hósdagur 19. oktober 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
11
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
að er ikki á hvørjum degi,
at vanligir borgarar fáa
eina innkalling frá løg
tingsins fíggjarnevnd,
og eru tað í staðin umboð fyri
áhugabólkar, vinnufeløg ella
stovnar, ið sleppa at stíga fram og
leggja sína søk fram fyri máttmiklu
nevndini, ið játtar pening til virk
semi landsins.
Í nærmastu framtíð fáa Re
bekka Niclasdóttir Dahl, Uni Gull
foss og Anita Heinesen tó júst
hendan serstaka møguleikan. Eft
ir at hava fylgt við kampanjuni
hjá Miðlahúsinum ”Tá skipanin
svíkur”, hevur Pauli T. Petersen,
løgtingsmaður fyri Tjóðveldi og
fíggjarnevndarlimur, valt at kalla
nakrar av teimum persónunum, ið
hava fortalt sína søgu í Sosialinum,
inn í fíggjarnevndini, fyri har at
greiða fíggjarnevndarlimunum
frá teirra royndum við almennu
skipanini.
Mugu finna eina loysn
Sjálvur fegnast Pauli T. Petersen,
um at sjóneyka er sett á eitt øki, ið
eftir hansara tykki onkursvegna
er gloymt og hevur fyri neyðuga
at takast fram aftur í ljósið.
- Eg eri glaður fyri, at fokus er
sett á evnið, tí hetta er eitt evni, ið
manglar eitt veruligt kjak í Føroy
um. Vit muga spyrja okkum sjálvi,
hvussu vit kunna lyfta tey allar,
allar, allar veikastu í samfelagnum.
Hendan samgongan fór upp á val at
lyfta tey allar veikastu í samfelagn
um, men man er ikki komin víðari.
Vit eru onkursvegna uppsteðgað,
sigur løgtingsmaðurin og leggur
afturat, at samgongan hevur eina
skyldu at finna eina loysn.
- Vit eiga, bæði sum samgonga
og sum løgting, at finna eina loysn,
so vit kunna lyfta hesi fólkini upp.
Tí tað er ótrúliga óvirðiligt hjá
hesum fólkum at stríðast og strev
ast hvønn einasta dag fyri at fáa alt
at hanga saman.
Fortelja sína søgu
Tí hevur løgtingsmaðurin tikið stig
til at innkalla Rebekku Niclasdóttir
Dahl, Una Gullfoss og Anitu Heine
sen at greiða frá teimum søgum, ið
hava staðið í Sosialinum seinastu
vikurnar. Vónin er, at søgurnar
kunna vera við til at gera neyðugu
broytingarnar, so aðrar familjur
ikki skulu fara gjøgnum tað sama.
- Eg vóni tey fortelja søguna um
børnini. Tað er týdningarmikið, at
tey koma og greiða frá teimum
trupulleikum, ið tey hava av ver
andi skipan. Vónin er, at hetta
kann vera við til, at familjur við
børnum, ið hava ein serligan tørv,
fáa eina rímiliga skjóta hjálp, og at
tey sleppa undan líknandi støðum.
Men tað eru kanska heldur ikki øll,
ið fáa ta hjálp, ið tey skulu hava, tí
tey orka ikki at taka kampin upp
við skipanina, sigur Pauli T. Peter
sen.
Kennir trupulleikin sjálvur
Pauli T. Petersen kennir sjálvur
eisini væl til trupulleikarnar, ið
foreldur at børnum við serligum
tørvi hava at stríðast við. Fyri átta
árum síðan ættleiddu hann og
konan ein son, ið hevur havt onkr
ar avbjóðingar.
- Eg havi sjálvur ein son, ið hevur
ávísar trupulleikar, og kenni tí væl
til skipanina. Vit hava, sum familja,
verið gjøgnum hesa skipanina í
sjey til átta ár. Okkara royndir er,
at skipanin riggar fyri summi, men
riggar ikki fyri onnur. Tað kann
gera tað nokk so trupult til tíðir,
sigur Pauli T. Petersen.
Løgtingsmaðurin vísir á, at tað
kann vera tungt at fáa alt at ganga
upp, tá man hevur eitt barn, ið
hevur serligan tørv.
- Tað hevur næstan verið eitt
fulltíðarstarv hjá konuni at fáa
tingini at hanga saman. Tí tú skalt
fyrireika, tú skalt á fundir, tú skalt
til Sernám, tú skalt til eygnalæknar,
tú skalt til barnalæknar, tú skalt
til barnapsykiatri o.s.fr.. Tað er alt
millum himmal og jørð, ið man
skal, og alt skal rigga saman. Tað
er eitt kempistórt arbeiði, ið man
skal ígjøgnum í Føroyum, um man
hevur eitt barn við serligum tørvi,
sigur løgtingsmaðurin.
- VÓNI
TEY FORTELJA
SØGUNA UM BØRNINI
- Vit muga spyrja okkum sjálvi, hvussu vit kunna lyfta tey allar, allar,
allar veikastu í samfelagnum. Hendan samgongan fór upp á val at lyfta
tey allar veikastu í samfelagnum, men man er ikki komin víðari. Vit eru
onkursvegna uppsteðgað. Tað sigur Pauli T. Petersen, limur í løgtingsins
fíggjarnevnd, ið hevur innkallað Rebekku Niclasdóttir Dahl, Una
Gullfoss og Anitu Heinesen í nevndina at greiða frá teirra søgum.
- Vit eiga, bæði sum
samgonga og sum
løgting, at finna
eina loysn, so vit
kunna lyfta hesi
fólkini upp. Tí tað er
ótrúliga óvirðiligt
hjá hesum fólkum at
stríðast og strevast
hvønn einasta dag
fyri at fáa alt at
hanga saman.