Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 122 17 - Tað er hart at vera skaddur so leingi, men man fær ómetaliga góðan stuðul frá felagnum. Venj­ ar­ar og viðleikarar eggja teg alla tíð­ina til at halda á, og tá hetta er tað, tú ynskir at liva av, so er einki val – tú mást stríðast víðari. Dam­an, sonurin, umboðsmaðurin og familjan hava eisini øll stuðlað mær alla tíðina, greiðir Sonni Ragn­ ar frá. Eri vorðin betri hóast skaðan Hann ivast ikki í, at hann er vorðin ein betri fótbóltsspælari av tí sama. - Fyrst av øllum havi eg gjørt nógva styrkivenjing, sum heilt víst fer at koma mær til góða, eisini tá hugsað verður um ikki at gerast skaddur aftur. Harumframt havi eg eisini havt tíð at gera nógvar tekn­ iskar venjingar, sum eg ikki hevði gjørt, um eg var partur av liðnum hesar mánaðirnar, sigur hann. Hann greiðir frá, at um hann var partur av liðnum, hevði nógv tíð fari til at venja spælistøður á vøllinum, deyðbóltar, taktikk og annað, og minni tíð er at menna tekn­iska førleikan. Eg elski landsliðið Nú er heilt klárt hvat málið er. - Eg skal aftur á vøllin í ár. Eg skal fáa mín fyrsta dyst fyri felagið í heyst. Síðani er málið at koma í form aftur til komandi kapp­ing­ ar­ár, tí venjarin hevur lovað, at eg skal vera fastur maður á liðnum, sigur hann. - Næsta ár skal eg eisini spæla hvønn einasta landsdyst. Eingin skal taka mítt pláss, sigur Sonni Ragnar Nattestad. Fleiri hava verið um boðið, nú hann hevur verið skaddur, men fyrrverandi MB-spæalrin sigur, at hann ræðist ikki kapping. - Tað er bara gott við kapping, bæði her og á landsliðnum. Tað stutt­ligasta sum er, er at spæla fyri Før­oyar og samanhaldið á liðnum er eisini sera gott, so tað er altíð gott at síggja teir aftur. Treivst ikki í Vejle Fótbóltslívið hjá Sonna Ragnar Natt­estad byrjaði í MB sum sjey ára gamal. 16 ára gamal spældi hann sín einasta skrásetta vaksna­ manna­dyst fyri felagið, og árið eftir skifti hann til 07 Vestur, har hann spældi í tvey ár, onkrar dystir í Effo-deildini í 2011. - 17 ára gamal fekk eg bjóðað ein ung­dómssáttmála í FC Midtjylland, og síðani bjóðaði felagið mær ein fimm ára sáttmála. Tað gekk væl í venjing, men eg hevði ilt við at vinna mær pláss á liðnum, greiðir hann frá. Hann bleiv leigaður út til AC Hors­ens í eitt hálvt ár, har tað gekk somikið væl, at hann bleiv kosin til ársins spælara av við­halds­ fólkunum. Síðani sendi høvuðs­ venj­arin hjá FC Midtjylland Sonna Ragn­ar Nattestad til Vejle. Har gekk ikki so væl, sum tað hevði gingið í Horsens, Sonni Ragn­ ar spældi ikki fyrstu dystirnar, men slapp so at spæla nakrar dyst­ ir áðrenn summarferiuna. - Eg treivst tó ikki væl í Vejle, og tá eg fór heim at spæla heima­ dyst­in móti Grikkalandi og so hevði summarferiu, segði eg við um­boðsmannin hjá mær, at eg vildi ikki aftur til Vejle. Eg sá ikki fyri mær, hvat framtíðin hevði at bjóða mær í Vejle, greiðir Sonni Ragn­ar frá. Hetta vær ikki væl móttikið hvørki í Vejle ella FC Midtjyllandi, og eisini í Føroyum varð nógv prátað um, hvat nú fór at henda við evna­ríka verjuleikaranum. - Øll rundan um meg stuðlaðu av­gerð míni, og eg misti ongantíð hugin at spæla fótbólt. Eg vandi við B36 hesa tíðina og hóast leysa­ søgur vóru um, at eg skuldi spæla har ella í onkrum øðrum føroysk­ um felag, so hevði eg ongan áhuga í tíð, ætlanin var alla tíðina at sleppa av landinum aftur, sigur Sonni Ragn­ar Nattestad. Skal seljast víðari Jákup í Stórustovu fekk so sam­ band við FH í Íslandi, so har blivu Sonni Ragnar og Gunnar Nielsen liðfelagar. Hetta var tó um tað mundi, at Sonni Ragnar Nattestad bleiv pápi, og hann var tí ofta í Før­ oyum. Av tí sama spældi hann lítið í FH. Móti kappingarenda bleiv hann tó leigaður út til Fylkir og har gekk heilt væl - Eg spældi hvønn dyst, eg elsk­ aði venjaran, sum hjálpti mær nógv og fekk skil á mær aftur. Hó­ast felagið flutti niður, so gekk tað gott persónliga, og tað var meðan eg spældi fyri teir, at Molde fekk eyg­uni upp fyri mær. Sonni Ragnar Nattestad dyl­ir tó ikki fyri, at Noreg ikki er endastøðin hjá hansara yrkis­leið. - Næsta ár skal vera mítt ár. Nú skal eg vinna mær fast pláss á liðnum her og so skal eg seljast víðari. Um fýra ár skal eg spæla í eini av bestu deildunum í Evropa, sigur hann. - Tað er eisini boðskapurin, eg havi fingið frá felagnum, at eg skal mennast til ein betri spælara, áðr­ enn teir selja meg víðari. Molde er, saman við Rosenborg, tað norska felagið, sum selir flest spælarar til útlendsk feløg, sigur hann. Før­ oyskan fótbólt kemur hann so ikki aftur til í bræði. - Kanska tá eg eri 38, sigur hann og flennir. - Tað er eingin ivi um, at tað er tíðin í útlandinum, sum hevur ment meg mest sum fótbóltsspælara, og eg royni hvørja ferð, eg eri saman við landsliðnum at fáa fleiri spælarar at fara uttanlands, til dømis til Noregs ella Íslands. Tú mennir teg so ómetaliga nógv meiri og nú Ísland hevur vunnið seg fyrst til EM og nú til HM, eru nógv feløg, sum senda skótar til Íslands. Tað kann tí gerast ein góð lopfjøl víðari út í Evropa, sigur Sonni Ragnar Nattestad. LA GI Dagurin hjá einum yrkisleikara í Noregi 09.30 Morgunmatur 10.30 Sosial samvera 11.00 Venjing 12.30 Miðmáli 13.00 Frí Onkrar dagar er eisini venjing seinnapart, tá sær skráin soleiðis út 14.00 Venjing 15.30 Frí Sonni Ragnar Nattestad Føðingardagur 5. august 1994 Hædd: 197 cm Vinstrabeintur 18 landsdystir, eitt mál Fyrsti landysturin var 19. novembur 2013, tá Føroyar taptu ein vinardyst 3-2 móti Malta. Hetta segði Ole Gunnar Solskjær um Sonna Ragnar, tá hann skrivaði undir við Molde. - Vit hava fingið ein spælara, sum fer at strykja um liðið longu frá fyrsta dystinum. Hann hevur longu drúgvar altjóða royndir og er ein sterkur spælari. Rástyrkin og skjótleikin eru hansara sterku síður, sasmstundis sum hann er tryggur í avleveringunum. Vit skulu leggja til rættis hjá Sonna at taka næsta stigið í síni menning í tryggum umhvørvi, saman við hinum svongu spælarum okkara. Hetta segði Svein-Erik Jenset, formaður í fjepparafelagnum hjá Molde, Tornekrattet, við in.fo, tá Sonni Ragnar Nattestad skifti til Molde. - Ole Gunnar Solskjær er tað slagið av venjara, sum dámar at lata ungar spælarar royna seg. Hann fer tí at fáa møguleikan at sannføra liðfelagar, venjarar og fjepparar um síni evni. Um hann møtir til venjing og vísir, at hann meinar hetta í álvara, at hann satsar upp á hetta og at hann er ein góður spælari, sum gevur alt, so er eingin orsøk til, at hann ikki skal megna at bróta ígjøgnum. Vit eru heilt víst spent upp á hetta og gleða okkum at síggja, hvat hann hevur at bjóða og hvussu hann passar inn í felagið. Her er Sonni Ragnar Nattestad hægstur í fyrsta dystinum fyri Molde, móti Bodø/ Glimt í februar. FOTO: NILSEN/MOLDE FK