hósdagur 19. oktober 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
23
Drúgva forarbeiðið til uppskotið
um eina stjórnarskipan fyri Før
oyar sæst ikki aftur, sum verandi
nóg gott, nu løgmaður hevur lagt
uppskotið fyri tingið.
Umsitingin í Løgtinginum hevur
hugt at uppskotinum og hevur
gjørt eitt upprit til formansskapin.
Umsitingin mælir til, at tingið vísir
uppskotinum frá sær, tí sum hon
ssigur, uppskotið er ikki búgvið til
viðgerðar.
-Umsitingin heldur ikki, at
uppskotið í verandi líki er búgvið at
leggja fyri tingið, serliga tá talan er
um eina komandi stjórnarskipan,
sum eftir ætlan skal vera karmur
um rættarsamfelagið Føroya í
komandi tíðum, verður sagt í upp
ritinum til formansskapin.
Gjørt verður eisini vart við,
at her er ikki bert talan um eitt
politiskt skjal, men er karmur um
lóggávu, sum seinni skal gerast.
Eru ásetingarnar ikki nóg
greiðar, verður trupult nakrantíð
at staðfesta, hvørt eitt komandi
løgtingslógaruppskot er innanfyri
ella uttanfyri karmarnar.
Eitt annað, sum umsitingin finst
hvassliga at, at ongar viðmerkingar
eru í lógaruppskotinum. Viðmerk
ingar verða vanliga brúktar til at
hjálpa at tulka lógargreinar, men tað
manglar í so at siga øllum greinum í
uppskotinum til stjórnarskipan.
-Vísandi til tað, sum er ført
fram, verður mett, at uppskotið
ikki er í samsvari við ting
skipanina. Umsitingin mælir tí
formansskapinum til at geva løg
tignsformanninum samtykki at
mæla tinginum at burturvísa
uppskotinum, skrivar umsitingin
í Løgtinginum.
Gomul avgerð
Tað er ein avgerð frá 2010, sum
ger at ongar viðmerkingar eru
til einstøku greinarnar í upp
skotinum. Tá samdist grein
25-nevndin um, at uppskotið skuldi
vera uttan viðmerkingar.
Páll á Reynatúgvu, tingfor
maður, sigur, at formansskapurin
tekur undir við uppritinum frá
umsitingini, men hevur tó avgjørt
at leggja málið fyri tingið at taka
støðu til um uppskotið skal við
gerast ella ei.
Greitt er, at formansskapurin
hevur verið gyrdur í brøkur, tá ið
støða skuldi takast til uppskotið.
Fyri at semja kundi fáast, so bleiv
avgjørt hvørki at mæla tinginum
til ella frá, men lata tinginum upp
skotið.
Uppskotið fær 1.viðgerð týs
dagin í næstu viku.Tá skal tingið
fyrst avgera um málið skal við
geast ella ei.
Sjálvt um øll tingfólk vita tað, so
koma altíð krøv um meira pening
til heilsuverkið.
Í ár eru tað á leið átta milljónir,
sum tingið skal játta eyka til Lands
sjúkrahúsið. Orðaskiftið um málið
undir 1.viðgerð gav ta fatan, at hetta
var fyrstu ferð pengar skulu játtast
eyka til Landssjúkrahúsið.
Uttan mun til, hvør hevur
mannað taburettirnar í Nesinum,
so er hetta ein afturvendandi
trupulleiki, um ikki hvørt ár, so
frasmímóti.
Undir orðaskiftinum vóru
tey fleiri sum hildu, at nú má ein
ábyrgd staðfestast, meðan onnur
hildu, at hetta málið er so háttað,
at skipinin sjálv er skeiv.
Undir orðaskiftinum um at lata
eyka pening til Landssjúkrahúsið
hevur forkvinnan í fíggjarnevndini,
Ruth Vang, Framsókn, at hetta eig
ur at kannast til fulnar og ábyrgdin
skal pålaserast. Spurningurin er
bara um tíð er til slíkar kanningar,
nú játtanin skal skundast
ígjøgnum.
Í gjár var leiðslan á Landssjúkra
húsinum á fundi í fíggjarnevndini
og svaraði spurningum frá
nevndarlimum í nevndini.
Endamálið er, at uppsskotið
verður avgreitt so skjótt sum til
ber, tí Landssjúkrahúsið tørvar
pengarnar, so virksemi kann halda
fram árið út.
POLITIKKUR
Andstøða og samgonga
aftur í samanbrestum
Nógv aktuel mál seta kílar millum andstøðu og samgongu,
nú farið er undir seinnu helvt av valskeiðnum
Stjórnarskipanin er
ikki búgvin til viðgerð
Uppskotið til stjórnarskipan
fyri Føroyar er so illa fyrireikað,
at tað er ikki búgvið til
viðgerðar í Løgtinginum