Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 122 16 DANJAL AV RANA -U m fýra ár spæli eg í eini av teimum stóru deildunum í Evropa, sigur Sonni Ragnar Nattestad bersøgin, hend­an mánadagin vit hittast á Aker Stadion í Molde. Kvøldið fyri vann Molde 1-0 á hinum føroyingafelagnum í Elitu­seriuni, Brann, og togaði seg harvið upp á annað pláss í deild­ini. Rosenborg eru tó 10 stig framm­ an­fyri, nú fimm dystir eru eftir at spæla. Sonni Ragnar Nattestad hevur kortini ikki tikið lut í nøkrum av teimum fyrstu 25 dystunum. Stutt undan kappingarbyrjan var hann so óheppin, at hælsinan reyk, ein skaði, sum tekur eini fimm mán­ aðir at lekja. - Tað hevur verið sera strævið at sita uttanfyri vøllin so leingi, men eg ivist kortini ikki í, at eg eri vorðin ein betri fótbóltsspælari nú, sigur Sonni Ragnar Nattestad, sum ætlar sær at fáa sín fyrsta dyst fyri Molde í ár. Landsdysturin móti Lett­landi á Tórsvølli 7. oktobur var fyrsti dysturin hjá høga verju­spæl­ar­ anum síðani 2-0 tapið móti Sveits í novembur í fjør. Seinastu al­ menni dysturin fyri eitt felag var 1. oktobur 2016, tá Fylkir tapti 3-0 móti KR. Hann merkti tó eitt sind­ ur av pínu í rygginum eftir dystin móti Lettlandi og spældi tí ikki við móti Ungarn 10. oktobur. Kom óvart á meg Tað kom óvart á nógv, tá Molde 12. desembur í fjør kunngjørdu, at teir høvdu skrivað sáttmála við 23 ára gamla føroyska landsliðsspælaran. Sonni Ragnar Nattestad heldur eisini sjálvur, at tað gekk skjótt fyri seg. - Eftir øllum at døma høvdu teir fylgt mær í eina tíð, men bjóðaðu mær so yvir at hyggja eftir um­ støð­unum síðst í novembur í fjør. Satt at siga vistu hvørki eg ella um­boðs­maðurin hjá mær (Jákup í Stóru­stovu, blaðm), at teir vóru so áhugaðir í mær, sum teir vóru, tí longu tvær vikur seinni var eg aftur í Noregi og undirskrivaði sátt­málan, greiðir Sonni Ragnar Natte­stad frá. Hann fortelur, at upprunaliga hevði ein skóti hjá Molde verið í Ís­landi fyri at hyggja eftir Óttar Magnús Karlsson, sum spældi við Víkingur Reykjavík. Hesin hevði tó fingið eyga á Sonna Ragnar í dyst­inum móti Fylkir og hevði so ringt til Ole Gunnar Solskjær og fortalt honum um føroyska verju­leikaran. Komandi vikurnar høvdu teir hugt eftir sær nakrar ferðir og til landsdystin í Sveits vóru fleiri umboð fyri Molde til staðar, millum annað Ole Gunnar Solskjær sjálvur. Og so gekk skjótt. 12. desembur vóru FH og Molde samd um søluna og Sonni Ragnar Natte­stad varð Molde-spælari. Fyrstu venjingardystirnar gekk væl, men longu í februar mánað reyk so hælsinan. Sonni Ragnar Nattestad varð skjótt lagdur undir skurð í Oslo og hevur síðani vant seg uppaftur. Tað er meiri enn eitt ár síðani, at hann spældi ein landskappingardyst. Ein skaði tíðliga í vár oyðilegði byrjanina í nýggja felagnum. Sunnudagin kann Sonni Ragnar Nattestad fáa debut fyri Molde FK. EG SKAL SPÆL Á HÆGSTA STIG