hósdagur 19. oktober 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
10
Tá skipanin svíkur
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
D
agsins blað er síðsta
blaðið í kampanjuni
”Tá skipanin svíkur”.
Gjøgnum tvær vikur
hevur Miðlahúsið varpað ljós á
nøkur av teimum økjum í føroyska
samfelagnum, har vit sum sam
felag ikki megna at lofta teimum,
ið tørva hjálp. Teimum av okkara
medborgarum, ið á ella annan hátt
eru endað í eina støðu, uttan sjálvi
hava nakra ábyrgd ella ávirkan á ta,
har tey ikki megna gerandisdagin
sjálvi.
Byrjað var við søguni um
Rebekku Niclasdóttir Dahl, og
hennara tólv ára langa stríð við
skipanina, at fáa staðfest hvørja
sjúku sonurin hevur. Tá tað so
loksins bleiv staðfest, at sonurin
hevur bæði autismu og ADD, so
skuldi man trúð, at skipanin alt fyri
eitt rættaði sínar feilir og veitti alla
hugsandi hjálp til familjuna, sum
í tólv samfull ár høvdu stríðst
við somu skipan, tí tey vistu, at
sonurin tørvaði hjálp.
Men í staðin fyri at fáa tí neyð
uga hjálp, ið sonurin tørvaði, rendi
familjan seg inn í ein nýggjan múr.
Tann hjálpin, ið almenna Føroyar
hevur at bjóða, er alt annað enn
nøktandi, og trinu foreldrini og
sonurin inn í eina verð, ið er merkt
av manglandi játtan, manglandi
hjálp og tað, ið fyri tey, ið okkara
vælferðarsamfelag ikki loftar,
tykist at vera brotin lyftir. Ein kald
ur veruleiki, ið kemur til sjóndar
síðst í samrøðuni við Rebekku
Niclasdóttir Dahl.
- Eg vildi heldur havt, at tey
uppdateraðu lógirnar og tær ym
isku heimasíðurnar og søgdu - ”tað
er ikki fyri øll. Vit hava ikki møgu
leikan at hjálpa øllum.” Men sum
nú er livir tú upp á falskar vónir
um, at eisini títt barn fær rúmd í
samfelagnum – uttan at verða sett í
ein ”serligan” krók, har eingin tekur
atlit til teir serstaku tørvirnar, sum
hvørt einstakt ”serligt” barn hevur,
sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl
Ongan bústað
Í síðstu viku vóru tað Annika
Silvurdal og hjúnið Uni Gullfoss
og Anita Heinesen, ið traðkaðu
fram í blaðnum og greiddu frá
trupulleikarnar tey møta sum
foreldur at vaksnum børnum
við menningartarni. Børn, ið enn
búgva heima hjá foreldrunum, tí
tað almenna ikki megnar at veita
teimum ein bústað. Aftrat teim
um eru 33 onnur fólk við menn
ingartarni, ið eru í somu støðu, tí
tað almenna ikki megnar at útvega
teimum ein vardan bústað.
Í slíkum førum kennist tað
sum stein oman á byrðu, tá tað al
menna gerst ein áhaldandi kelda
fyri vónbrot, tí óansæð hvat verður
gjørt, so fáa tey ikki tað hjálp, ið tey
so klárt mangla. Í staðin umhugsa
tey tær ekstremu loysnirnar bara
fyri at fáa onkran at vakna. Onkr
an, ið kann veita teimum hjálp.
Hjá Una Gullfoss og Anitu
Heinesen merkir tað, at hótta við
at flyta frá 18 ára gomlu dóttrini,
tí tá má tað almenna gera eitt ella
annað.
- Vit klára ikki at hava hana.
Vit megna ikki at menna hana og
hjálpa henni víðari í lívinum á ein
nøktandi hátt. Tí vita vit ikki, hvat
vit nú skulu gera, siga Uni Gullfoss
og Anita Heinesen.
Sama vónloysi er at hóma, tá
Anniku Silvurdal greiðir frá hvussu
tað er at vera foreldur at barni við
menningartarni.
- Lívið er ótrúliga hart viðhvørt.
Tað er hart at viðurkenna, at tú
hevur eitt barn, sum tú als ikki
veit, hvussu tú skalt hjálpa tí víð
ari í lívinum. Tá alt steðgar upp í
skipanini og tú ringir og ringir og
er á fundi omaná fund uttan at fáa
ta hjálpina, sum krevst, og tað er
hart, sigur Annika Silvurdal.
Bara toppurin á ísfjallinum
Hóast Miðlahúsið seinastu vikur
nar hevur víst á fleiri lagnur, har
borgarar detta niðurímillum í skip
anini, so er talan bara um toppin av
ísfjallinum, tí tørvurin er størri enn
nøkur fá bløð kunna lýsa.
Síðan hol varð sett á kampanj
uni, hava eitt ótal av familjum og
einstaklingum vent sær til okk
ara, tí tey kenna seg aftur í søg
unum. Tey vita hvussu tað er at
detta niðurímillum. Tey kenna
frá egnum lívum, hvussu tað er
at koma til dyrnar, ið skulu veita
hjálp, men eru noydd at venda
heimaftur tómhent.
Hvussu nógv fólk talan er um,
hevur tó víst seg at vera óvanliga
torført at staðfesta. Millum annað
hevur Miðlahúsið roynt at fingið
upplýsingar um hvussu nógv børn
við autismu eru í fólkaskúlanum,
so staðfestast kann hvussu stórur
tørvurin er. Men hóast vit hava
vent okkum til fleiri av stovnunum,
ið varða av økinum, so er tað eingin,
ið við vissu kann veita eitt álítandi
tal. Og tað tykist tíverri at vera ein
afturvendandi trupulleiki. Eingin
veit hvussu nógv fólk bera brek,
eru menningartarnað, hava aut
ismu o.s.fr., og tí er torført at eftir
meta, um tey fáa ta hjálp, ið tey
hava krav á.
Seinastu vikurnar hava vit í
Miðlahúsinum tó víst á, at tey eru
ikki fá, ið detta niðurímillum, tí
tann hjálpin, sum verður veitt sum
nú er, ikki røkkur til.
Men nú sleppa tey til orðanna.
Aðrastaðnis í blaðnum í dag ber
nevniliga til at lesa, at Rebekka
Niclasdóttir Dahl og hjúnið Uni
Gullfoss og Anita Heinesen hava
fingið eina innkalling til løgtings
ins fíggjarnevnd, har tey verða
boðin at greiða frá teirra royndum
við skipanini.
Tað er ikki ein loysn í sær sjálv
um, men vónandi kann tað birta
eina vón hjá teimum og øðrum í
líknandi støðum, um, nú tey um
nakrar fáar vikur kunna stíga fram
fyri teimum monnum og kvinnum,
ið hava maktina at broyta teirra
viðurskiftir, at teirra langa stríð
kann fáa ein enda. Ein enda, har
tey verða hoyrd og teirra børn fáa
ta hjálp, ið teimum tørva.
Hóast Miðlahúsið seinastu vikurnar hevur víst á fleiri lagnur,
har borgarar detta niðurímillum í skipanini, so er talan bara um
toppin av ísfjallinum, tí tørvurin er størri enn nøkur fá bløð kunna
lýsa. Men nú sleppa foreldrini at tala sína søk á tingi.
Tey sum detta niðurímillum
Nú sleppa foreldrini
í Løgtingið
- Talan bara
um toppin av
ísfjallinum,
tí tørvurin er
størri enn nøkur
fá bløð kunna
lýsa.
Rebekku Niclasdóttir Dahl og hjúnið Una Gullfoss og Anitu Heinesen fáa nú
møguleikan at tosa beinleiðis við løgtingsins fíggjarnevnd.