hósdagur 19. oktober 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
8
unum. Eg fari seint at gloyma jól
veitsluna í 2010, sum var ein sann
førandi prógv um góðan liðanda
millum starvsfólkið.
Vakti Fíggjareftirlitið
Tann 19. august í 2010 var lands
stýrismaðurin í fíggjarmálum,
Jóannes Eidegaard, á fundi við
danska vinnumálaráðharranum og
stjóranum í Fíggjareftirlitinum. Tá
metti Fíggjareftirlitið, at støðan í
Eik banka var ikki hóttandi. Bert
fimm vikur seinni fór Fíggjar
eftirlitið undir eina kanning av
Eik, og hon endaði við, at Eik tann
30. september í 2010 mátti lata seg
yvirtaka av Fíggjarligum Støðu
festi. Bankin var í grundini farin á
heysin, men varð loftaður av Fíggj
arligum Støðufesti.
Jørn Astrup Hansen spældi
ein leiklut í hesari gongd, tí tað
var hann, sum seint í august í
2010 ávaraði Fíggjareftirlitið um,
hvussu álvarsom støðan í Eik veru
liga var.
Hví fekst tú ein leiklut í hesari
gongd?
– Á heysti í 2008 gjørdi Fíggj
arligt Støðufesti meg til nevnd
arformann í EBH Bank, sum var
fyrsti bankin, ið fór á heysin undir
bankapakka 1. EBH Bank hevði um
fatandi virksemi við stórum váða
saman við Eik Banka, og tá ið EBH
Bank fór, stóð Eik Banki einsamall
ur eftir við virkseminum – og váð
anum.
– Í EBH Bank kom eg javnan
fram á Eik Bank Danmark, sum
virkaði á sama viðkvæma markn
aði, sum í 2008 kostaði EBH Bank
lívið. Í 2009 varð eg knýttur at
einari serligari kanningarnevnd,
sum skuldi kanna orsøkirnar til
bankakrakkið í Íslandi. Har fekk
eg eitt ræðandi innlit í virksemið
hjá Kauphting. Tað órógvaði meg,
at Eik Banki í 2008 yvirtók før
oyska partin av virkseminum hjá
Kauphting við at gjalda eina mun
andi upphædd fyri goodwill – eitt
fyribrigdi, sum vit seinnu komu at
hoyra nógv um í Føroyum.
– Eg hevði nógvar orsøkir til at
stúra, tá ið eg í august í 2010 í øðrum
samanhangi vitjaði í Føroyum.
Hendan vitjan styrkti um mín ill
gruna og mína fatan av støðuni:
Eik fór ikki at megna at standa á
egnum beinum, tá óavmarkaða
statstrygdin fall burtur tann 1.
oktober í 2010. Tá ið eg kom heim
til Danmarkar, avgjørdi eg at seta
meg í samband við Fíggjareftirlitið,
sum eg í fullum trúnaði kunnaði
um mína meting av støðuni í Eik
banka. Restin er søga.
Skattamálið
Tú hevur seinasti tvey árini
verið ein av høvuðsleikarunum í
umstrídda skattamálinum hjá Eik
– nú Betri. Hvussu hevur hetta
verið?
– Mítt samband við Eik Banka
endaði galið. Eg skuldi havt sagt
nei til at fara í nevndina í Eik, tá
ið eigaraskiftið var í 2011. Sum
uttanhýsis nevndarlimur kemur
tú skjótt at liggja ímillum í nevnd
ini fyri eitt felag, sum av høvuðs
partaeigaranum verður fatað og
rikið sum eitt døtturfelag. Men
eg eri sjálvandi sera vónbrotin av
gongdini.
– Eg kann ikki fyrigeva mær,
at eg ikki megnaði at sannføra
leiðsluna um mína uppfatan av
endurskipanini av Eik veturin
2010-11. Eg var ikki ein tilvildarligur
nevndarlimur, sum kom í minni
luta. Eg var stjóri í bankanum júst
veturin 2010-11, og eg hevði havt ein
virknan leiklut í endurskipanini av
Eik. Eg átti tí at vita, hvussu tapið
í gamla bankanum skulu greiðast.
Eingin annar í leiðsluni, sum eg í
javnuar 2016 ikki longur var ein
partur av, hevði sitið við borðið, tá
ið endurskipanin varð framd.
– Eg eri eisini sera vónbrotin
av, hvussu Eik reageraði. At
stevna meg við kravi um tvey ára
fongsulsrevsing helt eg var ein
ógvuslig yvirreaktión uttan nakað
sakligt endamál. Tað tóktist, sum
at leiðslan ikki vildi órógvast í sín
um umhugsanum, og tí vildu teir
heldur fáa meg at tiga enn at lurta
eftir mínari fatan av skattamálin
um.
Roknar seg sum vin
Jørn Astrup hevur síðani 1993 havt
eitt tætt tilknýti til Føroyar, og
hann hevur virkað her ein stóran
part av tíðini síðani.
Hvussu hevur tað verið at brúka
so nógv ár í Føroyum?
– Eg hugsaði ongantíð um tað,
tá ið eg var í Føroyum, men nú
aftaná dugi eg illa at skilja, at eg
var so leingi í Føroyum. Tað var jú
púra tilvildarligt, at tað júst var
eg, sum skolaði í land í Føroyum
á vetri 1992-93, og tey mongu árini
vóru als ikki úrslit av nakrari
neyvari karrieruplanlegging. Eg
hevði veruliga ongantíð hoyrt um
Føroyar, tá ið Richard Mikkelsen
ringdi til mín ein dag í november
1992.
Hvussu er títt samband við Før
oyar nú?
– Tað skulu tvey til ein tango, og
tað skulu tvey til at hava eitt gott
forhold. Eg havi altíð roknað meg
sum ein góðan vin hjá Føroyum, og
eg vóni, at man í Føroyum eisini
fatar meg á sama hátt: sum ein góð
an vin. Viðhvørt havi summi hildið
meg verið atfinningarsaman, men
er tað ikki júst tað, sum mann kann
vænta av góðum vinum, at teir
koma við konstruktivum kritikki?
At stevna meg við kravi um tvey
ára fongsulsrevsing helt eg var
ein ógvuslig yvirreaktión uttan
nakað sakligt endamál.
NÝGGJ BÓK UM ASTRUP
Í næstu viku kemur bókin ”Astrup” út. Páll
Holm Johannesen hevur skrivað bókina,
sum tekur støði í samrøðum við Jørn Astrup
Hansen um tíðina í Føroyum. Útgávutiltøk, har
rithøvundin og Astrup luttaka, verða í næstu
viku. Mikukvøldið kl 19.30 í Leikalund í Klaksvík
og hóskvøldið kl 20.00 á Reinsarínum í Havn.
Jørn Astrup Hansen hevur verið ein týðandi persónur í føroyska samfelagnum seinastu sløku 25 árini