týsdagur 17. oktober 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. oktober 2017 · Nr. 121
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Onglendingurin, Ali Noshib,
sum býr í Klaksvík og er
giftur, Sunnivu Østerø, ar
beiðir við einari verkætlan
at lata bakaríið á Sandi upp
aftur.
Tað var annars í 1971, at
Anfinnur og Karin í Soylu
lótu upp bakarí á Sandi, sum
tey so trúliga róku í samfull
45 ár. Síðan bakaríið læt
aftur, hevur verið saknur í
einum bakaríi í Sandoynni.
Ali Noshib sigur við Sosi
alin, at ætlanin hjá honum er
at lata upp eitt mikro-bakarí
í hølunum hjá Anfinni og
Karini, har alt verið gjørt frá
grundini av, sum hann tekur
til.
- Vit fara í fyrsta lagi at
baka breyð og annan bakst
ur, og sum tíðin gongur er
ætlanin at veksa um vøru
úrvalið.
Ali Noshib, sum dámar
væl at matgera, sigur, at bak
aríið í fyrsta lagi fer at leggja
seg eftir tí, sum fólk í Sand
oynni ynskja sær.
Enn er ov tíðliga at siga
nakað ítøkiligt um, nær
nýggja bakaríið letur upp,
men á Facebook-bólkinum
- Microbakarí-verkætlan í
Sandoy – fer Ali Noshib leyp
andi fer at kunna um gongd
ina
Tað er ikki vist, at tað gongur
so ógvuliga long tíð, til eitt
bakarí aftur er í Sandoynni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Áhugi er fyri bakarínum á Sandi
Gongst, sum onglendingurin í
Klaksvík, Ali Noshib, ætlar, letur
bakaríið hjá Anfinni og Karini í Soylu
á Sandi upp aftur
Vilmund Jacobsen
Týsdagin seldi Fiskamarkn
aður Føroya stívliga 21 tons
av fiski á uppboðssølu.
Miðalprísurin
fyri
øll
fiskasløgini samanlagt var
16,16 krónur fyri kilo.
Á marknaðinum í gjár var
serliga hýsa, toskur, longa og
brosma.
Stívliga 3,2 tons var av
hýsu 3 og 2,6 tons av hýsu 2.
Hýsa 2 fekk miðalprísin 20,35,
og hýsa 3 fekk miðalprísin
14,60 krónur fyri kilo.
Prísurin fyri tosk 3 var
20,47, og fyri tosk 4 var hann
20,30 krónur fyri kilo.
Umleið 4 tons var av
brosmu, og her lá prísurin
úr 8,30 upp í 8,80 krónur fyri
kilo.
Stívliga 5,5 tons var av
longu, sum fór fyri 15,12 upp í
18,20 krónur fyri kilo.
Samanlagt seldi Fiska
marknaður Føroya í gjár fyri
340.464,60 krónur.
16 kr.
fyri
kilo
Vilmund Jacobsen
Arbeiðið er í gongd at orða
ein nýggjan barna- og ung
dómspolitikk fyri Eystur
kommunu, og í hesum sam
bandi verður skipað fyri
verkstovum fyri øllum við
komandi áhugabólkum.
- Fyrsta stig í arbeiðnum
er at kalla inn so breiðan
skara av áhugafólki og
áhugabólkum sum gjørligt
fyri soleiðis at gera tilgongd
ina gjøgnumskygda.
Í
Eysturkommunu
ynskja tey, at allir við
komandi partar vera til at
smíðja nýggja barna- og
ungdómspolitikkin.
- Skipað verður fyri sjey
verkstovum, sum hvør varar
í hálvan dag. Her greiða lut
takarar frá, hvat tey halda
vera umráðandi at taka við í
ein barna- og ungdómspolit
ikk, siga tey.
Byrjað varð fyri tveimum
vikum síðan, tá verkstova
var fyri lærarum í skúlanum
í Eysturkommunu.
- Í síðstu viku møttust
námsfrøðingar, starvsfólk á
dagstovnunum og frítíðar
heiminum og heilsustarvs
fólk.
Lagt verður aftrat, at
komandi vikurnar møtast
aðrir bólkar, og millum hes
ar verður verkstova fyri ung
(10-18 ár), har seks úr hvørj
um árgangi eru boðin við.
Í Eysturkommunu siga
tey, at endamálið við nýggja
barna- og ungdómspolitikk
inum er at skapa betur
trivnað og menning fyri
børn og ung í kommununi.
-
Nógvir
møguleikar
eru longu, men við hesum
kunnu vit fáa betur sam
spæl í tað breiða virksemi
sum er - og síggja hvat
manglar, verðu lagt aftrat.
EYSTURKOMMUNA SKAL
HAVA NÝGGJAN BARNA-
OG UNGDÓMSPOLITIKK
- Nógvir møguleikar
eru longu í
kommununi, men við
hesum kunnu vit fáa
betur samspæl í tað
breiða virksemi sum
er - og síggja hvat
manglar, siga tey í
Eysturkommunu