týsdagur 17. oktober 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 18. oktober 2017 · Nr. 121
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hittust í Kjartansstovu
Seinnapartin í gjár hevði
felagið boðið teimum, sum
vóru við til at vinna FM fyri
45 árum síðani, til døgurða
eina løtu undan, at síðsti
dysturin hjá nýggja meist
araliðnum skuldi vera.
Í B36 heiðra tey minnið
um Kjartan Mohr, sála, við at
nevna fínasta rúmið í húsi
num Kjartansstova. Tað var
her, at gomlu liðfelagarnir hjá
Kjartani sótu til borðs ígjár.
Venjari hjá B36 2017 ung
lingunum er Jákup Martin
Joensen, sum í summar var
liðugur
við
A-venjaraút
búgvingina. Eina løtu undan
dystarbyrjan
í
gjár
var
nýggja FM liðið í Kjartans
stovu fyri at heilsa uppá
teir, sum vunnu fyri 45 árum
síðani:
-Eg segði teimum, at hetta
kappingarárið hevur liðið hjá
Kjartani ofta verið nevnt, tá
ið vit hava fyrireikað okkum
til dystirnar og strembanina
eftir at vinna fyrsta FM heit
ið í 45 ár. Nú eydnaðist tað, og
tað eru vit og øll í felagnum
sera fegin um, sigur Jákup
Martin Joensen.
Umframt átta av gomlu
spælarunum, sum nú eru
farnir uppum tey seksti,
vóru Hans Birgir Hansen og
Jacob Thomsen, sum í meiri
enn eina hálva øld hevur
verið ein av eldsálunum í
árstalsfelagnum.
-B36 hevur bara vunnið
unglingadeildina tvær ferðir
– í 1972 og so í ár. Tí vildu vit
í felagnum gera eitt sindur
burturúr. Tað var hugaligt
og hugnaligt at vera saman
við teimum, sum vunnu fyri
45 árum síðani, og teir høvdu
nógv at tosa um, sigur Rúni
Herup Olsen, formaður í B36.
Bjørt framtíð
Tað verður roknað við, at
fleiri av teimum, sum nú hava
vunnið U-18 kappingina, fara
at verða profilar í fremstu
deildini. Merkisvert er tað,
at bara tríggir vera ov gamlir
næsta ár. Harvið eru góðar
vánir fyri, at tað ikki fara
at ganga so nógv ár, til B36
aftur verður meistari í hesi
deildini.
Fyrsta triðingin av kapp
ingini í bestu deildini vóru
einir tíggju av spælarunum,
sum Jákup á Borg roknaði
við at brúka á B36 liðnum,
so illa skaðadarvaðir, at tað
var ikki hugsningur um hjá
teimum at spæla. Tí fingu
fleiri av ungu monnunum
møguleikan. Tíggju av teim
um 28, sum hava verið við
í FM endaspælinum í U-18
kappingini, hava longu verið
á besta liðnum, og onkrir
hava spælt nógv í fremstu
røð:
-Hetta er eitt putlispæl.
Avbjóðingin er at fáa tingini
at ganga upp. Ungu menninir
eru grammir at spæla, men
samstundis er tað týdn
ingarmikið, at teir ikki spæla
ov nógv. Teir skulu menn
ast, men teir skulu ikki
leggja so nógv fyri, at vandin
fyri skaðum verður størri.
Meginreglan hevur verið,
at um teir sunnudag hava
spælt nógv á besta liðnum,
so hava teir ikki spælt við
U-18
mánakvøld.
Soleiðis
hevur tað verið hjá okkum,
og soleiðis hevur tað eisini
verið hjá HB og NSÍ, sum vit
hava kappast mest við, sigur
Jákup Martin Joensen.
FÓTBÓLTUR
B36 1972. FM unglingar: Aftanfyri frá vinstru: Óli Mouritsen, Kaj Jensen, Niels Dan West, Kári Mortensen, Niklas Poulsen, Eli Smith og Hóraldur Joensen.
Frammanfyri frá vinstru: Hallur Johannesen, Regin Olsen, Magni Eystan Á, Kjartan Mohr og Jógvan Mørkøre
B36. FM unglingar 1972 – 45 ár seinni: Aftanfyri frá vinstru: Jacob Thomsen, stuðul,
Óli Mouritsen, Niels Dan West, Kári Mortensen, Eli Smith og Hans Birgir Hansen,
hjálparmaður. Frammanfyri frá vinstru: Hallur Johannesen, Regin Olsen, Regin
Haraldsen og Jógvan Mørkøre. Umframt Kjartan Mohr er eisini Kaj Jensen farin
Kjartan Mohr, sáli, tosaði ofta um FM heitið í 1972