hósdagur 19. oktober 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
14
TEMA: Tá skipanin svíkur
14
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
E
yðgunn Samuelsen varðar
av almannaøkinum og
harvið er tað hon, sum
eigur endaligu ábyrgdina
av ruðuleikanum, sum tey fólkini
Sosialurin hevur tosað við í kamp
anjuni Tá skipanin svíkur, vísa á.
Og landsstýriskvinnan er samd við
teimum í, at fyri summi er skipanin
kaotisk.
- Eg eri samd í, at tað er kaotiskt
fyri summi. Men eg havi arbeitt
serstakliga við tveimum tingum,
sum eg haldi kunnu bøta um
hetta øki framyvir, sigur Eyðgunn
Samuelsen.
Hesi tvey økini eru, sambært
landsstýriskvinnuni, at hon hevur
roynt at lýst trupulleikarnar á øk
inum við eitt nú vardum bústøðum,
sum teir eru beint nú. Har ímillum
at finna fram til, hvørjum standi
teir ymisku stovnarnir eru í, um
teir kunnu brúkast framyvir, hvat
riggar og so framvegis. Hitt er, at
hon hevur nýtt orku uppá at finna
fram til, hvussu tænasturnar best
kunnu skipast framyvir.
- Til dømis hava vit eina góða
skipan innan autismu øki, sum er
skipað eftir leistinum ”Tann góða
tilgongdin”. Tað riggar væl fyri
nógv, tó tað enn eru trupulleikar
sum standast av, at stovnar nú
skulu arbeiða saman, har teir áð
ur hava arbeitt hvør sær, sigur Eyð
gunn Samuelsen.
200 milliónir til
vardar bústaðir
Landsstýriskvinnan vísir á, at sam
gongan hevur sett 200 milliónir av
komandi árini til bygging av vard
um bústøðum, nú fíggjarlógin fyri
2018 er løgd fyri tingið. Og tað bøtur
upp á nakrar trupulleikar framyvir,
men framvegis er akutta støðan
hjá fleiri familjum ikki loyst.
- Eg kann ikki siga, hvat akkurát
man skal gera her og nú fyri at
loysa akuttu trupulleikarnar, sum
hava verið tiknir fram í bløðunum.
Men eg haldi, at har mugu foreldr
ini finna eina loysn saman við Al
mannaverkinum, tí tað er hesin
stovnur, sum umsitur økið, sigur
Eyðgunn Samuelsen.
Hon vísir á, at hon veit av, at
støðan er ótolandi fyri summi, og
at nógv hevði kunnað verið nógv
betur.
- Vit royna at bøta um teir
trupulleikar við eitt nú langum
bíðirøðum til vardar bústaðir, við
júst at byggja fleiri. Men tað er
eingin løtt loysn fyri ein slíkan
trupulleika, heldur Eyðgunn
Samuelsen.
- Tað kann blíva
nógv betur
- Tað er trupult at fara inn í einstøk mál, men eg skilji ómetaliga
væl, at fólk eru frustrerað og eg haldi hesar søgurnar eru
ein góð, men keðilig mynd upp á, at tað er hent ov lítið á
hesum økinum – serstakliga í Suðurstreymoy – seinastu
nógvu árini, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
R
i g m o r
D a m ,
landsstýriskvinna
í
mentamálum, varðar
av Sernámi og harvið
serundirvísing til børn við serligum
tørvi. Hon vil ikki viðmerkja
ítøkiligu støðuna hjá foreldrunum,
sum hava greitt frá avbjóðingum
í Sosialinum, men hon ger greitt,
at hon er samd í, at Sernám upp á
nógvar mátar ikki riggar sum tað
skal.
- Tað er ikki gott nokk, at
foreldur kenna seg kroyst at fáa
eina útbúgving innan autismu fyri
at fáa nøktandi hjálp. Hóast eg ikki
vil fara inn í ítøkilig mál, so kann
eg grundleggjandi siga, at øll børn
skulu sjálvandi hava tilboð, sum
hóska til teirra tørv, sigur Rigmor
Dam, landsstýriskvinna.
Hon ger greitt, at hon tekur
avbjóðingarnar hjá Sernámi í
størsta álvara. Men spurd um,
hvørt man framyvir kann vænta,
at børn fara at fáa teir sertímar,
sum fakligheitin mælir til, er svarið
nei.
- Higartil hevur man hildið tað
best, at tað er ein vaksin pr. barn.
Men tað er ikki vist, at mátin vit
hava hugsað upp á er tann rætti. Tí
arbeiða vit við at fáa fakligheitina
út á skúlarnar til børnini, so tey
kunnu ráðgeva lærarum og øðrum
í, hvat júst hetta barnið hevur tørv
á. Áður hevur tað verið so, at børn,
lærarar og onnur avvarðandi hava
verið noydd at fara til Havnar at
fáa vegleiðing og fakliga hjálp,
men vit ynskja heldur at fara í eina
tilgongd, har fakligheitin verður
savnað á skúlum kring landið, so
at man møtir barninum har tað
er. Og tá er ikki vist, at tað er best,
at tað er ein vaksin pr. barn, sigur
Rigmor Dam.
Eftir hennara tykki eru tað ikki
pengarnar, sum resta í á økinum,
tí ein fjórðingur av játtanini
til skúlaverkið fer til børn við
serligum tørvi.
- Trupulleikin er heldur, at
Sernám skal skipast betur. Vit
skulu hava nýggja leiðslu og
samstundis skulu vit hava styrkt
um fakligheitina á stovninum,
sigur Rigmor Dam.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum
- Eg eri samd við foreldrunum í, at Sernám ikki riggar sum tað skal. Men vit eru
í einari serstøðu, har vit skulu geva Sernám tað uppraðfestingina, sum skal til,
fyri at fáa tað at rigga, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
- Sernám riggar
ikki sum tað skal