Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 122 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Fer Skorheim nú at melda Bubu og Trølla- ommuna? Nú sleppa stovnar undan at gera formligar mál- og avrikssáttmálar. Tað sigur Kristina Háfoss. Løgreglan heitir á foreldur um at læra børnini fólkaskikk, tí tey uppføra seg út av lagi vánaligt móti løgregluni í náttarlívinum. Leysgangandi hestar eru vorðnir ein plága, sum løgreglan má taka sær av. Fleiri trupulleikar stungu seg upp í vikuni orsaka av hesum. ST hevur mælt føroysku myndugleikunum til at seta tiltøk í verk fyri at basa barnafátækadømi, sum er lutfalsliga høgt í Føroyum Tað er áhugi úr útlandinum fyri Odmari Færø, sum er miðverjin og liðskipari hjá B36. Sum skilst er talan um feløg úr millum annað bestu deildini í Danmark og Noreg. Sjikana MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt 2283 metrar er sprongdir av Eysturoyartunlinum 2283 Í sambandi við rørsluna #metoo, har kvinnur við hesum frámerki hava víst á, at tær hava verið fyri sjikanu av onkrum slag, hevur hetta óføroyska orðið verið nógv at sæð. Umsetur tú danska orðið ”chikane” á Sprotanum, er hetta úrslitið: ónáðir, arging, plágan, neis; hun sagde pladsen op, fordi hun ikke kunne finde sig i sine kollegers c. hon segði seg úr starvi, tí So skal KÍ hava hjálp frá EB/Streymi Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lítið lot, undir 5 m/s. Fríggjakvøldið snarar hann í eystan og landnyrðing og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, men seinnapartin og í um kvøldið slítur og klárar í. Hitin um 10 stig, um náttina niður í 5 stig. Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, eitt skifti makar niður í lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 7 m/s, um náttina øtlar hann aftur í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Út á náttina upp í strúk í vindi, 13 m/s, í støðum. Fyrst skýggjað og okkurt æl, men sum frá líður turt og sólgottar og hitin um 10 stig. Um náttina millum 7 og 10 stig. Andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s. Yvirvhøvur skýggjað og út á dagin regn av suðri. Hitin millum 8 og 11 stig.   5-10 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s Visti tú? At ST mælir til fría fosturtøku í Føroyum? ÁRNI GREGERSEN Fyri okkum borgarar er tað avgerandi, at heilsuverkið virkar. Grundleggjandi krevja vit, at tað almenna í einum vælferðarsamfeelag tryggjar okkum tænastur á nógvum ymiskum økjum, Tað liggur so at siga í orðinum vælferðarsamfelag. Fyri at eitt slíkt samfelag skal virka, so er neyðugt, at stóri almenni kassin fær nóg stórar inntøkur, so gjaldast kann fyri tænasturnar, sum skipanin hevur lovað borgarunum. Til at raðfesta hvat og hvussu pengarnir skulu brúkast til, velja vit í minsta lagi fjóðra hvørt ár. Tey 33, sum manna okkara tjóðarting, eiga hesa uppgávu, sum veruliga krevur av teimum fólkavaldu, at tey seta seg inn í viðurskiftini og tryggja, at tann politikkur tey vilja hava, eisini verður rikin av embætisverkinum í vælferðarsamfelagnum. Nógv økir koma undir tað, sum vit kalla vælferð, men neyvan nakar borgari ivast í, at tað sum eigur at raðfestast fremst er okkara heilsuverk. Raðfestingarnar á hesum øki eru ógvuliga torførar at gera. Hetta er eitt øki, sum spennir víða og sum øll hava brúk fyri meira enn einaferð gjøgnum eitt lív. Politikararnir hava eisini stóran áhuga fyri heilsuverkinum. Bæði tí tað kostar ein stóran part av fíggjarlógini, men eisini tí tá ið tað ikki virkar, rakar tað nógvar veljarar. Hesar dagarnar hava vit aftur balladuna. Landssjúkrahúsinum manglar pengar. Landssjúkrahúsið er sjálvandi ein stórar avgerandi partur av heilsuverkinum, serliga, tá ið vit koma hartil, at fólk skulu hava viðgerð. Hesaferð manglaðu einar átta milljónir í. Stjórin rýmdi og sparitltøk, sum áttu at verði sett í verk í summar, eru als ikki sett í verk, so pengarnir mangla akutt. Landssjúkrahúsið liggur í stjóraloysi, hóast Ronnie Midjord situr har fyribils. Hann er helst tann best kompitenti stjórin á marknaðinum, men sum skilst vil hann ikki setast í fast starv. Landssjúkrahúsið skiftir ofta stjóra – ja næstan eins ofta, sum HB skiftir venjara í bestu deildini. Helst er ein orsøk til tess. Stjórarnir koma og fara, men trupulleikarnir við pengum eru afturvendandi so at siga hvørt einasta ár. Tað kann staðfestast at hetta ikki er bundið at ávísum samgongum. Hetta hendir altíð. Sjálvandi ber til at anaslysera seg fram til, hví einstøku stjórarnir eru farnir, men tað er ikki ein nóg góð forkláring kortini. Støðan við heilsuverkinum og serliga landssjúkrahúsinum má broytast á onkran annan háttt. Sæð úti frá, so er skipanin ikki nóg greið millum hvør hevur ábyrgd av hvørjum. Í øllum skipanum er neyðugt, at tey sum seta tiltøk og arbeiðir í verk mugu eisini hava peningaligu ábyrgdina. Tað riggar sjálvdan, at fíggjarliga ábyrgdin er á einum stað og virksemisábyrgdin á øðrum stað. Í heilsuverkinum er tað soleiðis, at tað fær fleiri pengar hvørt ár, men sambært fyribils setta stjóranum, so er fíggjarætlanin altíð so tepur, at hendir okkurt óvæntað, so røkkur hon ikki árið út. Konfliktin á føðideildini er eitt gott dømi um tað hesaferð, men sum uttanfyristandandi eru vit eisini noydd at fyrihalda okkum til, at nýggjur heilivágur og nýggjar viðgerðir koma fram, sum sjúkligar í Føroyum eisini eiga at fáa. Hetta kostar pengar í stóran stíl. Politiska skipanin tosar um ábyrgd. Spurningurin er, hvør er tann, sum sparir 200.000 krónur og letur eitt mannalív fara fyri onki – ella ger, at lívsvirðið hjá onkrum fer í botn. Hetta er ein trupul spurningur, sum ikki verður loystur við, at politikararnir kasta runubløk hvør eftir øðrum. Hetta er eitt álvarsmál, sum vit mugu loysa. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája!