Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017 19 eg at keypa leysar blómur í einum mathandli og bant eg mítt egna blómutyssi. Ístaðin fyri dýran og góðan fotograf, so vóru tað fartelefonirnar og ein selfiestong, sum stóru fyri myndatøkuni. Babba tók nakrar myndir av brúð­ ar­parinum í teira hava. Ístaðin fyri eina dýra kondittara brúðarkøku, sum fann mamma nakrar lekkrar køkur í diskinum hjá bakaranum í Aabybro og tað var veldugt fyri okkum. Vit sluppu undan øll­um stressi, stríði og stórum út­reiðsl­ um, men fingu vit ein minst so góðan dag. Brúðarferðin hesa ferð gekk til Sharm El Sheik og var tað ein fantastiskur túrur við nógvum upplivingum. Alt gerst betur, tá man er eitt sindur eldri, um tú spyrt meg. Vit vórðu drigin inn í mentanina har og fóru á allar tær útferðirnar, sum vit sloppu til. Vit royndu at sita á kamelum, vitjaðu kirkjur og beduinir o.s.fr. Alt í alt var tað eitt fantastiskt upplivilsi fyri okkum. Ráð okkara til tykkara: Nú fari eg heilt sikkurt at ljóða líka, sum øll, ið hava verið ígjøgnum ein hjúnarskilnaða, men “take it from me”, sum í dag fyri seinnu ferð aftur er gift við manninum eg giftist við fyrru ferð. Ikki gifta tykkum, ímeðan tit eru ov ung. Her tosi eg ikki um, at tað kann enda í hjúnaðarskilnaði – tað kann tað altíð - , men eg tosi um brúdleypið sjálvt. Hugsið tykkum sera væl um, um tit yvirhøvur kenna hvønn annan og tykk­um sjálvi so væl, at tit akk­urát vita, hvat tit vilja hava burturúr degnum. Vilja tit hava eitt brúdleyp, har “man eigur at gera so”? Ella um tit heldur hava hug at hava eitt brúdleyp, sum totalt slítur seg frá bókini um tað perfekta brúdleypið? Tað er umráðandi at hava í huga, at dagurin skal vera um tykkum, og at tit slappa av og njóta dagin saman við “the love of your life”. Síðani vit giftust seinnu ferð, hava vit valt at góðtikið, at óansæð hvørjar royndir og gleðir lívið hevur at bjóðað okkum, so týður alt upp á, at vit saman vilja uppliva hesi tingini. SOSIALURIN 119 FRÁ BRUDLEYP.FO