hósdagur 19. oktober 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
12
TEMA: Tá skipanin svíkir
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
F
arnu vikuna hava vit loddað dýpið
millum tingfólk úr øllum flokkum,
um hvat tey ætla at gera fyri at
lofta teimum, ið detta niðurí
millum í skipanini. Tingfólk blivu spurd
um aktuellu málini, ið Miðlahúsið hevur
viðgjørt seinastu vikurnar í kampanjuni
”Tá skipanin svíkur”, og ítøkiliga hvat tey
ætla at gera viðvíkjandi eftirspurninginum
eftir vardum bústøðum og um manglandi
hjálpina á sernámsfrøðiliga økinum.
Batar verða framdir
- Innan lutfalsliga stutta tíð, skula vit
nøkta tann tørvin, ið er í Føroyum.
Eg veit bara ikki hvussu skjótt vit
kunna finna loysnir. Men um tað eru
fleiri skundmál, skal man sjálvandi
streingja á at hjálpa teimum við onkrari
fyribilsloysn.
Tað sigur Hanna Jensen, tingkvinna
fyri Framsókn, viðvíkjandi vardum
bústøðum til fólk við menningartarni,
men ger hon vart við, at tað eisini er
neyðugt at síggja tey einkultu málini í
eini størri heild.
Viðvíkjandi tí sernámsfrøðiliga
økinum harmast tingkvinnan um støð
una, men vísir á, at landsstýriskvinnan
er í holt við broytingar, ið skulu betra
um støðuna.
- Tað er ikki nóg greitt, um orkan, ið er
løgd í sernámsfrøðiliga økið, røkkur nóg
væl teimum, ið hava brúk fyri tí, men tað
er týdningarmikið, at tað ger tað. Tað eru
fleiri ábendingar um, at tað kann gerast
betri, men tað greiningararbeiðið verður
gjørt í løtuni, sigur Hanna Jensen.
Taka tað í størsta álvara
Samgongan tekur málið við manglandi
vardum bústøðum til fólk við menning
artarni í størsta álvara, men eftir at økið
ikki hevur verið raðfest síðstu árini, so
tekur tað tíð at loysa verandi manglar.
Tað metir Annita á Fríðriksmørk, løg
tingskvinna fyri Tjóðveldi.
- Vit koma nokk ikki at loysa allar
trupulleikar, men vit hava sett 200 milli
ónir av til at byggja bústovnar til fólk
við serligum tørvi, ið verða bygdir næstu
árini, sigur tingkvinnan fyri Tjóðveldi.
Harumframt vísir tingkvinnan á, at
sernámsfrøðiliga økið fær longu eina
stóra játtan, men neyðugt er at hyggja
at økinum.
- 72 milliónir eru settar av til ser
námsfrøðiliga økið, men um fólk fram
haldandi detta niðurímillum, so er tað
nakað, ið samgongan eigur at hyggja
at. Og um tað er so, at fólk verða send
millum stovnar, so skula tey fáa eina
hurð at venda sær til, sigur Annita á
Fríðriksmørk.
Spurningur um pengarnir
verða brúktir rætt
- Sjálvandi eigur okkara vælferðarskipan
at avlæsta familjur, ið eru komnar í eina
serliga strævna støðu, tí man hevur
eitt barn við menningartarni. Men um
einasta hjálpin er, at man skal hava ein
serstakan bústað her og nú, so kann tað
veru trupult. Samgongan hevur tó sett
sær fyri at byggja vardar bústaðir fyri
200 milliónir krónur.
Tað sigur Helena Dam á Neystabø,
tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, ið har
umframt vísir á, at avtalan við Bústaðir
inniber, at fjórði hvør bústaður, sum
felagið byggir, skal kunna nýtast til fólk
við serligum tørvi.
Sum fleiri onnur tingfólk, so setir
tingkvinnan eisini spurnartekin við,
um peningurin, ið verður játtaður til
Sernám, verða rætt brúktir.
- Sjálvandi skula vit kunna útvega
tað, sum skal til fyri at eitt menniskja
kann mennast, men vita vit hvat skal
til? Fjórða hvør króna í skúlaverkinum
fer til sernámsfrøðiliga økið, so eg veit
ikki, um tað eru pengar, ið mangla, ella
um tað er nakað hugsjónaligt, ið skal
broytast. Spurningurin er, um vit duga
nóg væl at brúka pengarnar, tí tað er
ikki vist, at fleiri tímar hjálpa.
Vit hava spurt umboð
úr politisku flokkunum,
um hvørjar ætlanir tey
hava fyri tey økir, ið
Miðlahúsið hevur varpað
ljós á seinastu vikurnar.
Hetta siga politikararnir