hósdagur 19. oktober 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
7
november 1992 helt, at ein persón
ur uttanífrá skuldi gerast stjóri
– ikki ein føroyingur. Tað gevur
ábendingar um, at nýggi stjórin
ikki skuldi hava ov nógvar mein
ingar um Føroyar, áðrenn hann
byrjaði í starvinum.
– Tá ið eg kom til Føroya, mátti
eg í einfaldari neyðverju skrúva
niður fyri sansaávirkanini, og tá ið
eg aftur tók ímóti við fullari styrki,
vóru vit ávegis úr kreppuni.
Krepputíðin kravdi nógvar
truplar avgerðir um fólk, heim,
størv og fyritøkur. Hvussu upplivdi
tú kreppuárini sum bankastjóri?
– Alt var uppsteðgað, tá ið eg
kom til Føroya í 1993, og eg kendi
tað, sum at bankin í 1993 og 1994 –
lutvíst eisini í 1995 og 1996 – gjørdi
tað, sum var átrokandi neyðugt.
Avgerðirnar stóðu í kø fyri at verða
tiknar, og tað var neyðugt at taka
stórar avgerðir fyri at fáa búskapin
í gongd aftur. Summar avgerðir
vóru sera truplar, men tær vóru
neyðugar.
– Allar avgerðir vóru ikki eins
hepnar, og aftaná var ymiskt, sum
vit høvdu ynskt okkum øðrvísi,
men avgerðirnar høvdu týdning í
sær sjálvum. Tá ið eg kom til Før
oya, høvdu bankarnir yvirtikið so
at siga øll fiskavirkini, og stórur
partur av flotanum lá við bryggju
uttan útgerðarkreditt. Tað vóru
nógvir knútar at loysa.
Vart tú ein harður maður sum
bankastjóri?
– Nei. Víst hevði eg sum stjóri
í Føroya Banka sagt, at ”tað skal
vera stuttligt at vera bankastjóri”,
men eg eri ikki kensluleysur. Eg
havi ongantíð havt tað lætt við at
uppsiga kreditt hjá einari fyritøku
í trupulleikum ella at siga eitt
starvsfólk upp, tí at bankin ikki
fekk havt tey í starvi longur.
Fulveldistíðin
Tá ið Føroyar komu burtur úr
kreppuni seinna partin av nítiár
unum kom eitt fullveldisrák í sam
felagnum. Ein orsøk til hetta var,
at føroyingar vóru fyri vanbýti í
bankamálinum, og millum annað
tað førdi til, at fullveldislandsstýrið
tók við eftir løgtingsvalið í 1998.
Hvussu var tað at vera danskari
í Føroyum árini við markantum
fullveldisráki?
– Eg hevði ongar trupulleikar
við tjóðskaparligu vekingini, sum
kom í hæddina á løgtingsvalinum í
1998. Hinvegin tók og taki eg undir
við einari nútímansgerð av heima
stýrislógini, sum kann hava við sær
eitt greiðari ábyrgdarbýti – og størri
ábyrgd til føroyska samfelagið.
– Í 1998 hevði eg verið so leingi
í Føroyum, at eg var ikki rokn
aður sum fremmandur, og eg upp
livdi ongantíð at verða marginal
iseraður. Tá hevði eg eisini í eina tíð
kent meg umfataðan av heilsanini
hjá flogternuni eftir at hava lent í
Vágum: ”Góðu ferðafólk, vælkomin
heim”. Tá ið eg eri í Føroyum, kenni
eg meg sum føroying, og tað er
natúrligt hjá mær at siga ”vit” um
føroyingar.
Aftur til kreppubanka
Í 2010 fór Eik Banki av knóranum,
og tá vóru aftur boð eftir Jørn
Astrup Hansen, sum Fíggjarligt
Støðufesti setti sum stjóri í Eik við
uppgávuni at endurreisa bankan.
Í 2010 komst tú aftur til Føroya
at vera bankastjóri í kreppuraktum
banka. Hvussu var tað?
– Fíggjarligt Støðufesti vendi
sær til mín tann 30. September í
2010. Tað var ikki fyri at spyrja meg
um ráð um føroysk viðurskifti, men
fyri at bjóða mær starvið sum stjóri
í Eik Banka. Tað tilboðið var eg ikki
fyrireikaður uppá at fáa ella hug
aður at taka av. Tað skuldi meira
enn ein fundur í trýstkamarinum
hjá Henrik Bjerre-Nielsen og Kruse
Petersen til fyri at sannføra meg.
Tað endaði so við, at eg segði ja.
– Eg hevði síðani heystið 2008
havt eitt gott samstarv við Fíggjar
ligt Støðufesti, sum nú hevði brúk
fyri einum starvsfólk í Føroyum. Eg
hevði nógv góð minni úr Føroyum,
og eg helt, at eg skyldaði at geva
nakað aftur til Føroyar, sum hevði
givið mær so nógv.
– Tann ivi, sum eg hevði um
starvið, svann sum døgg fyri sól, tá
ið eg kom til arbeiðis í Eik, tí eg var
sera væl móttikin av starvsfólk
Eg hugsaði
ongantíð um
tað, tá ið eg var
í Føroyum, men
nú aftaná dugi
eg illa at skilja,
at eg var so
leingi í Føroyum.
– Eg havi altíð roknað meg sum ein góðan vin hjá Føroyum,
og eg vóni, at man í Føroyum eisini fatar meg á sama
hátt: sum ein góðan vin, sigur Jørn Astrup Hansen
Mynd: Tróndur Dalsgarð