hósdagur 19. oktober 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
6
EYÐUN KLAKSTEIN
J
ørn Astrup Hansen er bæði
virdur og umstríddur í
Føroyum. Tann bersøgni
bankastjórin úr Danmark
kloyvir ta føroysku fjøldina. Tað
gjørdi hann øll árini sum stjóri
í Føroya Banka, og tað ger hann
enn. Nógv halda hann hava gjørt
stóran mun, onnur halda lítið
um hann. Men eitt er kortini vist:
Jørn Astrup Hansen hevur havt
ein týðandi leiklut í nýggjari
føroyskari søgu.
Soleiðis innleiðir Páll Holm Jo
hannesen nýggju bókina “Astrup”.
Talan er um eina samrøðubók, har
Astrup greiðir frá sínari tíð í Før
oyum og ymiskum, hann hevur
upplivað her. Í bókini verður tosað
um kreppuárini í 1990’unum, um
fullveldistíðina, um bjargingina
av Eik Banka, um skattamálið og
annað.
Jørn Astrup hevur síðani árs
byrjan 1993 virkað í føroyska sam
felagnum – næstan uttan steðg.
Tá ið danski bankastjórin kom til
Føroya fyrstu ferð fyri næstan 25
árum síðani, var tað fyri at taka
yvir sum stjóri í Sjóvinnubank
anum, sum hevði koyrt seg púra
fastan. Føroyska samfelagið var
í grundini farið av knóranum, og
fyri framman bíðaði ein ógvuslig
krepputíð, sum millum annað
hevði við sær, at fleiri túsund
føroyingar rýmdu av landinum.
Astrup virkaði sum bankastjóri
– fyrst í Sjóvinnubankanum og
síðani í Føroya Banka, tá ið bank
arnir í 1994 vórðu lagdir saman
– fram til 2005.
Árini 2006 til 2008 var Astrup
formaður í Búskaparráðnum, og
í 2010-11 varð hann stjóri í koll
siglda Eik Banka. Tá ið hann fór
frá sum stjóri, tók hann við sum
nevndarlimur í Eik og sat í nevnd
ini fram til januar 2016.
Krepputíðin
Nú eru næstan 25 ár liðin, síðani
tann tá fimmti ára gamli Jørn
Astrup Hansen kom til Føroya, og
nú nýggj bók um hansara tíð í Før
oyum kemur út í næstu viku, hava
vit sett honum nakrar spurningar.
Í 1993 kemur tú til Føroya at
verða stjóri í kreppurakta Sjó
vinnubankanum og til eitt sam
felag í djúpari kreppu. Hvussu var
tað?
– Eg var ovfarin, tá ið eg kom
til Føroya fyrstu ferð, og eg var
als ikki fyrireikaður til tað, sum eg
møtti. Tá ið eg hugsi aftur, haldi
eg, at eg í grundini ikki kundi havt
fyrireikað meg til tað. Kanska var
tað gott, at eg ikki visti ov nógv, tí
so er sannlíkt, at eg ikki var komin
til Føroya í januar 1993.
– Eg havi latið mær fortalt, at
nevndin í Sjóvinnubankanum í
TILVILD AT
EG SKOLAÐI
Í LAND Í
FØROYUM
– Eg var ovfarin, tá ið eg kom til Føroya fyrstu ferð, og eg var
als ikki fyrireikaður til tað, sum mær møtti, sigur Jørn Astrup
Hansen, sum seinastu 25 árini hevur havt týðandi leiklut í
føroyska samfelagnum. Í næstu viku kemur nýggj bók út um
tíðina hjá Astrup í Føroyum, og har kemur millum annað fram,
at tað var Astrup, sum síðst í august 2010 ávaraði Fíggjareftirlitið
um, at Eik Banki kundi hava álvarsamar trupulleikar