hósdagur 19. oktober 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
18
SÓLBJØRG GREIÐIR FRÁ:
í fyrra parti greiddi eg frá, hvussu
okkara prinsessu brúdleyp gekk
fyri seg og í hesum parti fari eg at
greiða frá, hvussu okkara seinna
brúdleyp hilnaðist..
EMMA PETERSEN
2 partur:
Í
2015 høvdu eg og Filip júst
undirskrivað skeyti til
nýggju húsini, sum vón
andi skuldu standa klár
1.Juli 2016. Vit búðu tá í Vestbjerg,
høvdu fingið Liam, sum tá var
1 ár og var eg næstan liðug við
lesnaðin og Filip nær við at verða
liðugur í læru. Tað var við at vera
tíð uppá at fáa pappírini í ordan
aftur, tí skuldi ein av okkum farið
herfrá áðrenn vantað, so kundi
eftirlivandi hjúnarfelagin siti væl
í húsinum aftaná. Fyri okkara
viðkomandi var lættasti máti at
koma væl burturúr hesum, at
gifta okkum, so testamentið kundi
koma uppá pláss. Vit høvdu ongar
ætlanir um at gifta okkum, tí tað
høvdu vit longu roynt, men lítið
visti Filip, at eg kundi hugsað mær
at fingið eitt fittligt, lítið brúdleyp.
Tað var leygarmorgun tann
19.September og øll mín familja
var við uppá mítt ”surprice”, sum
vit høvdu tosað um 2 teir síðstu
mánaðarnar. Mamma hevði fingið
tað hugskotið, at senda okkum øll
til fotograf og Filip helt tískil, at
eg gjørdi meg kláran hjá systur
mínari ímeðan beiggi mín skuldi
halda eyguni við Filipi. Lítlasystur
mín gjørdi meg harafturímóti
kláran, har hon krúllaði mítt hár
og gjørdi eg sjálv mítt make-up og
setti hárið. Vit høvdu øll avtalað,
at vit skuldu møtast mitt í Aalborg
og vit so gjørdu, men Filip var
seinastur á staðið og møtti hann
einari brúður á knæ, sum segði
”nú er tað nokk mín túrur”. Eygu
hansara vóru stór, men segði hann
tíbetur ”ja” og 4 minuttir eftir
hetta, stóðu vit í ráðhúsinum í
Aalborg og vórðu gift. Eg í einum
hvítum summarkjóla, sum egnaði
seg sera væl til júst tann dagin.
Eg skal tó siga, at eg aldrin hevði
gingið við til at verið gift í hasum
kjólanum, um eg ikki longu hevði
roynt at verið í einum brúðarkjóla.
Allar prinsessur hava uppiborið at
hava verið í einum ordiligum brúð
arkjóla. Filip hevði valt sær ein
gráan klædning við bláari skjúrtu
til dagin.
Eftir at vit vórðu gift, yvirrask
aði mamma okkum við einari mót
tøku heima hjá teimum. Tað vóru
bert vit og mín familja sum vóru
til staðar tað løtuna, har vit fingu
pitsu í ovn, sum var keypt frá
lokala slaktaranum hehe. Eftir
móttøkuna fóru vit til Billund, har
vit stegðaðu hjá einari vinkonu,
manni hennara og teirri elstu
dóttir. Hon helt eina veitslu fyri
okkum, har vit fingu eina lekkra
3 rættaða, Michélin stjørnu mat
skrá, sum maður hennara David
Fjallsbak hevði staðið fyri.
Hesa ferð, í mun til fyrra brúd
leypið, var einki stress. Vit hugn
aðu okkum óført, gjørdu alt tað,
sum vit vistu, at vit tímdu og alt
snúði seg bara um okkum. Tað var
ótrúliga avslappandi, romantiskt
og mest av øllum festligt, tí Filip
gekk hálvgum sjokeraður og
sveimaði á skýggjum tað mesta av
degnum. Av tí at hetta brúdleypið
var meir avslappað, so brúktu vit
ikki meir enn 2000 kr uppá dagin.
Vit vóru glað fyri allan dagin,
sum hann var. Tað var ein lætti at
enduliga kunna tosa við Filip um
alt tað, sum vit høvdu gjørt fyri, at
vígslan skuldi verða eitt yvirask
ilsi. Tað allarbesta við degnum var
tó andlitið í manni mínum, tá eg
fór á knæ.
Eg eri í tí støðu, at eg í roynd og
veru gott kann siga, hvat eg gjørdi
øðrvísi hesuferð. Vit gjørdu ALT
øðrvísi, uttan tað sum hevur mest
at siga fyri okkum – at fólkini ikki
vóru skift út. Vit giftust við sama
persóni og løgdu dent á okkum.
Ístaðin fyri dýrar blómur valdi
partur 2 av 2
BRÚDLEYP.FO
Sólbjørg Jakobsen er løgfrøðingur og starvast sum fulltrúði
hjá Ankestyrelsen, ímeðan Hans Filip Mohr Jakobsen
er skrivstovumaður og arbeiðir, sum ferðaráðgevari hjá
Smyril Line í Hirtshals. Í Vestbjerg búgva tey saman við
børnum teirra, 8 ára gomlu Saritu og 3 ára gamla Liam.
FANN SÍN
EINASTA EINA
TVÆR FERÐ
FRÁ HEIMASÍÐUNI
BRUDLEYP.FO
Í NÆSTUM KANST TÚ LESA ALT UM
BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO, TÁ IÐ
BRUDLEYP.FO VERÐUR LAGT Á IN.FO!