hósdagur 19. oktober 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
13
Hyggja eftir krøvunum
Bill Justinussen, tingmaður fyri Mið
flokkin, harmast um, at fólk við serligum
tørvi merkja sviðan av manglandi
bústøðum, ið er ein vaksandi trupulleiki
fyri fleiri samfelagsbólkar, men vísir
á, at ein loysn møguliga er at broyta
hvussu vardir bústaðir verða bygdir.
- Bústaðir til fólk við menningartarni
skulu lúka høg krøv, og tað sum er bygt,
lýkur eisini øll hesi krøv og meira enn
tað. Tí er tað so dýrt at byggja. Spurn
ingurin er, um tað ber til at lækka
krøvini, so man kann gongd á at byggja
fleiri vardar bústaðir, men framhaldandi
halda eitt høgt støði, sigur tingmaðurin.
Viðvíkjandi sernámsfrøðiliga økið,
so ávarar tingmaðurin móti løttum
loysnum, ið verða kroyst yvir øll.
- Fólk við autismu eru ymisk, so tað
er týdningarmikið, at man ikki hevur ein
eintáttaðan politikk, har man sigur, at
øll sum hava autismu skulu fáa so og
so nógvar tímar, tí støðið má takast í tí
einstaka. Tað nyttar ikki at veita eina
játtan til undirvísing, um tað er ansing,
ið tey hava tørv á, sigur Bill Justinussen.
Veita viðgerðartrygd
Føroyska samfelagið skal veita øllum
borgarum viðgerðartrygd. Tað metir
Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður
fyri Sambandsflokkin, tá hann verður
spurdur um manglandi bústaðir til børn
við menningartarni.
- Tað merkir, at øll hava krav upp á
at fáa eina útgreinan og síðan neyðuga
viðgerðina innan ein mánaður er farin
frá tí, at tey venda sær til myndugleik
arnar. Tað er líkamikið, um talan er um
ein likamligan ella sálarligan trupulleika.
Vit kunna ikki sum samfelag loyva, at
foreldur ikki fáa hjálp.
Viðvíkjandi Sernám hevur tingmað
urin hug at hyggja eftir hvat peningurin
verður brúktur til.
- Sernám fær nærum 100 milliónir
krónur. Tað er øgiliga nógvir pengar.
Trupulleikin er, at tað loysir einki
at játta meira pengar, um skipanin
ikki megnar at fylgja við. Tí muga vit
útgreina skipanina og staðfesta, um hon
er nóg væl skipað, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Muga prioritera tey veiku
- Tað er eitt øgiligt trýst á familjuna, ið
tað almenna eigur hjálpa við, tá vaksin
børn við menningartarni verða verandi
heima, tí tey fáa ongan bústað. Vit eiga
at kunna veita teimum vardar bústaðir.
Men tað handlar um hvat vit brúka
pengarnar til. Í góðum tíðum er lætt
at brúka pengar, men tað er júst tá, at
tað er týdningarmikið at raðfesta, og
tá muga vit raðfesta hesi, ið hava mest
brúk fyri tí.
Tað sigur Jógvan á Lakjuni, ting
maður fyri Fólkaflokkin, um støðuna
við manglandi vardum bústøðum til
menningartarnað.
Eins og fleiri onnur tingfólk, so tekur
tingmaður undir við, at man endurskoð
ar hvussu peningurin verður brúktur á
sernámsfrøðiliga økinum.
- Á fíggjarlógini fær økið nærum 100
milliónir krónur. Tað eru nógvir pengar
í skipanini, men verða teir brúktir rætt?
Vit vilja øll hjálpa hesum fólkunum, og
eg síggi, at landsstýriskvinnan leggur
upp til, at man endurskoðar skipanina
og ger hana betri. Tað er eitt arbeiði, ið
taki eg undir við, sigur Jógvan á Lakjuni.
Eru fleiri loysnir
- Tað er undarligt, at vit enn eru í tí
støðuni, at vit ikki klára at taka okkum
av teimum, ið hava tað ringast í sam
felagnum.
Tað sigur Jógvan Skorheim, tingmað
ur fyri Sjálvstýri, ið metir, at ov stirvn
ar mannagongdir er partur av trupul
leikanum.
- Skipanirnar eru ikki nóg fleksiblar.
Tær eru skipaðar eftir einum ávísum
frymli, men tá man snakkar um børn við
autismu og menningartarni, so er tað
ikki altíð, at tey passa inn í frymlarnar.
Vit muga ásanna, at tað er ikki ein loysn,
men fýra, fimm ella tíggju loysnir.
Tingmaðurin er eisini talsmaður at
broyta skipanina innan tað sernáms
frøðiliga økið.
- Tað er ikki nøktandi, og helst skulu
fleiri pengar til, so øll fáa stuðul. Men
hetta er eitt øki, ið landsstýrismaðurin er
tættari uppá enn vit sum løgtingsmenn.
Eg meti tó, at besta loysnin er desentralar
loysnir, tí tað er í nærumhvørvinum, at
man best kennir tørvin, trupulleikarnar
og møguligu loysnirnar.