hósdagur 19. oktober 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
22
ÁRNI GREGERSEN
Lív er komið í aftur í Løgtingi
num eftir ein steðg síðani
fiskivinnunýskipanin, fiskidag
barnir og ólavsøkurøða løgmans
vóru viðgjørd.
Um heystið hendir hetta
ofta, millum annað tí at Norður
landaráðið og Útnorðurráðið og í
heyst hevur vinnunevndin eisini
vitjað í Japan.
Samgongan hevur boðað frá, at
stórmál skulu samtykkjast í heyst.
Fiskivinnunýskinanin er løgd
fram aftur, eftir at hon fall burtur
í seinastu tingsetu.Orðaskifitið
hevur verið fyrstu ferð og nú er
skipanin í vinnunevndini. Ein
trupuleiki hjá samgonguni er, at
í vinnunevndini hevur andstøðan
meirlutan og kann draga við
gerðina út.
Fiskivinnunýskipanin skal
koma í gildi 1.januar tí tá fer nú
galdandi lóg um vinnuligan fiski
skap úr gildi.
Stjórnarskipan
Eitt annað stórmál er uppskotið
um stjórnarskipan.
Hetta er eitt uppskot, sum
hevur verið arbeitt við í eini 15 ár.
Nú avgjørdi løgmaður at leggja tað
fram. Upprunaliga var ætlanin, at
tað skuldi fara til fólkaatkvøðu
í ár, men tað er fyribils útsett til
flaggdagin næsta ár – og fólka
atkvøðan verður helst útsett eina
ferð afturat.
Uppskotið veldis trupulleikar
fyri samgonguna, tí umsitingin í
tinginum hevur mælt formans
skapinum til at burturvísa upp
skotinum tí tað ikki er nóg væl
gjøgnumarbeitt.
Tað er onki at ivast í, at tað
fyrst og fremst er Tjóðveldi, sum
trýstir á fyri at fáa uppskot ums
tjórnarskipan samtykta.
Pensjónirnar
Eitt annað mál er nýskipan av
pensjónunum. Hetta er eisini eitt
uppskot, sum hevur ligið leingi í
pipeline, men tað tykist torført
at finna eina endaliga semju um,
hvussu vit skulu skipa okkum
frameftir á hesum øki.
Búskaparráðið hevur gjørt
púra greitt, at skulu vit hava ein
haldbaran búskap uppá langt
sikt, so er neyðugt at vit gera eina
nýggja pensjónsskipan.
Politiskt er ikki semja um,
hvussu nógv skal vera sam
haldsfast í skipanini og hvussu
nógv fólk annars sjálvi skulu spara
saman.
Eitt annað mál, sum er eitt sindur
meira eymt er, um pensjónsaldurin
skal hækka ella hann framvegis
skal vera 67 ár. Í tráð við, at vit
gerast fleiri eldri, so eru færri sum
á arbeiðsmarknaðinum, royna at
savna pening inn til pensjónirnar.
Í øðrum londum er sami spurn
ingur uppi at venda, tí tað vísir seg,
at almenni búskapurin ikki klárar
at gjalda øllum gomlum pensjónir.
Tí er neyðugt, at pensjónsaldurin
verður settur upp – í hvussu so er
verður skipað so fyri, at fólk kunnu
arbeiða eftir at tey eru vorðin
pensjonistar uttan at alt verður
mótroknað í pensjónini.
Torført at semjast
At samgongan hevur torført at fáa
andstøðuna at taka undir við stóru
uppskotunum er at skilja. Stóri
trupulleikin er, at í summum av
málum er tað eins torført at fáa
samgonguna at takka undir við
øllum málunum.
Serliga viðvíkjandi fiskivinnu
nýskipanini hevur tað víst seg, at
samgongan ikki alla tíðina gongur
í takt og á vatnrørunum ljóðar, at
hóast ein semja var gjørd innan
hýsis, so rennir so nógv vatn í ánna
meðan myllarin svevur,at semjan
skjótt gerst ov gomul.
Í seinasta enda verður tað helst
fiskivinnunýskipanin, sum fer at
leggja størsta trýstið á skipanina.
Tí er spurningurin, hvussu nógv
verður eftir av upprunaliga upp
skotinum til nýggja lóg um vinnu
ligan fiskiskap – ella umsitingini av
sjófeingi.
Politiskt lív aftur í Løgtinginum
Ógvuliga friðarligt hevur verið í tinginum síðani á ólavsøku,
men stórmálini í heyst hava blást lív í aftur
POLITIKKUR