hósdagur 19. oktober 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
20
Blóðpylsa og
rullupylsa frá Gjógv
LÍVSSTÍLUR: Blóð- og rullupylsa
Vit vóru við, tá bóndakonan Jóhanna Vang frá Gjógv herfyri fór at
gera blóðpylsu og rullupylsu. Hon ger nakrar blóðpylsur um árið men
fleiri rullipylsur. Uppskriftin er gingin í arv frá mammu hennara
Herfyri vitjaðu vit bóndakonuna
frá Gjógv, Jóhannu Vang, í Kvívík
har hon býr, tá hon fór at gera blóð-
og rullupylsu. Áðrenn vit byrjaði,
hevði hon gjørt klárt og sett tilfarið
fram.
Til blóðpylsuna hevði hon
seymað indurnar nakað, men ein
lítil opna var til at koyra tilfarið
í. Til rullupylsuna hevði hon lagt
fótamør og lundir klárt til at rulla
saman. Eisini hevði hon lagt fýra
husblas á blot í vatni.
Jóhanna Vang ger ikki so ofta
blóðpylsu longur, tí tey ungu í
húsinum eta tað ikki. Tó so ger hon
enn nógva rullupylsu, og hana eta
tey øll nógv av. Hon brúkar gomlu
uppskriftina hjá mammu síni til
bæði blóð- og rullupylsuna.
Fyrst blandar hon blóðið og
sukrið saman, so tað kann standa
og trekkja eina løtu. Restina av
tilfarinum blandar hon í aftana.
Síðani fer Jóhanna
at gera rullupylsu
Meðan blóðið og sukrið trekkur,
leggur hon tveir fótamørir á
borðið og gjørdi klárt til at gera
rullupylsu.
Fyrst stroyðir hon nakað av
sukri og nakað av saltið omanyvir
fótamørirnar, síðani eitt sindur av
pipari og aromat.
– Tað er ymiskt, hvat fyri
kryddurtir
fólk
stroyða
á
rullupylsu, men okkum dáma best
hesi, sigur hon.
Síðani leggur hon tvey husblas
á hvønn mørin, soleiðis at pylsan
heldur saman. Husblassið hevði
staðið á bloti í einum glasi av vatni
í eini 15 minuttir, áðrenn hon legði
tað á.
Síðani leggur hon kjøt innan
úr krovinum og lundir omanyvir
krytturtinar og husblassið.
Jóhanna greiðir frá, at hon hevur
skorið ta mesta av feittinum
av, áðrenn hon leggur tað á
fótamørirnar, tí tey flestu vilja
hava tað so soltið sum til ber.
Tá alt er komið í pylsurnar,
verða tær rullaðar saman. Tað er
umráðandi at rulla tær fast saman.
Síðani koyrir Jóhanna eitt net
útyvir pylsurnar ístaðin fyri at
seyma tær saman. Tað er bæði
skjótari og nemmari, greiðir hon
frá.
Síðani skulu pylsurnar saltast í
10 dagar. Eftir tað verða tær lagdar
í vatn í eina nátt og útvatnaðar og
síðani pressaðar í rullupylsupressu.
Nú eru rullupyslirnar lidnar,
og síðani fer Jóhanna aftur til
blóðpylsurnar.
Hon tekur indurnar fram, og
greiðir frá, at vombin er vaskað og
reinsað og hevur ligið eina nátt í
vatnið við edikki í.
Hon byrjar við at koyra eini tveir
nevar av rosinum og stór tálgstykki
í indurnar. Hon greiðir frá, at stóru
tálgstykkini fyribyrgja, at pylsan
verður turr. Hon tekur tey tó úr
aftur, tá pylsan er liðug.
Síðani skal blóðið í, men ein skal
ansa eftir ikki at koyra alt ov nógv
í. Hon fyllir á leið hálvt indur, tá alt
tilfarið er komið í. Hetta tí, at tað
vaksur, tá tað verður kókað, greiðir
Jóhanna Vang frá.
Síðani verður indrið seymað
saman og hol prikað í við stoppinál,
áðrenn tað verður kókað í søltum
vatni í 1 tíma og 20 minuttir, og
síðani borðreitt við eplum.