Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 122 25 Drama í bjargingarbátinum Teir komu so níggju menn í bjarg­ ing­arbátin. Her var nóg mikið av plássi, tí báturin var ætlaður til 12 mans. Men at koma í bjargingarbátin var at koma frá eini marru til eina aðra. Tað vísti seg, at tað leki var komin á ovaru helvt av bjarg­ing­ ar­bátinum, áðrenn teir loystu frá skipinum. Hetta gjørdi, at báturin ikki riggaði, sum hann skuldi, tí í hesum parti av bátinum var ov lítið av luft, og var hann tí ikki fult upp­blástur. Hetta merkti, at tað bar ikki til at fáa lúkuna á bátinum latna aftur, soleiðis sum tað skuldi gerast. Tískil mátti manningin skiftast at halda lúkuna fyri opinum á bát­ in­um, so sjógvur ikki skuldi kom í bátin. Tað vóru 4-5 menn í senn, sum skiftust um hesa uppgávu. Tað kom kortini stundum nógvur sjógvur inn í bátin, og teir máttu oysa við gummistivlum. Veðrið var so ringt, at bjarg­ing­ ar­báturin ofta var við at koppa. Eina ferð holvdist hann og kom at liggja við botninum upp. Tá var kavarok og stormur, og átta av teim­um níggju monnunum vórðu slongdir á sjógv. Tá bjargingarbáturin var end­ aður á takinum heitti Sámal Jákup á Eyðun, sum hann visti dugdi at svimja,at fáa hinar menninar til bátin, meðan hann sjálvur royndi at venda bátinum á rættkjøl. Tað var eitt undur, at allir komu aft­ur í bjargingarbátin. Nú skiltu menn­ inir, at hetta kundi gerast ein galin endi. Tá lovaðu teir olmussu t.v.s. eina upphædd til góð og kristilig endamál, um teir vórðu bjargaðir. Hetta varð eisini gjørt. Annars var ikki nógv tosað í bát­inum. Men tað var umráðandi, at eingin slapp at sovna. Tað kundi endað galið, so kalt tað var. Teir sum høvdu frívakt, tá ið teir mátti fara av skipinum vóru í berum und­ir­klæðum. Hesir vóru tað verri fyri enn hinir. So menninir skump­ aðu til hvønn annan fyri at forða teim­um at sovna og eisini fyri at kunna halda eitt sindur av hita. Tíbetur var so mikið av vatni í bát­inum, at tað við at ansa eftir, strekti til allar. Maturin var nakað sum líktist tablettum, men tað hjálptust teir eisini við. Endiliga bjargaðir Teir sóu land allan mikudagin tann 18. oktober, men tá ið tað gjørdist myrkt, mistu teir tað burtur. Tá vóru teir 15 fjórðingar úr landi. Hetta merkti, at teir høvdu rikið 25 fjórðingar. Men um 10 tíðina á kvøldi sóu teir ljósini frá einum skipi og sendu upp neyðrakettir. Hetta skip vísti seg at vera Hulltrolarin Loch Inver. Hann sá ljósini og kom til hjálpar. Tað gekk væl at koma umborð á trolaran. Allir vóru sjálvsagt á kroppi. Men teir fingu turr klæði umborð á trolaranum. Teir komu á Klaksvík aftaná midnátt. Skipari á hesum trolara var 46 ára gamli Lengard Newsome. Teir høvdu ligið á Klaksvík og krokað í ill­veðrinum, og vóru farnir hagani hendan dagin kl. 19.15 upp á at fara til Íslands at fiska. Skiparin greiddi frá, at tá ið teir komu norður um, sóu teir tvær rak­ettir 1 til 2 míl um stýriborð. Hann hugdi í radaranum, um hann sá nakað skip, men tá varn­ aðist ein av manningini ljós, sum var frá gummibátinum. Teir fingu so bjargað monnunum. Tað gingu bara 10 minuttir frá tí, teir varnaðust bátin, til menn­ in­ir vórðu bjargaðir. Skiparin helt, at menninir vóru nakað illa fyri. Tað var ikki so løgið, tí tá høvdu teir verið 40 tím­ar í bátinum. Spurningurin er eis­ini hvussu langa tíð afturat, teir høvdu kunnað hildið út. Ein av monnunum var so illa fyri, at hann varð innlagdur á sjúkrahús og kundi tí ikki avhoyrast fyrr enn tveir dagar seinni. Trolarin fór á Klaksvík við monn­unum, og eftir sjóforhoyrið fóru teir av stað aftur. Tá ið teir komu til Klaksvíkar var fólk fyri teimum á kaiini. Manningin var fingin á sjómans­ heimið, har teir fingu góða mót­ tøku. Sjóforhoyrið var í Klaks­vík, og menninir gistu á sjómans­heim­ in­um í tríggjar nætur. Jens Jacob var skilamaður Jens Jacob var ættaður úr Klaksvík og var giftur til Langasand við Honnu. Langabbi hansara var tann kendi Gøtu Jákup í Klaksvík. Tey áttu fýra synir. Var sjálvur til skips við Grími Kamban saman við Jens Jacob í 1964. Hann var ein dám­lig­ur og raskur maður, eisini var hann av sterkastu monnum. Hann tosaði ofta um“dreingirnar hjá mær”, og hann smíðaði teimum eitt skip á túrinum. Tá ið skipið fekk sjógvin, fór hann beinanvegin fram á dekkið at flyta salttunnur úr bakborði yvir í stýriborð fyri at rætta upp­ á slagsíðuna. Men alt hendi so skjótt, at her var einki at gera. Men hetta lýsir eisini ein mann við røtt­ um hugburði, og sum vildi gera sítt fyri at bjarga sær og sínum feløg­ um burtur úr støðuni, teir vóru komnir í. Hanna hevur hon nú verið einkja í 50 ár. Henda grein skal eis­ini vera ein heilsan til hana. Manningin á Njarðlingi var: Sámal Jákup Jacobsen, Hósvík, 33 ár, skipari Eyðun Johannesen, Oyrabakki, 22 ár, bestimaður Gutti Hermansen, Hósvík, 27 ár, 1. motorpassari Jens Jacob Hansen, Langasandur, 37 ár, 2. motorpassari Hans Peter Petersen, Hósvík, 20 ár kokkur Kristian Jacobsen, Oyrabakki, 16 ár, dekkari Joen Jacob Højsted, Lang­sand­ur, 21 ár, dekkari Bent Henning Bisgaard, Aarhus, 26 ár, dekkari Gunnar Olsen, Oyrabakki, 20 ár, dekkari Benedikt Dahl Hermansen, Hós­ vík, 17 ár, dekkari Tróndur eisini í havsneyð Hetta veðrið var sjáldsama ringt. Samstundis vóru eisini tíðindi um, at tann nýggi Tróndur hjá mjólka­forsýningini hevði verið í havsneyð á veg til Føroya. Teir fingu eitt brot, sum breyt rút­arnar framman í ferða­fólka­ salongini. Skiparin, Meinhard, segði at veðrið kom sum úr ein­ um byrsu­múla og at sjógvurin var sera ringur. Soleiðis minnist Eyðun eisini hetta veður. Stríddist fyri trygd á sjónum Eyðun gjørdist álitismaður hjá fiskimannafelagnum stutt eftir hetta, tað var hann úti móti 40 ár. Aftaná eina hending sum hesa er tað ikki so løgið, at trygd á sjónum gjørd­ist eitt hjartamál hjá honum. Hann vísti á, at á laksaveiðu kundi altíð finnast aftur til boyurnar, tí hesar høvdu ein radiosendara. Tað var júst tað, sum manglaði í gummibátinum hjá Njarðlingi. Hevði hann havt ein automatiskan send­ara, høvdu móttøkutól kunnað tikið móti boðunum, og tá høvdu teir kunnu verið bjargaðir mun­andi skjótari. Hesum sjón­ar­ miði tók FF sjálvandi undir við. Hetta gjørdist eisini skjótt eitt krav til bjargingarbátar. Um Sámal Jákup Sámal Jákup kundi hendan túr fingið somu lagnu sum pápi hansara, Sámal Jákup, sum gekk burtur í 1934 við Nólsoy. Ein sum eisini fórst tá var beiggi hansara, Óla Jákup. Teir áttu ávikavist 12 og 9 børn. Einkjurnar áttu hvønn sín eftir hesa vanlukku, og teir vóru báðir uppkallaður eftir pápanum. Sámal Jákup bleiv uppkallaður eftir fleiri av teimum á Nólsoy. Hansara fulla navn var tí Sámal Jákup Óli Hans Magnus Vilhelm Peter Hansen Jacobsen. Aftaná at hava mist Njarðling lat Sámal Jákup byggja Vesturland, sum var eitt frystiskip til línuveiðu eftir hemara og garnaveiðu eftir laksi. Eyðun var eisini við Sámal Jákupi tá. Hann doyði knappliga í 1977 umborð á Vesturland. Abbasonurin, Sámal Jákup Jacob­sen, hevur gjørt ein film um abban. Hann kann síggjast á youtube.com (leita: Kaptain of Vesturland) Komandi partur Komandi partur verður eitt 60 ára minni í sambandi við, at Stella Argus gekk burtur hesa tíðina í 1957. Jens Jacob og Hanna saman við synunum. Frá vinstru Jóhann, Martin, Andras, og Jonn. Sámal Jákup, skiparin á Njarðlingi Eyðun Johannessen, bestimaður á Njarðlingi. Loch Inver, trolarin sum bjargaði manningini á Njarðlingi