Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 122 24 Óli Jacobsen Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen G ummibáturin var eitt framstig at bjarga neyð­ støddum sjófólki, men tað hevur ikki altíð eydn­ast so væl. Eitt syrgiligt dømi var gummibáturin hjá Nólsoyar Páll í 1967, sum ikki fanst aftur, og fýra menn fórust. Tað sama mundi hent við Njarðlingi Í hesum døgum eru liðin 50 ár síð­an vanlukkuna við Njarðlingi, sum eisini eigur sítt pláss í okkara sigl­ing­arsøgu. Njarðlingur var 54 brt. stórur bát­ur hjá Sámal Jákup Jacobsen í Hósvík. Mánakvøldið 16. oktober 1967 fóru teir ein nýggjan túr á silda­ veiðu við gørnum millum Føroyar og Ísland. Hesa tíðina á árinum plagdu skipini annars at gevast við hesi veiðu, men tað hevði gingist væl, og Sámal Jákup vildi royna ein túr afturat. Njarðlingur var eitt av teimum smærru skipunum á sildaveiðu við gørnum. Hann tók einar 200 tunnur, meðan tey størru skipini tóku tað dupulta ella meira. Teir fóru norður gjøgnum Djúp­ini og settu kós í norðan frá Kall­inum. Veðrið var gott, eitt lot lágt, men tað var tung alda. Men tíðliga týsmorgunin tann 17. brast hann á við stormi frá land­nyrðingi norði við ringum sjógvi og kavaroki. Tá vóru teir 40 fjórðingar úr landi. Ferðin varð tikin av skipinum, og teir løgdu at andøva upp móti ættini. Í stýrihúsinum vóru skiparin, Sámal Jákup, saman við besta­ mann­inum, Eyðun Johannesen, og tríggjar aðrar av manningini, mill­ um teir var Jens Jacob Hansen. Hetta var fyrstu ferð, Eyðun var 1. bestimaður. Tá ið Eyðun sá, at veðrið fór at øtla, fór hann niður í egn­ingarskúrin at surra nakrar salt­tunnur, sum stóðu har. Tá ið teir høvdu ligið upp móti vindinum í ein hálvan tíma, fingu teir ein ógvisligan sjógv inn á bógvin á stýriborði. Rút­ar­ nir í stýrihúsinum brotnaðu, og stýrihúsið saman við bestikk­rúm­ inum aftan fyri, har radioútgerðin var, fyltist við sjógvi. Egningarskúrurin í stýri­borðs­ síðu knústist somuleiðis, og skipið legði seg beinanvegin á bakborð. Tað varð roynt at seta meira ferð á moto­rin fyri at fáa skipið at rætta seg upp aftur. Men hetta riggaði ikki. Hildið var, at teir høvdu fingið sildagørn, sum vóru farin fyri borð av brotinum, um skrúvuna. Teir høvdu eisini tunnur, summ­ar av teimum fullar av salt, í last­ini. Hesar tunnur vóru helst farn­ar út í bakborðs síðu, tá ið teir fingu sjógvin. Hetta gjørdi, at teir fingu hesa slagsíðuna. Slagsíðan gjørdist størri og størri, og tí varð avgjørt at seta gummi­bjargingarbátin út. Hesin stóð á báta­dekkinum í bakborð. Skip­arin og Eyðun fóru út á báta­ dekkið gjøgnum aðra hurðina stýri­húsinum, meðan hinir fóru gjøgn­um hina hurðina. Tað fyrsta var at fáa bátin blástan upp. Gutti Hermansen var staddur í egningarskúrinum, tá ið teir fingu sjógvin. Hann fór beint út á dekkið at royna at forða fyri, at gørnini fóru til sjós. Men har var einki at gera. Í staðin rann hann fram í lug­arið at fáa teir tríggjar menn­ inar har at koma upp. Alt gekk so skjótt fyri seg, at tá hann fór aftur á skipið, mátti hann klúgva upp um stýrhústakið fyri at koma í gummibátin. Áðrenn Njarðlingur skuldi fara av Havnini, kendi Eyðun á sær, at rættast var, nú tað var heyst­ar­dag­ ur, at spenna eina sokallaða lívlínu frá egningarskúrinum fram undir bakkan, sum ein tryggleika, tá ið menninir gingu ímillum lugarið og stýrhúsið. Um hendan línan ikki var, er óvist um menninir høvdu megnað at komið aftur á báta­ dekkið til bjargingarbátin. Skipið lá nú so nógv á bakborð, at menninir máttu handað seg eft­ ir línuni aftur á bátadekkið. Skiparin rópti á manningina og bað teir fara í bjargingarbátin, sam­stundis sum hann í bestikk­ rúm­inum royndi at senda neyðar­ boð. Men tað vísti seg, at sendarin virkaði ikki. Hann var oyðilagdur av sjógvinum, sum var komin at útgerðini. Tað eydn­aðist heldur ikki skiparanum at fáa hendur á skipsdagbókini ella øðrum skipsskjølum. Men hinvegin skrivaði hann posi­tión­ina á ein 10 krónuseðil, sum hann hevði í lummanum. Henda seðil nýtti hann til at gjalda ein hýru­vogn, tá ið teir komu til lands. Tá ið hýrivognsjaførurin frætti søg­una um hesa áskrift, lat hann Sámal Jákup seðilin aftur. Kona hans­ ara, Mia, hevur enn hendan seðil í varðveitslu. Nú lá Njarðlingur so nógv á bak­borðssíðu, at sjógvur kom inn í stýri­húsið. Tá ið skiparin kom út á báta­dekkið, helt hann at allir vóru komn­ir í bátin uttan Eyðun, sum stóð og helt í fang­línuna. Hann bað so Eyðun fara í bátin, og fór síðan sjálvur um­borð. Tá manglaði framvegis motorpassarin, men hann kom tá grulvandi eftir takinum á stýr­húsinum. Jens Jacob saknaður Nú saknaðu teir Jens Jacob, men hann var ongastaðni at síggja. Skiparin segði, at tað síðsta, hann sá til hansara var, at hann var farin úr stýrihúsinum saman við einum øðrum av manningini. Hann hevði verið sæddur afturi á báta­dekkinum aftaná, at hann hevði verið frammi á dekkinum. Rópt varð eftir honum uttan at nakað hoyrdist aftur. Tá var Njarðlingur við at søkka, bara mastrarnir og partur av stýri­húsinum vóru undan. Tí var neyðugt at kappa fanglínuna til Njarð­ling fyri at gerast leysur av honum. Hetta gekk alt so skjótt fyri, at hildið var, at tað gingu ikki meira enn fýra minuttir frá tí, teir fingu sjógvin, til teir máttu fara av skipinum. Í skundinum høvdu teir heldur ikki havt møguleika at finna bjargingarbeltini fram. Tann 17. oktober 1967 fekk Njarðlingur ein sjógv, sum kostaði einum av manningini, Jens Jacob Hansen, lívið. Hinir níggju blivu bjargaðir 40 tímar seinni MANNINGIN Á NJARÐLINGI VAR 40 TÍMAR Í BJARGINGARBÁTINUM Njarðlingur Eitt 50 ára minni: