Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. oktober 2017 · Nr. 121 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað var fagnaður í B36 leguni hóskvøldið í síðstu viku, tá ið grannauppgerðin í Gunda­ dali endaði við, at B36 vann 1-0 ímóti HB. Hetta var í U-18 kapp­ingini. At áhugin var stórur sást á áskoðaratalinum. Møgu­ leiki var fyri, at B36 kundi tryggja sær fyrsta FM heitið í hesi deildini í 45 ár. Oskar Weihe skoraði einasta málið stutt undan steðginum, og har­við varð tað staðfest, at B36 hevði vunnið FM. Tað sigur seg sjálvt, at tey í B36 fegnaðust. Tey hava bíð­að í 45 ár, og hesi mongu ár­ini hava tey onkuntíð ver­ ið sera vónbrotin, tá ið tað akkur­át ikki er eydnast at vinna meistaraheitið. Eitt gott dømi um hetta var í 1994. Tá varð nógv gjørt burtur­úr, at nú høvdu B36 ung­ling­arnir møguleika at vinna fyrsta FM heitið í 22 ár. Avgerandi dysturin var ímóti HB. B36 var á odda og harvið á FM kós, inntil tað restaði ein lítil løta. Tá javnaði HB til 1-1. Tað bar við sær, at bæði liðini endaðu við sama stigatali. HB málmunurin var betri, og harvið fór FM steyp­ið í norðara húsið í Gunda­dali, meðan grann­ar­ nir vóru vón­brotn­ir. 23 ár eru runnin síðani tað vónbrotið, og onkuntíð hevur tað verið tætt við. Nú eydnaðist tað so. Í gjárkvøldið var síðsti dysturin. Hann var ímóti Víkingi í Gunda­dali. Úrslitið var mál­leysur javnleikur. B36 spælararnir fingu FM steyp og gull­krónur, og felagið gjørdi í gjár væl burturúr, at felagið hevur vunnið fyrsta FM heitið í unglingadeildini í 45 ár. FM heitið hjá Kjartani Tað stóð einki serligt til í ungdómsdeildunum hjá B36 fyri 45 árum síðani. HB var ofta meistari í mest sum øll­um deild­unum, og tað bar við sær, at dreingirnir flokkaðust í tí felagnum. Ein av teimum fáu, sum var hundrað prosent loyalur ímóti sínum barndóms­felag B36, var Kjartan Mohr. Hann hevði góðar gáv­ur at spæla fótbólt og vildi fegin, at B36 skuldu lut­taka í lands­kapp­ ingini í ung­linga­deildini í 1972. Tað eydnaðist Kjartani so at siga at skava eitt lið saman, og tað endaði við, at B36 varð meistari. Fyrst og fremst fyri hansara næstu, men eisini í B36 og millum so mong onnur var tað ein stórur skelk­ur og øgilig sorg, tá ið Kjartan Mohr eftir stutta sjúkra­legu andaðist 24. novem­ber í fjør. Hann varð bara 61 ára gamal. Kjartan var ein av ímynd­ unum av B36, har hann í langt tíðar­skeið var kassameistari, meðan vinmaðurin Kristjan á Neystabø var formaður. Teir stríddust fyri at fáa felagið aftur fram í fremstu røð. Nýggju felagshúsini vórðu bygd, og á vøllinum hevur B36 nú í nógv ár verið millum tey fremstu. Tað var so ofta, at tað í práti við Kjartan varð komið inn á 1972, og á arbeiðs­plássi­ num hevði hann mynd av ung­linga­lið­num, sum í 1972 vann FM. Og so segði hann søguna um, hvussu tað kom í lag, at tað bar til at melda lið til og vinna FM. Vit endurgeva tað, sum Kjartan Mohr, sáli, segði um hetta stutt áðrenn hann varð illa sjúkur: -Freistin var farin at melda til, og vit vóru bara sjey B36 unglingar, sum vandu í einum horni á grúsvøllinum – Jógvan Mørkøre, sum stutt frammanundan var flutt­ ur úr Vági og til Havnar, Eli Smith, Óli Mouritsen, Hall­ ur Johannesen, Kaj Jen­sen, Regin Olsen, Regin Harald­sen, og so eg. Jógvan og eg gingu í Hoydølum, og har vóru nakrir bygdadreingir, sum dugdu at spæla fótbólt, og vit fingu teir at hjálpa okkum: Kári Mortensen úr Vest­ manna, sum jú eisini var fram­úr hondbóltsspælari, Hór­aldur Joensen úr Hval­ vík, Niels Dan West, sum var fluttur til Havnar úr Suðuroy og Klaksvík, har tey búðu eitt skifti, og suðuroyingarnir Magni Eystan Á og Niklas Poulsen, ið vóru lykla­ spælarar – Magni sum mál­ verji og Niklas sum mál­ skjútti, mintist Kjartan Mohr aftur á, og hann legði aftrat: -Vit høvdu ongan venjara, men Hans Birgir Hansen var okkara hjálparmaður, sum syrgdi fyri øllum tí praktiska. Hann var sera hjálpsamur og eldhugaður. FÓTBÓLTUR Væl trimmaðu unglingarnir hjá B36 hava vunnið fyrsta meistaraheitið, síðani Kjartan Mohr, sáli, sjálvur skavaði lið saman, sum vann FM í 1972 FM FYRI FYRSTU FERÐ Í 45 ÁR B36 2017. FM U-18: Aftast frá vinstru: Jákup Martin Joensen, venjari, Hugin Samuelsen, David Guttesen, Rúni Rasmussen, Fróði Pætursson Rasmussen, Eli Christianson, Gilli Samuelsen, Rói Mørk Hentze, Magnus Holm Jacobsen, Erlendur Magnusson, Oskar í Haraldstovu Weihe, Kristian Eliasen, Pætur Ingason Rein, Hannes Agnarsson og Tummas Erling Djurhuus, hjálparvenjari. Frammanfyri frá vinstru: Andreas Thomsen, Andrass Johansen, Dánjal Ragnarsson, Ludvík Breckmann, Sámal Jákup Jóhannusarson, Jónas Warner, Áki Hentze og Tóki á Rógvu Joensen. Liggjandi: Jóhan Eiler Simonsen, Ingi Arge og Bjarni Petersen. Ragnar Samuelsen manglar á myndini