hósdagur 19. oktober 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
5
Tiltøk í døgunum 22. oktober til 01. november
FÝRA FRAMSÝNINGAR
Sunnudagur 22. oktober kl.15.00 í Norðurlandahúsinum:
Framsýning verður sett í Klingruni. Hanna Jensen, løgtingskvinna og forkvinna í mentanannevndini hjá løgtinginum, setir framsýningina. Cellokvartet úr Musikkskúlanum
spælir.
FRAMSÝNING AV BÍBLIUM.
Hetta eru Bíbliur, sum eru givnar út síðani reformatiónina – heilt fram til okkara dagar. Eisini eru nakrar
postillur og katekismur og ein Isagoge hjá Peder Palladius frá 1573, sum varð prentað í Wittenberg. Philip
Melancthon hevur skrivað fororðini. Tað var Peder Palladius sum innsetti fyrsta biskupin í Føroyum, Jens
Gregersøn Riber 1. apríl 1540. Alt tilfarið er úr Bíbliusavninum hjá Peturi Martin Petersen í Fuglafirði.
Mánadagin 23.okt., hósdagin 26. okt. og fríggjadagin 27. okt. kl.17.00-18.00 greiða Elsa Funding og Petur
Martin frá um Bíbliuframsýningina.
Stað: Norðurlandahúsið – Forhøllin.
FRAMSÝNING AV KIRKJUKLÆÐUM.
Í 2012 var ein stór framsýning av kirkjuklæðum í føroysku
kirkjunum í Hoyvíkar kirkju. Á framsýningini í Norður-
landahúsinum er eitt úrval av altardúkum, messuaklum
og tær tríggjar biskupskápurnar. Tilfarið frá 2012 er nú
savnað í bók, sum Paulina Eliasen, lærari á Húsarahaldss-
kúla Føroya og Føroya Handarbeiðsskúla í Klaksvík hevur
lagt til rættis. Bókin kemur út til jóla. Eisini er ein serlig
framsýning av motivinum, Jerikorósan, sum m.a. er at
finna í tí elstu biskupskápuni hjá Føroya biskupi.
Mikudagin 25. okt. og fríggjadagin 27. okt. 16.00 – 17.00
greiðir Paulina Eliasen frá framsýningini og nýggju bókini
um Føroysk kirkjuklæði. Møguleiki er at seta seg fyri
bókina fyri serkostnað.
Stað: Norðurlandahúsið – Kringlan.
FRAMSÝNING AV MYNDUM ÚR BÓKINI
“GOMLU PRESTAGARÐARNIR.”
Hetta er bók, sum júst er útkomin við tekningum eftir I. P.
Gregoriussen og ymiskum greinskrivarum.
Í tíðarskeiðinum 1995 – 1999 gav I. P. Gregoriussen,
arkitektur, og forlagið í Støplum fýra bøkur út um kirkjurnar
í Føroyum. Ætlanin hjá I. P. Gregoriussen var altíð eisini at
gera eina bók um teir 7 gomlu prestagarðarnar í Føroyum. Á
framsýningini eru myndir úr bókini.
Mikudagin 25. oktober og hósdagin 26. oktober kl. 15.00 – 16.00 greiðir I. P. Gregoriussen frá um bókina
“Gomlu prestagarðarnir”. Møguleiki er at ognað sær bókina fyri serkostnað.
Stað: Norðurlandahúsið – Dansistovan.
FRAMSÝNING AV FRÍMERKI.
2. oktober 2017 gav Posta út eitt frímerki í sambandi við
Reformatiónin 500 ár. Tað er Anker Eli Petersen, listamaður,
sum hevur teknað frímerki. Á sjónvarpsskugga greiðir
listamaðurin frá, hvussu frímerkið var til.
Stað: Norðurlandahúsið – Forhøllin.
Allar fýra framsýningarnar í Norðurlandahúsinum eru
ókeypis.
SÁLMAR Í NÝGGJUM HAMI
Konsert týsdagin 24. oktober kl. 20.00.
Ein einføld, men hugvekjandi heildaruppliving við íblástri úr kirkjuligari liturgi í eini samanrenning av ljósi,
ljóði og upplestri tulka ymiskir sangarar og tónleikarar frítt sálmar úr Sálmabókini:
Annika Hoydal, Teitur Lassen, Jón Aldará, Niels Midjord, Sissal Grækarisdóttir Magnussen og Greta Svabo
Bech tulka sálmar.
Tónleikarar: Torleik Mortensen, Andrias Tykjær Restorff,
Knút Háberg Eysturstein, Per Ingvald Højgaard Petersen
Ljóð: Theodor Kapnas
Pallseting og upplestur: Annfinnur Heinesen
Atgongumerki kr. 200,-
Stað: Norðurlandahúsið – høllin.
FAGNAÐARKONSERT
Fagnaðarkonsert í Norðurlandahúsinum leygardagin 28. oktober kl. 16.00 og kl. 19.00 við Føroya Sym-
foniorkestri og kóri.
Konsertskrá
Beethoven: Coriolan Ouvertura
Mendelssohn: Reformation symphony
Kári Bæk: Nýskrivað verk fyri kór og orkestur við Sálminum úr ref. symf: Vár Guð føst og haldgóð borg
Vaughn Williams: 100 Words Psalm
Dirgentur: Bernharður Wilkinson.
Stað: Norðurlandahúsið – høllin.
KIRKJUHURÐIN OG TÆR 95 TESURNAR ELLA AVLÁTSSETNINGARNIR.
Frá mánadegnum 23. oktober til mikudagin 25. oktober stendur ein hurð í gongugøtuni í Havn við teimum
95 tesunum ella avlátssetningunum. Høvi er eisini umvegis sms skipanina at koma við uppskotum um
hóskandi nýggjar tesur, sum hava nakað at siga í okkara tíð. Hesar nýggju tesurnar verða eisini hongdar á
hurðina.
Frá hósdegnum 26. okt. til mikudagin 1. novermber stendur hurðin í forhøllini í Norðurlandahúsinum.
Stað: Gongugøtan í Havn og Norðurlandahúsið – forhøllin.
SUNNUDGUR 29. OKTOBER
Skipað verður fyri reformatiónsgudstænastum.
Stað: Kirkjurnar kring landið.
TÝSDAGUR 31. OKTOBER
Fagnaðargudstænasta í Havnar kirkju kl. 20.00. Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar. Eftir gudstænastuna
eru øll boðin til ein drekkamunn á Hotel Hafnia.
Kl.19.30 er undansending í útvarpinum í KVF, har Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, greiðir frá refor-
matiónskantatuni hjá J. S. Bach yvir sálmin hjá Martini Luther “Vár Guð er føst og haldgóð borg.”
Stað: Havnar kirkja – dómkirkjan.
LUTHERFILMURIN Í HAVNAR BIO
Mánadagin 23. okt., mikudagin 25. okt. kl.19.00 og fríggjadagin 27. okt. kl. 18.00 verður
Lutherfilmurin frá 2003 sýndur í Havnar Bio kl.
Atgongugjald kr. 50,00.
Stað: Havnar Bio
REFORMATIÓNIN 500 ÁR
Fólkakirkjan
www.kirjan.fo