til brúks og harumframt
fekk hann eina trøð í brattlendinum oman
fyri tann gamla bøin. Har bar hann tara
niðan og velti og bygdi hoyggjhús við básum
til kálvar. Hann var ikki stórur maður, men
sterkur og seigur at rógva tá teir róðu út úr
Ondavík. Onkadóttirin Hilda (1908-32) giftist
við Niels á Hamri (Nicodemussen) í Skálavík
(1898-1959), og tey fingu Bergtóru. Hilda fekk
tuberklar, men læknin segði við Niels, at hann
kundi bara fara til skips. Tá hann kom aftur,
var stongt hjá teimum niðri á Møl. Hann fór
niðan á Hamar til foreldrini. Har fekk hann at
vita, at konan var deyð og grivin. Seinni giftist
Niels við Helenu Jacobsen, sum var einkja og
hevði tveir synir. Tann eldri æt Eiler og tann
yngri fekk navnið Sámal eftir pápanum, sum
var deyður áðrenn hann varð føddur í 1932.
Faðirin, sum var skipari, var gingin burtur
við sluppini Immanuel. Bergtóra var ikki
álvulig av at fáa eina nýggja mammu. Men
hon segði, at tá tær báðar sótu í køkinum
segði hvørgin nakað. Men so ballaði Helena
dukkuna hjá henni í dukkusongina og ruraði
henni. Tá helt Bergtóra, at kundi hon vera so
góð við eina dukku, kundi hon eisini vera góð
við eina gentu, og so varð. Hon var ein avbera
góð mamma. Niels og Helena fingu Hildigunn,
Napoleon og Maiken. Napoleon og Eiler eru
nú deyðir. Tá Bernhard doyði kom Bergtóra
til Kaldbaks til ommuna, og tá rann saman
millum hana og John Mohr Reinert.
Bergtóra var avbera røsk. Tá hon helt, at
tað hevði verið gott at fingið ein hava, fór hon
út til Áar við trillubøruni og koyrdi steinar
úr ánni inn á Bø og fekk vakrasta hava, ið
hugsast kundi. Hon mjólkaði og ambætaði
teimum tveimum kýrnum, sum stóðu í
kjallaranum, og gjørdi ikki bert alt arbeiði í
húsinum, men var ófør til alt handarbeiði.
Hon var altíð blíð at koma inn til, og mikil var
gleimurin í Gøtuni tá skyldkonur komu at
vitja. John og hon fingu trý børn.
Vit kunnu øll minnast Bergtóru við virðing
og tøkk.
Zakarias Wang
Kristianna farin
Tað er tungt at góðtaka at Kristianna ikki
er í millum okkara longur, tað at missa eitt
systkin er svárt, tað er sum tú missir nakað
av tær sjálvum. Vit hava verið ógvuliga góð
systkin, og hava havt møguleika til at sæst
ofta, við tað at vit hava búð øll í Eysturoynni,
Olaf á Glyvrum, Jafet búði í Runavík, eg á
Glyvrum, Kristianna á Skála, Inga Olivia í
Fuglafirði og Hansa í nógv ár í Søldarfirði,
men nú í Norðagøtu. Hetta hevur gjørt at vit
hava havt stuttan veg at vitja hvønn annan,
bæði til føðingardagar og annað. Kristianna
vaks upp á Gjaranesi hjá Karlinu mostir og
Anton, so hon var mest í Søldarfirði tá hon
hevði frí frá skúla, hon plagdi at siga, at hon
stúrdi altíð fyri hvussu veðrið fór at verða til
jólar, tí hon orkaði ikki at hugsa um, at hon
ikki slapp yvir um fjørðin til Søldarfirðar at
halda jól. Vit gleddu okkum altíð nógv til at
hon skuldi koma, og vit høvdu tað ómetaliga
stuttligt tá ið vit vóru saman. Í ungdóminum
vóru vit ofta hvør í síni ætt, beiggjarnir vóru
til skips og vit vóru ymsastaðni, onkur í Havn,
onkur í Klaksvík, onkur í Fuglafirði og tað
kom eisini fyri at onkur av okkum var niðri.
Tíðirnar eru so nógv broyttar, at tað er ringt
hjá ungum fólki í dag at hugsa sær til hvussu
samskifti var, tað einasta var at skriva eitt
bræv, fólkini sum man arbeiddi hjá høvdu
ikki altíð telefon, og heima var eingin telefon,
men vit vóru óføra røsk at skriva brøv, sum
eg haldi var til gleði fyri okkum øll.
So komu árini hvar vit fingu okkara børn
og vóru nakað bundin av tí sjálvandi, men
tá ið børnini vóru komin til, vóru vit nógv
saman aftur, eisini hava vit havt onkrar sam
komur við makum og børnum, sum er ein
gleði at minnast afturá. Vit systrarnar hava
hesi seinastu 30 árini verið nakrar dagar í
summarhúsi hvørt summar, eisini í ár hóast
vit vitstu at Kristianna var álvarsliga sjúk,
so var tað hon sum strongdi á at vit skuldu
fara, og vit fingu nakrar ógvuliga góðar dagar
saman, sum vit nú eru sera takksamar fyri,
eisini hava vit havt bindiklub um veturin, so
tað er so sárt at hugsa at hennara sessur nú
stendur tómur. Eitt ørindi í einum sálmi sigur
soleiðis:"Summi fólk so fegin ganga, sum við
kongsboðum á ferð, bera vitni millum manna.
at Guds dýrd av kongsins ber. Smílið er sum
sólarglottin, sum ein sól, íð lýsir frið, Leiðin,
íð vit skulu ganga, fríðkast upp við teirra lið."
Soleiðis var Kristianna, tað var altíð
ein fragd og gleði at vera saman við henni,
vitug, góð at tosa við, skemtingarsom og góð
við okkum øll. Hon hevur havt ringa heilsu
og mangan verið álvarsliga sjúk, men hon
gramdi seg ongantíð, hon bar tað í tolni.
Við jarðaferðina hjá henni næstseinasta
leygardag, var lisið úr Job 19:" Tá íð henda húð
mín er burturtærd, skal eg ...skoða Gud...ikki
sum ein fremmandan....," og tað er júst tað,
Kristianna er ikki farin til ein fremmandan,
men hon er farin til "tann vinin eg kenni so
væl" sum Ingemann skrivar, hon er farin
heim til tann vin og frelsara sum hon lærdi
at kenna tá ið hon var smágenta.
Góði Tummas, Annika, Jóna, Agnas og
Beinta og øll tykkara, mátti Harrin verið hjá
tykkum og styrkt tykkum í gjøgnum hesa
tungu tíð.
Eg skal enda við einum sangi sum
Kristianna sjálv hevur umsett úr donskum,
og hevur verið mær til troyst og gleði hesar
seinastu dagarnar.
Kærleikans drottur mín Hirði er vorðin,
Á, sum tað syngur í sálini mær,
Hvat kann meg saka – ja, so sigur orðið,
tá eg í ævir skal búgva hjá tær.
Ei vil eg stúra, tá deyðin vil senda
boð mær, og grøvina óttist eg ei.
Sælur eg verði, tá tíð mín er endað,
keppur og stavur Tín lýsa mær leið.
Kærleikans Hirði – nú dagurin líður,
tónleiki vakran, lík rødd tín er mær.
Kærleikans Hirði – til ævigar tíðir
prísa eg vil fyri náði frá Tær.
Eg vil við hesum lýsa frið yvir minnið um
elskaðu systur okkara Kristiannu.
Maria.
NØVN